Skip to main content

Besti leiklutur hjá Mads Mikkelsen



Mads Mikkelsen í nýggja filminum hjá Thomas Vinterberg "Jagten", sum júst er sýndur á filmstevnu í Cannes

Danski rithøvundurin og tíðindamaðurin Bo Green Jensen skrivar hvønn dag úr franska miðjarðarhavsbýnum Cannes, har 65. filmstevna er í hesum døgum. Hvønn dag leggur hann dagbók út á Facebook til vinirnar at deila. Dagbókin fyri fjórða dagin í Cannes ljóðar soleiðis:

Cannes Dag 4. Stor aften med Thomas Vinterbergs Jagten, som den internationale presse tog særdeles godt imod. Stærk film om falsk pædofilianklage, som vender op og ned på lille samfund og knuser et menneskes liv overnight. Mads Mikkelsen i den bedste herrerolle til nu.
Donsk bløð vita í dag at siga, at filmurin Jagten verður ikki sýndur í Danmark fyrr enn í janur 2013. Men vinnur filmurin virðisløn, so sum góða umtalan kundi bent á, so giti eg at filmurin heilt vist verður framskundaður og - hvør veit - kanska eisini at síggja her í filmsleysa landinum fyri norðan.