Skip to main content

Posts

Kyndilsmessa

Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum. Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi. Myndina omanfyri tók eg á Hvítanesi klokkan níggju í morgun, ávegis niðan á Hjalla, har vit høvdu verkfallskaffi. Myndirnar niðanfyri eru tiknar longur niðri á Hvítanesi við útsýni móti Nólsoynni og Hoyvíkshólmi longst til høgru. Fyrra og ovara myndin er tikin 19. desember klokkan níggju og niðara myndin somu tíð á sama stað í morgun. Onkustaðni hevur verið sagt at kyndilsmessa tekur stálið av vetrinum og at nú hevur veturin mist annað beinið. Ein hálv økt, hálvur annar tími, er komin aftur at degnum. Men í kalendaranum stendur eisini at kasta kráku , at vita úr hvørjari ætt makin skal koma. Vit taka ein torvmola, ein stein, ella eina fløgu upp eftir enda, medda eftir einari flúgvandi kráku og siga so: Eg kasti ein stein, tær ikki til mein. Eg kasti eitt bein, tú ber tað heim. Eg kasti torv, so er krákan horvin . Alt eftir hvønn vegin kr

At fanga myrkrið - gomul hugskot á morgni

So er hon her, nýggja útgávan hjá Leonard Cohen Old Ideas sum download, fløga og 180 gramm LP pláta. Ella allarbest: á Spotify her og nú. Tíggju sangir í going home mood hjá einum 77 ára gomlum manni, sum aldri troyttast, men hvønn morgun er nýggjur. Eisini á hesi tólvtu útgávuni, telja vit ikki konsertupptøkurnar við, átta ár eftir at vit síðst hoyrdu nýtt frá honum. The European blues hevur kanadiumaðurin onkuntíð kallað lágmælta stílin við ljómborði og kvinnukóri. Fyrsti sangur, Going Home , er samrøða úr erva við aldrandi Leonard. Vágið, men væleydnað. Síðani koma sangirnir, sum í heiti lýsa innihaldið: Amen, Darkness, Lullaby og í endanum Different Sides . Øðru megin ósjónligu strikuna, 'the meek and the mild' og hinumegin 'the Word'. Valið er títt, nú tað tendrar ella slóknar hjá Cohen. Hetta er frálíkt.

Bládýpið aftur í Listaskálanum

Á myndini síggjast Tróndur Patursson og Michel Kvium í Listaskálatúninum í august í fjør, tá Kvium lat upp framsýning. Í limabrævi frá Listafelagnum verður í dag upplýst, at nú verður nýumvælda bingjuinstallatiónin hjá Tróndi Patursson, Bládýpið, aftur at síggja. Samstundis verður framsýningin Hinumegin Blátt , við verkum eftir Trónd, latin upp. Alt samalt 24. februar kl. 17:00. Leygardagin 3. mars verður prát millum teir báðar, Trónd og stjóran í Listasavninum, Nils Ohrt. Framsýningin Hinumegin Blátt letur aftur 22. apríl. Tað var Mentanarnáttina 28. mai 2010 at avtala var gjørd millum Listasavnið og listamannin, at savnið skuldi eiga Bládýpið eftir at tað var umvælt. Á myndini niðanfyri síggjast Tróndur Patursson og Helgi Fossadal, sum tá var stjóri í Lisasavninum, eftir at avtalan er undirskrivað. Myndin niðanfyri er tikin í juli 2009, tá Tróndur Patursson lat upp stóru retrospektivu framsýningina  Lívsins Landslag  í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Eitt týskvøldið juli

At kyssa tretivutúsund

Størsti dreymur hjá ungum fólki mitt í sjeytiárunum, mundi vera at forvinna eina millión meðan tú enn var í tjúgunum. Mánaðarlønin hjá ófaklærdum studentum var áttatúsund og lá tú framvið, bar sum ongan ting til at forvinna tað dupulta hvønn mánað í árinum. Tá var eingin samtíðarskattur, bensinið kostaði minni enn tvær krónur og pengarnir kom væl til sættis. Men brádliga kundi tú vera um ein háls, tí næsta árið stóð inntøkan ikki mát við skattin. Ung, sum hesi ár løgdu nógv fyri, viltust í eini skattarúsu, um ikki slapst úr, fórt tú ikki á skúla og fekk skattin útsettan. Í dag kappast skúlaðu lønarbólkarnir um at skava botnin. Allar lægsti botnurin er hann hjá Starvsmannafelagnum, sum við 22.483 krónum leggur støði undir journalistiskum fakarbeiði í miðlunum. Hanga journalistarnir í, er endalønin eftir trettan ár 24.784 krónur. Er sami journalistur so óheppin at fáa leiðaraábyrgd, so fær hann 26.633 krónur og trítúsund fleiri, um hann hongur í til endans. Pedagogar, sum nú eru í ve

