Sunnudagin varð Emma fermd í Nólsoyar kirkju. Hon var einasti konfirmantur í bygdini, so nógv fólk kom á gátt. Emma er dóttur Helenu og Eirik. Fyrst var døgurði í Kunningarstovuni, sum er í gomlu pakkhúsunum hjá Hansen, sum pápin, Eirikur, eigur. Diana Victoria hjá mammubeiggjanum Ova stendur í kjallaranum og opnar tú gluggan er útsýni beint til kirkjuna. Anfinnur Nielsen var kokkur og konan Evy borðreiddi. Eftir at døgurðagestirnir vóru farnir, tók eg nakrar myndir av Emmu í pakkhúsunum, meðan prestur, Sverri Steinhólm, skrivaði í Bíbliuna. Ørindið var úr Rómverjabrævinum 10,10: "tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu."
So varð Emma koyrdi í bili í Nólsoyartúni og niðan í Nýggjagarðar 18, har nátturði var heima hjá Emmu og teimum. Hanus gav Emmu eina X-Box við spølum í gávu. Jógvan, sum er í Keypmannahavn, er gubbi Emmu. Borðreitt varð við altskyns mati og onkur sett turt kjøt fram, sum var tað ein rósa, ein skerpikjøtsrósa. Til lukku, Emma, og manga takk fyri ein frálíkan dag.
Comments