Skip to main content

Fyltur lundi á ólavsøku



Gamalt var at nólsoyingar bóru lunda til Havnar á ólavsøku. Og so varð gjørt í dag. Ivan Holm kom úr Nólsoy við eini byrðu av lundum, einar 35, sum hann sjálvur hevði fingið á fleygi í Niðaru Tugvu í sessi nummar fimm. Lundarnir eru royttir við roytimaskinu, 14 við høvdi. Guðrun, Helena og Annika fyltu lundarnar við deiggi við rosinum í. Prikað verður hol á lundarnar, so teir ikki bresta í grýtuni. So verður kókað og borðreitt. Ein siðsøgulig delikatessa úr føroyska køkinum.

Comments

Birita said…
Altíð hugaligt at lesa tínar greinar Birgir, myndirnar eru fantastiskar, men eg fái eitt sindur ilt í búkin av hasi nr. 2, lundin sær so fittur og lítil út :)