Skip to main content

At kyssa tretivutúsund



Størsti dreymur hjá ungum fólki mitt í sjeytiárunum, mundi vera at forvinna eina millión meðan tú enn var í tjúgunum. Mánaðarlønin hjá ófaklærdum studentum var áttatúsund og lá tú framvið, bar sum ongan ting til at forvinna tað dupulta hvønn mánað í árinum. Tá var eingin samtíðarskattur, bensinið kostaði minni enn tvær krónur og pengarnir kom væl til sættis. Men brádliga kundi tú vera um ein háls, tí næsta árið stóð inntøkan ikki mát við skattin. Ung, sum hesi ár løgdu nógv fyri, viltust í eini skattarúsu, um ikki slapst úr, fórt tú ikki á skúla og fekk skattin útsettan.

Í dag kappast skúlaðu lønarbólkarnir um at skava botnin. Allar lægsti botnurin er hann hjá Starvsmannafelagnum, sum við 22.483 krónum leggur støði undir journalistiskum fakarbeiði í miðlunum. Hanga journalistarnir í, er endalønin eftir trettan ár 24.784 krónur. Er sami journalistur so óheppin at fáa leiðaraábyrgd, so fær hann 26.633 krónur og trítúsund fleiri, um hann hongur í til endans. Pedagogar, sum nú eru í verkfalli, byrja teirra yrkisleið við 23.164 krónum um mánan. Velja tey hetta starv fyri lívið, so er endalønin 26.459 krónur. Og so er tað lærarin. Hann byrjar yrkisleiðina við 23.229 krónum um mánan og sleppur sum hin einasti í hesum yrkishópi at kyssa tey gyltu tretivutúsund. Sum lærari á endaløn fært tú 30.313 gullrandaðar krónur.

Áh, kyss meg!

Øll tøl eru frá Lønardeildini www.lnd.fo