Skip to main content

Posts

Koltur

Í hvassari sól og við nýpussaðum gummistivlum í baksýni, tók eg í morgun eina mynd av nýteknaða Føroyakortinum, sum sæst á fartelefonini omanfyri. Bara eitt evarska brot. Orsøkin er at í góðveðrinum er starvsfólkaútferð út í Koltur, har Bjørn Patursson og Hans Wilhelm Lutzen fara at vísa oynna fram og greiða frá um býlingar og kanska eisini UNESCO, sum nú hevur sett oynna á altjóða breddan. Mentamálaráðið hevur valt eina føroyska UNESCO tjóðarnevnd, har okkara starvsfelagi Sólvá Jónsdóttir er við. Hon skal umboða økið útbúgving í nevndini. Norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar høvdu fund í Føroyum í gjár og fyrradagin. Fundurin var sera áhugaverdur, sigur Sólvá, men leggur afturat at tað var torført at fylga við, eftirsum uppgávan er so nýggj. Fokus sum heild lá á Afrika og kynsbýti, sigur Sólvá, men yvirhøvur handlaði alt um at avmarka ynskini og tiltøkini, fyri at fáa tey somikið munadyggari. Veðurkortið hjá Theyr boðar frá einum góðum degi.

Besti leiklutur hjá Mads Mikkelsen

Mads Mikkelsen í nýggja filminum hjá Thomas Vinterberg "Jagten", sum júst er sýndur á filmstevnu í Cannes Danski rithøvundurin og tíðindamaðurin Bo Green Jensen skrivar hvønn dag úr franska miðjarðarhavsbýnum Cannes, har 65. filmstevna er í hesum døgum. Hvønn dag leggur hann dagbók út á Facebook til vinirnar at deila. Dagbókin fyri fjórða dagin í Cannes ljóðar soleiðis: Cannes Dag 4. Stor aften med Thomas Vinterbergs Jagten , som den internationale presse tog særdeles godt imod. Stærk film om falsk pædofilianklage, som vender op og ned på lille samfund og knuser et menneskes liv overnight. Mads Mikkelsen i den bedste herrerolle til nu. Donsk bløð vita í dag at siga, at filmurin Jagten verður ikki sýndur í Danmark fyrr enn í janur 2013. Men vinnur filmurin virðisløn, so sum góða umtalan kundi bent á, so giti eg at filmurin heilt vist verður framskundaður og - hvør veit - kanska eisini at síggja her í filmsleysa landinum fyri norðan. 

Vencil hin ellinti endiliga komin

Brandur Patursson hevur gjørt Vencilpermuna í Steinprenti Frá Vencili: Tíðin er løgin. Onkuntíð kann tíðin tykjast at aka sum snigil í hálku, aðrar tíðir kann hon renna sum hara í undanvindi. Tey, ið hava bíða eftir, at tíðin skuldi koma, tá ið Vencil hin 11. kom út, hava ikki bíðað til fánýtis. Nú er hann her. Í Vencli 11 eru eins og í hinum Venclunum, ið undanfarnir eru, nógvir spennandi tekstir, bæði á bundnum og óbundnum máli. Ein trivalig teggja av yrkingum úr stóru verð og úr heimligu Føroyum. Við eru William Wordsworth, Federico García Lorca, Gunnar Ekelöf, Rudyard Kipling, Vagnur Streymoy og Marjun Syderbø Kjelnæs. Ein góður bulur av stuttsøgum úr Íslandi, Føroyum og Amerika er við. Tvær søgur eru eftir Gyrðiri Eliasson, ið vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Ein søga er eftir Edgar Allan Poe, og debutanturin hesa ferð eitur Høgni Miné. Sum nakað serligt, er ein blokkur aftast í Vencli við yrkingum, ið vórðu skrivaðar, tá ið ræðuleikarnir ta

Fyrsta av 47 summarskipum

Um nátturðatíð leygarkvøldið var hetta útsýnið av terassuni. Eftir ein stuttan steðg í Havn, streyk ferðamannaskipið Crystal Serenity framvið, ávegis til Ålesund í Noregi. Til Havnar kom skipið úr Vestmannaoyggjum. Johan Mortensen, sum umboðar skipið, sigur at 922 ferðafólk eru við, mest amerikanarar, og at manningin telur 635 fólk úr 46 londum. Hetta er fyrsta av tilsamans 47 ferðamannaskipum, sum koma higar í ár og tað er rekord.

