Fríggjadagin letur Pernille Kløvedal Helweg upp eina sjáldsama framsýning HVALATEKIN / FELTGRAFIKKUR í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti. Millum gestirnar á eini málningaframsýning hjá Bárði Jákupson á Skipasmiðjuni í fjør, møtti eg Pernille, sum sæst til høgru á myndini omanfyri, Mette Marott til vinstru, og Jan Andersson í miðjuni.
Úr einum 140 ára gomlum nebbafiski, balaenoptera physalus, sum gjørdi landgongd í Vejle, hevur Pernille gjørt stóra verkætlan, ið fer um Norðurlond og snýr seg um, grafiskt, at goyma spor av djórum. Mette, sum sæst á myndini omanfyri, stendur fyri at festa smidliga barduhvalin á stóru koparpláturnar, ið verða til heimsins størstu koparprent. At enda verða gjørd fýra-fimm prent við hesum myndaevni, sigur Pernille. Eitt teirra verður við á framsýningini í Føroyum.
Við egnum orðum lýsir Pernille verkætlanina soleiðis: HVALEN - verdens største kobbertryk giver en ny dimension til den klassiske teknik kobbertryk. ”Feltgrafik” med døde og levende spor. Formålet er at gøre det usynlige synligt. At transformere levende og døde spor over til et andet medie og lade det finde sin form i en ny kontekst. I begge tilfælde afgiver dyret sit ” fingeraftryk” – en sansning der berører verden: vi er også her. Vi sætter aftryk, altså er vi.
Tá henda verkætlan er liðug, fer Pernille undir grafiska ætlan, sum hon rópar Rødt Spor.
Myndirnar, sum omanfyri sína nebbafiskin og prentingina á Statens Verkstæder for Kunst í Gammel Dok Pakhus í Keypmannahavn, eru av Facebook-vanganum hjá Pernille.
Norðurlandahúsið og Steinprent, sum sýna prentini fram í Føroyum, siga soleiðis í innbjóðingarskrivi:
Nógv hava tey eftirhondini upplivað í Steinprenti av serstøkum listafólkaynskjum, men ynskið um at prenta ein heilan grindahval høvdu tey allíkavæl ikki hoyrt fyrr enn danska listakvinnan Pernille Kløvedal Helweg kom við tí.
Tað er m.a. úrslitið av hesi serstøku verkætlan, sum áskoðarar hava møguleika at síggja á framsýningini HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 27. apríl klokkan fýra og tveir tímar í Steinprenti. Talan er sostatt um tvær framsýningar hjá Pernille Kløvedal Helweg. Listakvinnan hevur seinastu árini arbeitt við sporum av stórum og smáum djórum, sum verða sett á koparplátur, ið eru frammanundan viðgjørdar. Listakvinnan nevnir sín arbeiðshátt fyri feltgrafikk. Samstarv millum listakvinnuna, Steinprent, Dorethe Bloch, professara, Biofar og koparprentaran Mette Marott førdi til í fjør, at fótafarið av einum stórum grindahvali varð sett á koparplátur, sum síðan vórðu viðgjørdar, etjaðar og prentaðar. Á framsýningini verður eisini eitt stórt koparprent at síggja við fótasporum av teimum mongu luttakarunum í verkætlanini. Framsýningin hevur verið í Vejle Kunstmuseum, Fuglsang Kunstmuseum, Kunsten i Ålborg og harumframt í Rogaland kunstmuseum í Stavanger í Noregi.
Við framsýningunum í Havn er hvalaverkætlanin heimafturkomin til Føroya. Listakvinnan verður til staðar, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Fernisering er 27.april og framsýningin sæst til 28. mai. Framsýningarstøðini hava opið soleiðis:
Norðurlandahúsið kl. 16-18 (opið manadag-leygardag kl.10-17 & sunndag kl. 14-17)
Steinprent kl. 18-19 (opið manadag-fríggjadag kl. 9-17 & leygardag kl. 14-17)