Skip to main content

Posts

Havnin í hæddini

Í Havnini eru nógv fjald myndaevni, eisini mitt á Vaglinum. Í eini myndabók, sum Tórshavnar kommuna gav út í 1976, Tórshavn , verður Havnin lýst í svørt hvítum myndum hjá Alan Brockie og Kalmari Lindenskov og teksti, sum eg eri vissur í at Gunnar Hoydal hevur skrivað, hóast tað ikki verður sagt. Aftast er kapitulin Havnin í vøkstri , har nomið verður við býarplanlegging. Spurt verður, um tað er rætt at byggja høgt og tætt í miðbýnum. Og so verður ein mynd sýnd, sum er tikin í Boysensgarði, aftanfyri Gamla Bókahandil, upp móti Hotel Hafnia. Ein sjónarvinkul, sum tá eins og nú sigur alt. Eitt forvitnisligt myndaevni, vit sjálvdan síggja, hóast tað er mitt i Havn og opið fyri almenninginum.

Rock'n Roll Choir Boy

Fríggjadagin klokkan fýra lat Tutl dyrnar upp á Glade Hjørn. Sveinur Gaard Olsen, ella bara Sveinur, sum vit kenna hann frá sjónvarpssendingini X-faktor, legði fram nýggja fløgu, Rock’n Roll Choir Boy . Nógvir autografar vórðu skrivaðir og Gissur og Kristian bryggjaðu kaffi, meðan fløgan spældi og fólk hugnaðu sær í góða veðrinum, inni og úti. Sum sæst niðanfyri vóru eisini nógv børn samankomin at fáa autograf frá Sveini, antin í eitt skrivihefti, ella á nýggju fløguna. 

Topput dunna í Súpanarvík

Í Súpanarvík, yviri við Strond, niðanfyri trøðna hjá Sjúrði hjá Júst, har sum Boðanesheimið verður bygt, sá eg hesar marglittu dunnur á middegi. Serliga áhugaverd er dunnan við ljósum toppi, mitt fyri. - Hatta er bara ein vanlig topput dunna, sigur Jónheðin Tróndheim, ið er inniløgumaður, ið veit mangt og hvat um landbúnað. - Mær vitandi er hatta eitt fyribridgi, sum sæst rættiliga javnan. Men ungarnir, sum hava topp, doyggja ofta ungir, tí hinir ungarnir ganga og nippa í toppin, so tað at enda kemur bruni í. Nakað so greiddi Jens Reinert mær frá um topputu dunnurnar, sigur Jonheðin. Í baksýni sæst ein gul broyt niðri við sjóvarmálan. Arbeiður hon ikki við sjóvarhita, so arbeiðir hon við nýggjari kloakk. Gamla kloakkin, sum var her, er langt síðani tikin burtur av brimi. Tekniska nevnd í Tórshavnar kommunu setti sær fyri í 2005 at reinsa allar áir og vágir komandi fimm árini. - Ætlanin er, at børn aftur kunnu spæla ekkaleys í áunum og fram við strendurnar. Sum støðan var,

A kick in the nuts is not a joke

17. august letur ungi havnarmaðurin Jóhan Martin Christiansen upp framsýning í Galleri Henningsen í Fredriciagade í Keypmannahavn, har Mikkel Carl er kurator. Heitið á framsýningi er Crazy, Zig-Zag ~ About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R Í innbjóðingini til framsýningina stendur soleiðis at lesa: A kick in the nuts is not a joke. The shoreline moves back and forth. Almost zigzagging. If you look upon it as form and material, the beach represents geometry and the sea melancholy. Or is it the other way around? Melancholy is a trace left by a previous intensity. It therefore has a certain predictability to it, a built-in expectation of itself, while geometry seems somewhat different, shy and unknown. It develops within a closed circuit. If geometry and melancholy constitute a single structure – horizontal and vertical lines describing a plane – the problem is to find a measure for this structure. If it is an organ, it's an organ wi

Fagurfrøði ein sunnudag

Meðan útvarpsmaðurin kønkar seg gjøgnum niðurskrivaða tekstin, fylli eg bensin á bilin við Ringvegin í Havn. Hyggi yvir á blásvarta veggin, har eitt av Føroya vakrastu búmerkjum stendur: Svimjihøllin í Gundadali og svimjarin, ið grevur seg gjøgnum alduna. Hann er bara ein krúlla, svimjarin á aldukambinum, og skeiklast strikan eitt lítið vet, so er tað ikki longur ein svimjari, men heldur nøsin á Williami Heinesen, ella í ringasta føri Óla Andnegl. Men tað er bert ein hóttafalshugsan, sum er púra ógrundað. Hetta er ein greiður, framtøkin svimjari, ið sigur tað, sum sigasta skal, meðan tangin fyllist. Tí hetta er Svimjihøllin. Búmerkið varð gjørt til eina kapping í 1987 og hevur hingið til denna dag og vónandi nógv ár afturat. Ole Wich stóð fyri avrikinum. Frammfyri síggjast hendurnar á kavandi svimjigentuni hjá Hans Paula Olsen. Eitt meistarligt búmerki, tað á vegginum, sum tolir nógvan grafiskan larm, frá ljósmastrum, skýlum, Eik og Trygging. Bygdaliga fagurfrøðin í Sundalagnu