Sól í Tórsbyrgi

So kom hiti í luftina og fyrsti morgunmatur er etin á terassuni í Tórsbyrgi. Men kalt er í skugganum og enn liggur kavin langt oman í fjøllini norðanfyri. Spurningurin er, hvat mann skal fáa sær uppá morgunbreyðið úr Mylnuni. Vøkru rósurnar eru frá Hanusi. Jens Petur hevur gjørt sær eitt avbera vakurt drívhús, ið er sum skræddarseymað til umhvørvið. Men tað er ikki eitt liðugt keypt modell, sum er klárt at seta upp. Nei, hetta eru gluggarnir úr læknahúsunum hjá doktor Magnussen við Hvítanesvegin, omanfyri tuberklasanatoriið, sum lat upp í 1908. Tað vóru kommunulæknarnir í Havn, sum høvdu umsjón við sjúklingunum, fyrst doktor Lynge og frá 1936 Vilhelm Magnussen, sum varð borin í heim í Saksun í 1904. Heimasíðan hjá Apotekinum sigur, at tólv ára gamal varð hann sendur til Havnar á realskúla, síðan til Sorø á studentaskúla og læknaprógv fekk hann í 1929. Í 1961 flutti tuberkladeildin í smærri hølir í barakkini við Landssjúkrahúsið og bygningarnir í Hoydølum gjørdust ein partur av

Plátuløtur við discodrotningini

Sangarinnur blíva ikki gamlar. Í dag frættist úr Key West í Florida, at amerikanska disco drotningin Donna Summer er deyð, 63 ára gomul. Hon hevur í eina tíð drigist við herviligan krabba í lungum og brósti sigur Associated Press. Donna Summer var messo sopran og sang fyrst kór í kenda amerikanska bólkinum Three Dog Night. Fyrstu single plátuna, Sally Go Round the Roses , gav hon út undir gentunavninum Donna Gaines í Evropa 1971. Fyrstu ferð hon brúkti navnið Donna Summer var í 1974 á LP plátuni Lady of the Night í Munchen saman við italska Georgio Moroder, sum í dag er 72 ára gamal. Kendastu sangir, sum tey bæði gjørdu, vóru hin stunandi  Love To Love You Babe (1976) og I Feel Love (1977). Donna Summer vann fimm Grammy Awards. Av gamla vinyl slagnum gav hon út ikki færri enn 89 singleplátur, seytjan LP plátur, tvær konsertplátur og 32 savnsplátur. Í Útvarpinum og á diskotekum kring landið var hon nógv at hoyra síðst í sjeyti og fyrst í áttatiárunum við sangum sum Hot Stuff , Bad

Óupplýstir arabarar eru nakrir jødar

Mikukvøldið var eg á komediu. Eins og í øllum vesturheiminum varð The Dictator frumsýndur í Havnar Bio. Samstundis er høvuðspersónurin, Sascha Baron Cohen, á filmstevnu í Cannes, har hann ríður á kameli og drekkur kaffi við allari pressuni, bæði jøda og grikka. Ikki kann sigast annað, enn at hann dugir at føra seg fram, bretski jødin og uppistandsskemtarin, sum nú leggur eftir arabarum. Hann byrjaði sum rapparin Ali G ( Ali G Indahouse 2002), men gjørdi so tríggjar filmar, sum allir hava verið sýndir í Havnar Bio: Borat: Cultural Learnings of America for Make Benefit Glorious Nation of Kazakhstan (2006) er um sjónvarpsmanninum úr Kasakstan, Brüno (2009) er um samkynda mótamanninum úr Eysturríki og hin aktuelli The Dictator (2012) er um einaræðisharran Aladeen úr oljulandinum Waadeya, har tey ætla at gera kjarnorkuvápn, men bara hyggja eftir teknifilmi og elska at hata fólkaræði. Felags fyri allar filmar er at høvuðspersónurin, eins og Mr Bean í Bean (1997), leitar til

Út við bókunum!

