Skip to main content

Tað er flott í Føroyum




Tað er flott í Føroyum. Tað sannførdu amerikanskir fotografar meg um herfyri. Clay Lipsky, sum arbeiðir hjá Fox Sports í Los Angeles, tók hesar báðar myndirnar av einum loti, a wind whisper, í Vágsbotni, beint sum hann var komin til Havnar. Nú er tað blivi so flott í Føroyum, at 8 milliónir eru tøkar til útlendskan film. Tað hevðu nú verið flottari at sett milliónirnar í eina føroyska filmsætlan. Fyri ikki um at tala eina enn størri útlendska filmsætlan, sum er ávegis til Føroya. Jú, tað er flott her. Tað siga útlendingar okkum. Trúgva vit uppá tað sjálvi?