Myndin omanfyri er tikin av Facebook og sýnir Jan Lamhauge, uttan fokus. Sjálvur setur hann seg til viks og letur myndina fokusera á Rock and Roll skeltið á vegginum aftanfyri. Helst ein tøkni, sum er í myndaviðgerðini Instagram.
Í sjónvarpssendingini Brandfellurnar er fokus hvast og týðuligt. Jan er einsamallur ritstjóri, researchari og spikari. Afturat sær hevur hann nakrar fáar teknikarar. Eg veit ikki, hvussu langa tíð Jan hevur brúkt uppá sendingina, men á skíggjanum er hetta ein sending, ið er lægri enn hugtakið low budget loyvir, tá evnið er so álvarsligt og fevnir um so nógvar sendar minuttir. Og gamaní, ein grafikari kundi verið keyptur inn í sendingina, so vit við sjeytummaseymi fingu teknað og sligið fast, hvat lógin sigur um vindeygu og rýmingarvegir, har fólk búgva.
Men stakkalastás var óneyðugt, tá gongd kom á sendingina, sum lýsti hendingina, tá tríggir dreingir doyðu í eldsbruna í Ravnsoyargøtu í Havn í 2006. Teir fáu staklutir, sum sendingin bygdi á, vóru so sterkir og sannførandi, at grafiskt pynt var ikki neyðugt. Sendingin var skorin inn á bein og skakandi í sínum einfeldni.
Í almenna rúminum verða vit ferð eftir ferð sannførd um, at tað er bara hin kaldi veruleikin, ið kann vinna á uppspunnu søguni. Hesuferð var tað Tórshavnar kommuna, ið fekk leiklutin sum fráverandi myndugleikin, ið ikki røkti sína uppgávu. Ístaðin fyri at medvirka í fólksins miðili og fáa høvi at grípa í egnan barm, avnoktar høvuðsstaðarkommunan alt samskifti. Ístaðin sendir hon Útvarpinum eitt kalligt mótkrav tveir tímar innan sendingina, og tað hoyrist eisini at løgreglan hevur roynt at steðga ella í minsta lagi at ávirka sendingina um Brandfellurnar í Havn. Hinvegin kunnu vit siga at hetta er hin perfekta og mest ynskiliga marknaðarføringin av eini og hvørjari sending. Nú er fokus á hana, sendingina.
Men hetta við at varpa ljós á seg sjálvan og egin avrik eru ikki ørindini hjá Jan, einasta programmedarbeiðara í sendingini. Jan er greitt talsmaður hjá teimum, ið leita eftir íbúð í høvuðsstaðnum, og síðan brúka restina av lívinum at rinda hesa ólukku íbúð, tí eingin annar valmøguleiki er. Vilt tú búgva í Havn, so mást tú taka av teim tilboðum, sum eru, antin til leigu ella sølu, og so sum tú megnar at rinda. Aðrir møguleikar eru ikki. At leggja seg trygt at sova, er ikki ein sjálvfylgja. Tí ábyrgdarhavandi myndugleiki, byggideildin hjá Tórshavnar kommunu, røkir ikki sína uppgávu og øll síggja vit, at hesin myndugleiki ikki eingang brýggjar seg um damage control og enn minni vil møta borgaranum í public service miðilinum hjá Jan og teimum. Hetta er vánaligasti leiklutur ein myndugleiki kann áleggja sær sjálvum, betrivitandi at tiga.
Nei, her skal tøgnin ikki sleppa at ráða. Tað hevur fólksins umboðsmaður, í hesum føri Jan Lamhauge, sett sær fyri. Og tað riggar. Eftir hesa útpurring má okkurt henda á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum.
Í Ravsoynargøta standa tvey hús til sølu. Eftir sendingina Brandfellurnar er tað helst ein nógv størri avbjóðing hjá Inni at selja ikki bara hesi bæði húsini, men hús yvirhøvur. Og soleiðis skal tað vera, tá ein public service miðil veruliga er í fólksins tænastu. Tá er hann okkara. Til lukku við avrikinum, Jan!