Skip to main content

Bládýpið aftur í Listaskálanum


Á myndini síggjast Tróndur Patursson og Michel Kvium í Listaskálatúninum í august í fjør, tá Kvium lat upp framsýning.

Í limabrævi frá Listafelagnum verður í dag upplýst, at nú verður nýumvælda bingjuinstallatiónin hjá Tróndi Patursson, Bládýpið, aftur at síggja. Samstundis verður framsýningin Hinumegin Blátt, við verkum eftir Trónd, latin upp. Alt samalt 24. februar kl. 17:00. Leygardagin 3. mars verður prát millum teir báðar, Trónd og stjóran í Listasavninum, Nils Ohrt. Framsýningin Hinumegin Blátt letur aftur 22. apríl.

Tað var Mentanarnáttina 28. mai 2010 at avtala var gjørd millum Listasavnið og listamannin, at savnið skuldi eiga Bládýpið eftir at tað var umvælt. Á myndini niðanfyri síggjast Tróndur Patursson og Helgi Fossadal, sum tá var stjóri í Lisasavninum, eftir at avtalan er undirskrivað.


Myndin niðanfyri er tikin í juli 2009, tá Tróndur Patursson lat upp stóru retrospektivu framsýningina Lívsins Landslag í Listahøllini á Skipasmiðjuni.


Eitt týskvøldið juli 2009 komu teir báðar bretarnar Patrick Winterton, 52, og Mick Berwick, 47, inn á Havnina. Tórshavnar kommuna skipaði fyri móttøku umborð á sluppini Westward Ho. Bretarnir høvdu róð til Føroya í hvør sínari kajakk. 74 tímar norður úr Stornoway tóku teir land í Suðuroy. Serliga fegnir vóru teir at hitta Trónd Patursson, sum fyri 30 árum síðani sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, higani og til Vínlands.


Sleppa vit Tróndi og hansara havgangandi ævintýri, finna vit Per Arnoldi á skránni. Nils Ohrt fer at hava dialog við hann leygardagin 4. februar kl 15:00. Tað er í sambandi við framsýning, við málningum, skulpturi, grafikki, keramikki og plakatlist í heimsklassa, sum letur upp aftur í Listasavninum.   

Leygardagin 31. mars hevur Nils Ohrt fyrilestur um Meistaraverk í heimslistini: Leonardo da Vinci Seinasti nátturðin.

Fríggjadagin 27. apríl kl. 17:00 letur upp framsýning við danska listamanninum Thomas Kluge. Framsýningin er opin til 3. juni. Leygardagin  28. apríl kl. 15:00 fer Nils Ohrt at práta við Kluge, meðan almenningurin kann lurta.

Leygardagin 12. mai kl. 15:00 er ein fyrilestur í røðini Meistaraverk í heimslistini, hesu ferð um Jan van Eyck Brúdleypið hjá Arnolfini. Nils Ohrt heldur fyrilesturin.

Fríggjadagin 9. juni kl. 17:00 letur Várframsýningin upp og fríggjadagin 6. juli letur upp ein framsýningin við verkum úr goymslum Listasavnins.