Miðlaheiðursløn í myndum

Rosa Birgitha Dal Christiansen í Tvørgøtu í Havn hevur gjørt heiðurslønirnar, sum Felagið Føroysk Miðlafólk lata ársins journalistiska avriki í fimm bólkum. Tvørgøta er mitt í Rabarbukvarterinum og tí er navnið á fyritøku hennara Rabarbuglas . - Tað eru tvær søgur um, hvar navnið Rabarbukvarterið hevur sín uppruna. Onnur søgan sigur, at staðið fyrr var so fátækt, at neyðugt var at eiga nógvar rabarbur fyri at fáa mat á borðið. Hin søgan sigur, at fólkini, ið búðu har, fingu so nógv børn, at ”tey nørdust sum rabarbur í góðari mold”, sigur Rosa Birgitha, sum er útlærd hárfríðkanarkvinna og pedagogur. Hon arbeiðir hálva tíð í einum barnagarði. Hon er gift, eigur fimm børn og er omma. Finnur Jensen skipaði fyri øllum tí praktiska í sambandi við tilnevningarnar. Tað var ikki sum at siga tað. Í onkrari teldu kundi okkurt uppskot ikki lesast og so var at tillaga og finna eitt nýtt format, hús úr húsi. Og til sjálva handanina var nógv tøkni, sum skuldi rigga. Nevndin í Felagnum Føroysk

Ársins miðlaavrik

So er avgerðin fallin, hvørji skulu fáa tær fimm heiðurslønirnar fyri miðlaavrik í undanfarna ári. Tað er felagið Føroysk Miðlafólk, ið stendur fyri tiltakinum, sum Finnur Jensen hevur lagt til rættis. Fráfarandi formaður í felagnum er Georg L. Petersen og nývaldur formaður er Ingrid Bjarnastein. Fyri jól valdi nevndin eina óhefta faknevnd at taka dagar ímillum innkomnu uppskotini: Enna Garðshorn Mikkelsen, Tróndur Djurhuus, Ingi Rasmussen og Birgir Kruse. Innan fyrstu handanina segði dómsnevndin soleiðis: Ársins miðlaavrik er eitt praktfult tiltak, sum vit og helst tit øll eisini, vóna er komið fyri at vera. Í hesum fyrsta føri er Ársins miðlaavrik tengt at ræstkjøtaveitslu og tí eitt sindur óhátíðarligt. Tó, ikki minni avbjóðandi var uppleggið hjá Finni Jensen tá hann kom við einum heilum Fiskasølukassa við tilnevndum avrikum, tilsamans 117 býtt út á 5 bólkar. Finnur eigur at fáa eitt klapp fyri innsatsin. Avrikini vóru úr øllum miðlum, prentaðum og luftbornum, í myndum og í

Spælistaður í Reinsarínum

Niðasta hæddin í Reinsarínum eftir uppskoti frá Kontrast Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu upplýsir í dag at nú er málið um ein spælistað í miðbýnum komið eitt stig nærri veruleikanum. Tað er at frøast um. Upplýst verður at “til býráðsfundin í kvøld hava trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mælt til at játta eina miljón av íløguætlanini 2012 í sambandi við arbeiðið at gera Reinsaríið til rytmiskan spælistað. Bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava mælt til at taka undir við uppskotinum. Miðhæddin í Reinsarínum í Tórsgøtu eftir uppskoti frá Kontrast. Leggið merki til, hvussu væl gamalt og nýtt er hugsað saman Byggilistarliga hugskotið, sum Kontrast Arkitektar hava gjørt, byggir á at tvinna tað gamla saman við tí nýggja. Innan verður tað gamla varðveitt, sum er merkisvert í sær sjálvum, og við nýggjari innrætting og nútíðar sniði fæst ein meira tíðarhóskandi og nýtiligur bygningur. Hugskotið byggir á at fáa ein sokallaðan polyvalentan bygning, sum við sínum mongu tiltøkum

Spamm á føroyskum

Spamm er nýtt orð í føroyska málinum. Klippið omanfyri er frá talgildu orðabókatænastuni hjá Sprotanum. Á Facebook er tiltakandi øði um føroyskar fyritøkur, sum ikki unna sær at lýsa undir vanligum marknaðartreytum, men spamma allar brúkarar við teim mest margháttligu tilboðum um at vinna flogferðir til heimsins enda og maskara til blá eygu. Men nógvum dáma, leika, sum skilst. Í øðrum londum hevur brúkaraumboðið bannað hesum virksemi, sum eins og spøl og kalendarar órógvar vanliga samskiftið millum fólk á sosiala miðlinum Facebook.  Brúkaraumboðið hevur sagt í Útvarpinum at tilboð á Facebook kunnu roknast sum spamm. Men í meðan er undarligt at eygleiða at pengasterkar fyritøkur framhaldandi velja ókeypis spamm mitt fyri á Facebook, heldur enn at lýsa til høgru fyri ein smápenga, ella onkra heilt aðrastaðni. Men har er nokk eingin trafikkur. Virala marknaðarføringin við møguleika fyri at deila, share, í tykisheimi man vera munadyggari. Men hvar er brúkaraverndin? Ella bara kravið