Skip to main content

Posts

Gutti slær fyrsta grasið

Tá sláimaskinan hoyrist, er várið komið í Tórsbyrgi. Broytingar eru í náttúruni og í ár varð grasið sligið fýra dagar seinni enn vanligt. Kanska er tað ein varislig ábending um veðurlagsbrotingar, hesu ferð tann kaldara vegin. Fyrr varð ár eftir ár sligið fyrstu ferð 29. apríl, men í ár var dagurin annar mai, tá Gutti sló fyrsta grasið á felagsøkinum. Gutti býr í bláu húsunum, sum eru nummar 30, og hevur øll árini havt eitt vakið eygað við bønum, ið nú er sum ein golfvøllur, mjúkur og snøggur, so tú aftur kanst leggja hond á lendið og hoyra várið kalla. Skjótt fara summardáarnir at spretta og tá plagar Bjarnvarður í ljósagulu húsunum, sum eru nummar 31, at verða skjótur at heinta, so hvørt teir spjaða seg. Í meðan sita hundarnir og slota, sum vilja teir viðmerkja alt, ið fer fram, nú tað várar. Soleiðis hevur alt sítt pláss á heimrustini. Eisini í Tórsbyrgi.

Sólarris

Stutt fyri klokkan seks í morgun, altjóða arbeiðaradagin, reis sólin millum Stong og Eystnes og eg blaðaði upp í donsku Arbeiðarasangbókini, sum Arbejdernes Oplysningsforund, AOF, gav út. Útgávan, sum er frá 1987, hevur fingið upprunapermuna frá 1926 aftur. Í skugganum undir reyðu klemmuni á eysturvendu terrassuni í Tórsbyrgi finni eg týðingina hjá Kristin í Geil, Christian Holm-Isaksen (1877-1935) av Sosialistamarsjinum, Brátt lýsir í eystri, nú dimmið er av , nummar 278 í Songbók Føroya Fólks frá 1983. Danska upprunatekstin eigur Ulrich Peter Overby (1819-1879). Hann yrkti Sosialistamarsjin á nýggjárinum 1871. Á gravsteininum í Assistens kirkjugarðinum í Keypmannahavn, har Overby er grivin, stendur De fattiges digter. Árni Dahl skrivar soleiðis um Kristin í Geil í Bókmentasøguni : Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnam

Plantið eitt træ

Í dag byrjaði Umhvørvisvikan í Havn. Undir heitinum "Kommunan skal skína", er evnið rudding við fleiri tiltøkum, sum umhvørvisveiða, teknikappingin, gongutúrar og grøna konsertin, eins og í 2009, tá Eivør og Orka framførdu á Tjóðpallinum. Hesuferð eru fløgu- og plátuaktuellu 200 við á grønu konsertskránni hjá Tórshavnar kommunu. Umframt grønu konsertina man mest áhugaverda tiltakið verða „Plantið eitt træ“. Eins og undanfarin ár stóðu fólk á Skálatrøð í timar eftir setanina at fáa ein plantupakka. Fyri Tórsbyrgi samskipaði Jana Mikkelsen allar pakkarnar við trøðum og runnum, sum verða sett á hóskandi støð í okkara býlingi. Á heimasíðuni boðar kommunan frá at tilsamans 3.000 plantupakkar verða latnir Havnarborgarum. Pakkarnir eru settir saman alt eftir hvussu harðførar planturnar eru. Harvið kunnu borgarar velja sær plantur, alt eftir hvussu veðurhart er, har hesar verða settar og á tann hátt fáa sum mest at grógva, sigur kommunan. Plantupakkarnir eru hesir: Pakk

Grindahvalur á prenti

Framsýningin HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR lat upp í Norðurlandahúsinum og Steinprenti í dag. Opið er til 28. mai. Tað er danska listakvinnan Pernille Kløvedal Helweg, til vinstru omanfyri, sum í fjør setti ein heilan grindahval á prent í Føroyum. Við hennara lið síggjast Mette Marott, koparprentari, og Jan Andersson úr Steinprenti. Listakvinnan hevur seinastu árini arbeitt við sporum av stórum og smáum djórum, sum verða sett á viðgjørdar koparplátur, sum oamfyri. Síðan verður prentað. Listakvinnan kallar arbeiðsháttin feltgrafikk. Í fjør samstarvaði Pernille við Jan Andersson og Fríðu Brekku í Steinprenti, koparprentaran Mette Marott, professaran Dorethe Bloch og verkætlanina Biofar, at fáa prent av einum heilum grindahvali. Prentið er sett á risastórar koparplátur, tíggju fermetrar, sum vórðu etjaðar og prentaðar. Hetta er heimsins størsta koparprent, sum er gjørt í einum. Á framsýningini er eisini eitt stórt koparprent at síggja við fótasporum av teim 22 luttakarun