Aftur í ár verða føroyskar bøkur sendar út í heim. Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í Bókadeild Føroya Lærarafelags í Pedda við Steingøtu í morgun. Føroysk luttøka verður eins og undanfarin ár á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt í oktober, men eisini á norðurlendsku bókamessuni, sum Bertil Falk stendur fyri í Göteborg í september. Niðanfyri sæst hann í práti við íslendska rithøvundan Einar Kárasson, til høgru, á føroyska básinum á bókamessuni í Frankfurt í fjør. Niðanfyri sæst Carl Johan Jensen undir keppi á føroyska básinum á altjóða bókamessuni í Frankfurt í fjør. Hann tosar við John H. Broadbent og Lindu T. Stubbs frá Library of Congress í Washington. Tey savna eintøk av nýggjum føroyskum upprunabókum til teirra bókasavn. Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám hava tikið fyrstu stigini í aktuellu fyrireikingini, og Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hava í ár gjørt av at seta pening og orku av til messurnar báðar. Bjørn Kalsø, m

Eg hoyri teg ikki, Struensee!

Í Havnar Bio gongur danski filmurin hjá 40 ára gamla Nicolas Arcel En kongelig affære . Arcel gjørdi vart við seg longu í 2004 við meistarliga filminum Kongekabale úr samnevndu søguni. Uttan henda film var eingin sjónvarpsrøð um Borgen , ið bergtók Ríkið og nú sæst á NRK í Noregi. Aktuelli filmurin, En kongelig affære, er søgan um danska kongshúsið meðan hin vitleysi Kristian Sjeyndi var kongur 1766-1808. Mikkel Boe Følsgaard, sum eg ikki havi sæð áður, hevur henda sjáldsama leiklut. Hann sæst saman við Mads Mikkelsen, sum er Johann Struensee, á myndini niðanfyri. Eins og í svensku skaldsøguni Livläkarens besök (Per Olov Enquist 1999), eru vit í 1770’unum og høvuðsdenturin er lagdur á pikantu kærleikssøguna millum blaðungu Karolinu Mathilde, sum 15 ára gomul kom úr Bretlandi og gjørdist drotning av Danmark, og týska Struensee, sum 31 ára gamal verður lívlækni hjá kongi í 1768. Tey bæði, Karolina og Johann, (Alicia Vikander og Mads Mikkelsen á myndini omanfyri) eru ikki børn av

At skapa fokus

Myndin omanfyri er tikin av Facebook og sýnir Jan Lamhauge, uttan fokus. Sjálvur setur hann seg til viks og letur myndina fokusera á Rock and Roll skeltið á vegginum aftanfyri. Helst ein tøkni, sum er í myndaviðgerðini Instagram. Í sjónvarpssendingini Brandfellurnar er fokus hvast og týðuligt. Jan er einsamallur ritstjóri, researchari og spikari. Afturat sær hevur hann nakrar fáar teknikarar. Eg veit ikki, hvussu langa tíð Jan hevur brúkt uppá sendingina, men á skíggjanum er hetta ein sending, ið er lægri enn hugtakið low budget loyvir, tá evnið er so álvarsligt og fevnir um so nógvar sendar minuttir. Og gamaní, ein grafikari kundi verið keyptur inn í sendingina, so vit við sjeytummaseymi fingu teknað og sligið fast, hvat lógin sigur um vindeygu og rýmingarvegir, har fólk búgva. Men stakkalastás var óneyðugt, tá gongd kom á sendingina, sum lýsti hendingina, tá tríggir dreingir doyðu í eldsbruna í Ravnsoyargøtu í Havn í 2006. Teir fáu staklutir, sum sendingin bygdi á, vóru s

Ístíð í mai

Fyri fjøruti árum síðani yrkti Gurðið Helmsdal Nielsen um Morgun í mars , og nýliga hevur Guðrið Hansdóttir nýtt somu bjørtu orð, Morgun í mars . Men ikki eru tað tjøldur, ið flúgva til okkara í morgun og boða frá vári. Við eini lættari umskriving kundu vit heldur sagt ístíð í mai . Heldur enn fyrijáttan um summar, er tað ístíð, heilt út í ársins fimta mánað. Soleiðis tykist tað í Tórsbyrgi, nú vit eins og øll onnur í kommununi hava ruddingardag, meðan páskaliljurnar royna at síggja ljósið, nú hann kavar í morgunsólini í mai. Klikk á myndina niðanfyri, so sært tú tær kanska. Kanska er tað nátturan, ið hevur eina varisliga viðmerking til almennu støðuna. Her er einki skil á nøkrum, hvørki í náttúru ella politikki, lokalt og globalt. Facebookvinurin Jóannes Guttesen hevur í morgun hesa viðmerking: Páskaliljurnar hava bíðað og bíðað og bíðað, men nú kláraðu tær ikki at bíða meir og tær hava foldað seg út. Og nú berjast sólin og kavin um sigurin - annaðhvørt. Veðrið er ak