Skip to main content

Posts

Göteborg

Tað regnar í Göteborg og klokkan er útvið fýra, nú eg eri frammi og síggi niður yvir Liseberg. Við pyamasrutuni í morgun fór eg úr Havn og var á flogvøllinum til morgunkaffi klokkan hálvgum átta. Tað mundi eg fingið skeivt í hálsin, morgunkaffið, tá eg sá tilboðshillina í Vágum frammfyri morgunborðinum. Heimsins seinastu sannleiksvitni, Se & Hør , hava í Svøríki og Danmark valt at prenta loynimyndir av naknu Kate Middleton og bretska William prinsi. Guð forbarmi seg. Norðurlendska blaðmannayrkið er ikki longur til morgunmatarborðið. Umborð á Atlantsflogi er hægri journalistikkur í umfari, tá eg lesi Niclas Johannessen, sum ovurfegin og tendraður sum eitt snarljós fortelur um, tá hann í tveir tímar hitti Guðrið Højgaard, nýggja stjóran á Ferðaráðnum. Úr tekstinum sprettir greitt eina nýggj ferðavinnuframtíð fyri Føroyar. Livst, so spyrst. Tendraður av hesum floygdu orðum í blaðnum hjá Atlantsflogi, steðgi eg við eina nýggja matstovu mitt í tollfríu gongini í Kastrup. He

Tað er flott í Føroyum

Tað er flott í Føroyum. Tað sannførdu amerikanskir fotografar meg um herfyri. Clay Lipsky, sum arbeiðir hjá Fox Sports í Los Angeles, tók hesar báðar myndirnar av einum loti, a wind whisper , í Vágsbotni, beint sum hann var komin til Havnar. Nú er tað blivi so flott í Føroyum, at 8 milliónir eru tøkar til útlendskan film. Tað hevðu nú verið flottari at sett milliónirnar í eina føroyska filmsætlan. Fyri ikki um at tala eina enn størri útlendska filmsætlan, sum er ávegis til Føroya. Jú, tað er flott her. Tað siga útlendingar okkum. Trúgva vit uppá tað sjálvi?

Heystjavndøgur

So er heystjavndøgur og vit gomlu skúlafelagar hava gjørt av at møtast aftur. Vit eru Jóhan Petur, Jógvan, Martin, Hans og Anfinnur. Vit byrja klokkan trý við vektina á Vestaru bryggju og fara inn í stóra bygningin hjá Tórshavnar Havn, har Saltsølan, Tunnuvirkið, Effo, Norsk Veritas og onnur vóru fyrr. Ole Wich, sum tók myndina av okkum í lyftuni, omanfyri, tekur ímóti. Hans stendur í hurðaopinum sum ein nútíðar kovboy úr einum spagettiwestern við tveimum fyltum posum til dagin og vegin. Hetta verður gott! Ole Wich, sum hevur verkstað her úti, førir okkum upp á hægri hæddir í stóru ídnaðarlyftuni. Amerikanarin Joel Cole hevur eisini verkstað her úti. Hann greiðir frá, hvussu hann kom til Føroya sum skiftisnæmingur, hvussu lívsleiðin seinni lagaði seg og um alt timbrið, hann hevur tikið við sær til Føroya úr heimstaðnum í Minnesota. Sum sæst á myndunum er tilfarið rúgvusmikið. Vakra skápið niðanfyri hevur Joel gjørt til eina kvinnu. Og tað er sólarklárt, at júst 

Bjarne Werner Sørensen

Fríggjadagin lat upp framsýning í Steinprenti á Skálatrøð, ið fevnir um tíggju ára samstarv millum Bjarne Werner Sørensen og grafiska verkstaðin, har listamaðurin m.a. hevur gjørt tríggjar røðir av steinprentum. Bjarne er danskur listamaður, ið er ættaður úr Froðba, og er tískil eitt av teim útvið hálvthundrað listafólkunum, sum eru lýst í bókini Livandi list - 49 nútíðar føroysk listafólk (Inger Smærup Sørensen 2008). Hann er føddur í Danmark í 1960, útbúgvin á Det jyske Kunstakademi í Aarhus, árini 1981-1985 og starvast til dagligt í Keypmannahavn. Bjarne hevur sýnt fram kring allan heim og hevur eisini skipað fyri fleiri framsýningum í Føroyum. Síðan byrjanina hevur hann verið limur í Heystframsýningarbólkinum á Skipasmiðjuni og hevur gjørt teirra framsýningarkatalog á hvørjum ári. Í ár er eingin Heystframsýning, men henda framsýningin á Skálatrøð er opin til 17. november.   Í sambandi við framsýningina í Steinprenti er plakat gjørd og eitt snøgt katalog við