Skip to main content

Heystjavndøgur


So er heystjavndøgur og vit gomlu skúlafelagar hava gjørt av at møtast aftur. Vit eru Jóhan Petur, Jógvan, Martin, Hans og Anfinnur. Vit byrja klokkan trý við vektina á Vestaru bryggju og fara inn í stóra bygningin hjá Tórshavnar Havn, har Saltsølan, Tunnuvirkið, Effo, Norsk Veritas og onnur vóru fyrr. Ole Wich, sum tók myndina av okkum í lyftuni, omanfyri, tekur ímóti.


Hans stendur í hurðaopinum sum ein nútíðar kovboy úr einum spagettiwestern við tveimum fyltum posum til dagin og vegin. Hetta verður gott!


Ole Wich, sum hevur verkstað her úti, førir okkum upp á hægri hæddir í stóru ídnaðarlyftuni.


Amerikanarin Joel Cole hevur eisini verkstað her úti. Hann greiðir frá, hvussu hann kom til Føroya sum skiftisnæmingur, hvussu lívsleiðin seinni lagaði seg og um alt timbrið, hann hevur tikið við sær til Føroya úr heimstaðnum í Minnesota. Sum sæst á myndunum er tilfarið rúgvusmikið.


Vakra skápið niðanfyri hevur Joel gjørt til eina kvinnu. Og tað er sólarklárt, at júst passión er í øllum arbeiði og tilfari, sum Joel arbeiðir við og fortelur okkum um.


So fara vit inn í grannarúmið hjá Ole Wich. Her er dekkað upp við turrum fiski, eplum og spiki. Borðið, sum stendur á tveimum leypum úr Skansabrekkuni, er gjørt úr restum av bláa konteynaranum hjá Tróndi Patursson. Ole greiðir frá um endnurnýtslu, eisini í listarligum høpi.


Hurðar, veggir og vindeygu eru eisini endurnýtt. Blá-gula hurðin er úr húsunum við Skipasmiðjuna, sum pólskir arbeiðsmenn búðu í til tað brendi. Reyði veggurin er úr einum húsum í Kardumummubýnum, Oman Stóragarð, og eitt hvítt vindeyga er frá Landsbókasavninum.


So eru stundir at fara víðari. Klokkan er fýra og Jógvan trýstur á knappin í lyftuni á Saltsøluni.


Vit ganga gjøgnum Skipasmiðjuna, har Teistin stendur á beding. Sum sæst hava vit funnið góðan húgvustuðul í Effo.


So sigur skráin Skeivapakkhús, har Heine Lützen tekur ímóti. Hann sigur frá um bygningar í slektini og um tankar, tey hava um framtíðina í júst hesum hølum, Skeivapakkhúsi.


Skeivapakkhús er ein perla, bæði sum staður og bygningur. Aftantil, niðan móti Sigmundargøtu, eru høli við føstum skrágólvi. Eitt upplagt auditorium og listabiografur.


Ein rundferð í Skeivapakkhúsi avdúkar at hetta er eitt listaverk, sum er bygt vindskt á eitt trapetzformað grundstykki. Eisini samkomingarnar í bjálkunum eru listinlærdar.


Øll Vestara Vág er frítt fyri tá hurðarnar í vegginum verða latnar upp. Betri staður fyri matstovu og uppliving finst valla í høvuðsstaðnum. Og Hans sær longu fyri sær, hvussu ovasta hæddin kann innrættast og brúkast.


So fara vit inn í ljósu fabrikkina hjá Öström. Jan Anderson tekur ímóti og bjóðar ein ráka. Vit heilsa uppá grafisku listafólkini Bjarne Werner Sørensen, sum stillar út í Steinprenti beint nú, og Peter Carlsen úr Holbæk, sum júst er komin á verkstaðin at arbeiða. Saman við teimum eru Kinna Poulsen og Brandur Patursson.


So er taxabilurin hjá Magnusi Fuglø í túninum. Hann skal koyra okkum allar í einum háli niðan í Bowlinghøllina á Hálsi.


So eru skógvarnir skiftir og kúlurnar klárar. Tað er javndøgur, so nú er at viga væl, fyri og ímóti, at tryggja at alt er í javnvág og ikki rullar út í skeiva borðið.


Húgvustuðulin er aftur inn í myndini. Men tað bøtir ikki nógv um úrslitið hjá mær.


So fara vit út til Martin at gera klárt til døgurðan. Men fyrst eru tað instrumentini í kjallaranum, tey tónlistarligu og tey vøddamíkjandi.


Gittararnir eru mangir, akustiskir og elektriskir, og so ein bassgittari, sum Anfinn hevur um hendi. Hann strálar sum ein sól, Anfinn við gittaranum.


Vit grilla neytakjøt á gassfýrdu Webergrillini undir nýggum markisum í havanum hjá Martini. Undir hitastrálarunum er heitt og fjálgt.


Jógvan, sum er kokkur hjá Maersk, veit nær kjøtið er steikt. Og so dugir hann øll kynstur at fáa grillina at brenna.


So er kokkurin farin í hvítt fyriklæði, svintu, inni í køkinum. Kjøtið verður skorið, meðan Hans ger sósina lidna og Martin setur á borðið.


Eftir eina vælsmakkandi máltíð fara vit á Spotify og royna nýggja stereoanleggið og flatskermin hjá Martini. Eftir nógvan tónleik og rútmiskt samanspæl, eru vit komnir til seinasta part av skránni. Tað er eitt búgvið borð við osti uppi hjá Jógvani við Dalavegin. Vit ganga eftir gomlum gøtum, framvið Hvarvið, gjøgnum Mikkjalstrøð og beint tvørtur um bøin til Dalavegin. Ein frálíkur dagur við vinmonnum, upplivingum og góðum mati er komin at enda. Takk fyri í dag!