Hvalur settur á prent

Fríggjadagin letur Pernille Kløvedal Helweg upp eina sjáldsama framsýning HVALATEKIN / FELTGRAFIKKUR í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti. Millum gestirnar á eini málningaframsýning hjá Bárði Jákupson á Skipasmiðjuni í fjør, møtti eg Pernille, sum sæst til høgru á myndini omanfyri, Mette Marott til vinstru, og Jan Andersson í miðjuni. Úr einum 140 ára gomlum nebbafiski, balaenoptera physalus , sum gjørdi landgongd í Vejle, hevur Pernille gjørt stóra verkætlan, ið fer um Norðurlond og snýr seg um, grafiskt, at goyma spor av djórum. Mette, sum sæst á myndini omanfyri, stendur fyri at festa smidliga barduhvalin á stóru koparpláturnar, ið verða til heimsins størstu koparprent. At enda verða gjørd fýra-fimm prent við hesum myndaevni, sigur Pernille. Eitt teirra verður við á framsýningini í Føroyum. Við egnum orðum lýsir Pernille verkætlanina soleiðis: HVALEN - verdens største kobbertryk giver en ny dimension til den klassiske teknik kobbertryk. ”Feltgrafik” med døde og

Hetta er ikki ein flaggrøða

Í dag helt Carl Johan Jensen flaggdagsrøðu á Vaglinum í Havn. Uppi við Norðurlandahúsið veittraðu øll tey norðurlendsku fløggini, uttan hitt sámiska, sum ikki er góðkent á hesum leiðum. Ein Rambler Classic koyrdi framvið og minti meg á, at henda dag savnast Ellisakfør niðri í Tórsgøtu. Framman fyri Perluni í Tórsgøtu situr Eirikur Lindenskov í einum nýmálaðum reyðum Opel Kadett, longur uppi er ein reyður Morris Mini við hvítum strípum og undir valutaslanguni hjá Amariel Norðoy stendur ein blanktpoleraður Ford Mustang, svartur og klárur at leggja alla Havnina undir seg. Niðast sæst endin á ljóst gula Rambler Classic bilinum hjá Heina á Borg. Grønlendski journalisturin, Henriette Rasmussen, sum er á ráðstevnu hjá Fróðskaparsetrinum, nú Søgu- og Samfelagsdeildin fyllir 25, tosar við Gunvør Hoydal á Vaglinum. Tórður Mikkelsen lesur í útvarpsmikrofonina meðan Carl Johan Jensen ger seg kláran at halda flaggrøðuna, sum Útvarpið og Rás 2 senda beinleiðis til alt la

Emma fermd

Sunnudagin varð Emma fermd í Nólsoyar kirkju. Hon var einasti konfirmantur í bygdini, so nógv fólk kom á gátt. Emma er dóttur Helenu og Eirik. Fyrst var døgurði í Kunningarstovuni, sum er í gomlu pakkhúsunum hjá Hansen, sum pápin, Eirikur, eigur. Diana Victoria hjá mammubeiggjanum Ova stendur í kjallaranum og opnar tú gluggan er útsýni beint til kirkjuna. Anfinnur Nielsen var kokkur og konan Evy borðreiddi. Eftir at døgurðagestirnir vóru farnir, tók eg nakrar myndir av Emmu í pakkhúsunum, meðan prestur, Sverri Steinhólm, skrivaði í Bíbliuna. Ørindið var úr Rómverjabrævinum 10,10: "tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu." So varð Emma koyrdi í bili í Nólsoyartúni og niðan í Nýggjagarðar 18, har nátturði var heima hjá Emmu og teimum. Hanus gav Emmu eina X-Box við spølum í gávu. Jógvan, sum er í Keypmannahavn, er gubbi Emmu. Borðreitt varð við altskyns mati og onkur sett turt kjøt fram, sum var tað ein rósa, ein sker