Summarkrím

So er summarferian byrjað. Meðan silvitni er á fjørðinum er hostandi neyðugt at blaða upp í Gomlum føroyskum heimaráðum hjá R. K. Rasmussen, Eiðisdoktaranum , at vita um hann hevur góð ráð at basa krími. Jú, millum farsóttir og mótloysi stendur á blaðsíðu 74 at klovin leykur kann vera lagdur í kotalumman, ella enn betur, at ung genta leggur leykin í bróstalumman. Tá kennist roykurin av honum hvørja ferð hon nærkast ovninum ella eldinum, og tað svíður í eygunum. Og so er umráðandi ikki at ganga hattleysur. Hinvegin verður 40 ára gamal maður í 1947 endurgivin fyri at siga: “Tá ið ein maður rósar sær av, at hann ongantíð hevur havt krím, svari eg: So hevur tú ongantíð verið heilt frískur.” Sagt verður frá at beinkrím kom við handilsskipum og at saksunarsjúkan var beinkrím, t.e. krím, ið virkti í beinunum. Rasmus Kristen Rasmussen (1886-1961) var lækni á Eiði í 32 ár, frá 1920 til 1952. Serliga kendur er hann fyri at finna orsøkina til nátasjúku . Hann var føddur í Aarhus og and

Fyltur lundi á ólavsøku

Gamalt var at nólsoyingar bóru lunda til Havnar á ólavsøku. Og so varð gjørt í dag. Ivan Holm kom úr Nólsoy við eini byrðu av lundum, einar 35, sum hann sjálvur hevði fingið á fleygi í Niðaru Tugvu í sessi nummar fimm. Lundarnir eru royttir við roytimaskinu, 14 við høvdi. Guðrun, Helena og Annika fyltu lundarnar við deiggi við rosinum í. Prikað verður hol á lundarnar, so teir ikki bresta í grýtuni. So verður kókað og borðreitt. Ein siðsøgulig delikatessa úr føroyska køkinum.

Listalig ólavsøka

Listin er við sítt fríska lív í Havn. Tað sæst á ólavsøku. Eyðun av Reyni sýnir fram í gamla ateliérinum hjá pápanum, Ingálvi av Reyni, har hann nú arbeiðir, á Lützenstrøð 13. Nærum eins spennandi og veggir og tey 23 løriftini er gólvið, sum andar av føroyskari listasøgu. Eg fekk Eyðun at seta seg sum ein indianara við krosskastaðum beinum mitt á gólvið hjá pápanum. Í næstu húsum, nýklødd við svørtum bylgjuplátum, fram við trappunum oman á Frúutrøð, hevur arkitekturin Robert Thomassen gjørt býarinnar ljótastu fasadu til eitt steyrrætt listaverk, ið skoðar yvir allan býin. Spennandi.   Grafikarin Marius Olsen er niðri í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram saman við finsku Ilona Raipala. Uttan iva er Marius okkara so nógv besti grafiski listamaður.       Í næstu hølum, teim søguligu hjá Öström, har skipar felagsskapurin LGBT fyri lista- og vísindaframsýning við spyrjandi heitinum Hvat er natúrligt? Millum fyrilestrarnar og listarligu avrikini er Aggi Ásge

Meta og Bjarni flyta

Í dag, ólavsøkuaftan, søgdu Meta og Bjarni farvæl. Tey hava selt húsini og flyta til Vedbæk í Danmark. Nú fáa vit nýggjar grannar og kanska nýtt útsýni. Nógv fólk var komið saman í gomlu hitamiðstøðini, sum nú kallast Orkulonin. Saknur fer at verða í teimum, ikki minst tí at Meta hevur verið við í mest sum øllum felagsarbeiði í Tórsbyrgi. Tað var ikki bara Gutti, sum tók lummaklútin fram, tá tey søgdu farvæl. Og so eru stundir til ein seinasta Gammel dansk . Edvard Olsen, lærari og bridgspælari, koyrdi tey bæði, Metu og Bjarna, vestur á flogvøllin. Í túninum veittra øll farvæl og ynskja góða ferð og bestu eydnu við nýggju tilveruni í Danmark. Takk!