Skip to main content

Listalig ólavsøka



Listin er við sítt fríska lív í Havn. Tað sæst á ólavsøku. Eyðun av Reyni sýnir fram í gamla ateliérinum hjá pápanum, Ingálvi av Reyni, har hann nú arbeiðir, á Lützenstrøð 13. Nærum eins spennandi og veggir og tey 23 løriftini er gólvið, sum andar av føroyskari listasøgu. Eg fekk Eyðun at seta seg sum ein indianara við krosskastaðum beinum mitt á gólvið hjá pápanum.


Í næstu húsum, nýklødd við svørtum bylgjuplátum, fram við trappunum oman á Frúutrøð, hevur arkitekturin Robert Thomassen gjørt býarinnar ljótastu fasadu til eitt steyrrætt listaverk, ið skoðar yvir allan býin. Spennandi.

 
Grafikarin Marius Olsen er niðri í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram saman við finsku Ilona Raipala. Uttan iva er Marius okkara so nógv besti grafiski listamaður.
 
 
 
Í næstu hølum, teim søguligu hjá Öström, har skipar felagsskapurin LGBT fyri lista- og vísindaframsýning við spyrjandi heitinum Hvat er natúrligt? Millum fyrilestrarnar og listarligu avrikini er Aggi Ásgeirsdóttir, sum hevur gjørt eina stuttliga parafrasu yvir hestamynd hjá William Heinesen.
 

 
Í Smiðjuni í Lítluvík sýnir Kári Svensson fram og aftantil í hølunum sýnir dótturin, Ásla Rannvá Svensson, fram armbond í klárum litum. Legg til merkis tattoveringina á arminum.
 

Oman gjøgnum Krókabrekkuna koma vit á tal við suðroyingar, sum eru í heimagjørdum húðaskóm, ella rotuskóm. Við minnismerkið yvir Niels R. Finsen fái eg ein teirra at posera fyri myndatólinum.


Og so bjóðar Hallstein til ein góðan bita á Heimasta Horni. Kjøt, fiskur og tvøst. Ein góður dagur, sum enn bara er hálvrunnin, ella reiðiliga tað. Í Fútalág bíðar grýtan við ræstari súpan.