Skip to main content

Posts

Tóroddur á vegginum í ALS

Tá tú kemur inn í avgreiðsluna í Arbeiðsloysisskipanini, ALS, við Tinghúsvegin í Havn, sært tú eitt litfagurt uppslag á gráa vegginum til høgru. - Tað er hin aktuelli rithøvundurin og virðislønarmóttakarin, Tóroddur Poulsen, sum hevur skrivað eitt ørindi til tey arbeiðsleysu á veggin, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari, væl nøgdur. Tá orðini, veggurin og útsýnið eru sodnað við diskin, má eg sanna, at hetta er eitt framúr dømi um list, sum verður brúkt í gerandisdegnum, har tú minst væntar at síggja hana. Og samstundis eitt listarligt avrik, sum júst tí ger serligan mun. So vøkur orð væntaði eg ikki lesa her. Takk fyri!

Biðið, so skal tykkum verða givið

Fríggjadagurin var hendingaríkur í Havn. Sum bíbliuorðið á vegginum í Havnar kirkju hevur sagt í allar okkara dagar, so ber til at biðja, og tað á so ymsan hátt. Til henda dag høvdu ungu menninir í dómmálmsbólkinum Hamferð við faldaðum hondum biðið um loyvi at brúka Dómkirkjuna til konsert við egnum sangum. Men langt var til kvøldið. Eftir eina viku við krími, byrjaði mín arbeiðsdagur við einum øðrum slagi av bøn. Tað var skúlabønin um framtíðar bókina, sum skal verða samvirkin, og tí kann kallast ein s-bók. Men her skulu nógvar bønir svarast, skal tað eydnast at skapa samvirknar bøkur, sum ikki eru á prenti og enn minni fara um ein vanligan handilsdisk. Bønin er til mannin í erva, mentamálaráðharran, at fáa fígging at menna hesa tøkni og gera hana hóskiliga og innihaldsríka til okkara endamál, sum lesiætlanirnar siga á øllum stigum í føroyska skúlanum. Her er tað mín starvsfelagi Dorit Hansen, sum við opnum hondum greiðir miðnámslærarum frá um eina ætlaða s-bók í enskum, s

Tóroddur og Bjørn

Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, handaði í kvøld Tóroddi Poulsen Mentanarvirðisløn Landsins , sum er 150.000 krónur. Handanin fór fram í Spaniastovu í Klaksvík, har Turið Sigurðardóttir bar fram røðu um Tórodd. Eg avmyndaði teir báðar, Bjørn Kalsø og Tórodd Poulsen, á bókamessu í Göteborg í september í fjør, har teir eisini hittu Bertil Falk, sum stovnaði bókamessuna. Niðanfyri er mynd av einum vælnøgdum og ikki sørt forherðaðum Tóroddi við prentinum Løgmaður í klønum tráð og bókini Avbyrgingar í Steinprenti í november. Silja Strøm, myndlistakvinna, fekk Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 krónur. Silja er ættað úr Vestmanna og lesur og arbeiðir í Glasgow. Eftir handanin helt Nils Orth, savnsleiðari, ein fyrilestur. Næsti virðislønarmóttakari var Marianne Clausen, vísusavnari, sum hevur lagt seg eftir at savna Kingo- og kvæðaløg. Zakarias Wang segði nøkur orð um virksemi hennara. Sømdargávur landsins, frá og við í ár og restina av lívinum, fara til

Tá menn eru í skotmála

Hetta er lyklasenan í danska filminum Jagten . Susse Wold spælir barnagarðsleiðarin Grethe, ið tosar við gentuna Klaru, sum hevur funnið uppá eina søgu um arbeiðsleysa læraran Lucas, ið hevur sonin Marcus, og júst hevur fingið arbeiði í barnagarðinum, tí skúlin í bygdini er lagdur niður. Lucas er granni og besti vinur hennara í tøttu donsku bygdini. Í Havnar Bio er steðgur mitt í filminum, so fólk kunnu leska sær á við onkrum úr kioskini. Í steðginum vóru fleiri sannførd um, at konufólk mugu ikki arbeiða á barnagørðum. Í hvussu er ikki, um tær ganga í langari ullatroyggju við snurlutum mynsturi og bundnum belti um miðjuna og tutla hjálparleyst í krókunum. So stórur er teirra umsorganarsvíkur í hesum filmi, sum byggir á veruliga søgu. Umsorganarsvíkur, frá kvinnuligum starvsfeløgum mótvegis einasta manninum á arbeiðsplássinum, er kjarnin í hesum filmi. So tað stendur eftir í. Happing, go home. Var eg kvinna og arbeiddi í barnagarði, hevði eg ikki vágað mær aftur til arbeiðis við tað

Tríggir norðurlendskir filmar í uppskoti

Í dag varð kunngjørt hvørjir filmar og hvørji filmsfólk eru í uppskoti at fáa Oscarvirðislønir , sum á 85. sinni verða latnar í ár. Tveir norðurlendskir filmar eru við í kappingini at gerast besti útlendski spælifilmur. Teir eru norski Kon-Tiki, sum Joachim Rønning og Espen Sandberg hava leikstjórnað, og hin danski En kongelig affære , sum Nicolaj Arcel hevur leikstjórnað. Svenski heimildarfilmurin Searching for Sugarman (Malik Bendjelloul) er skotin upp at verða besti altjóða heimildarfilmur í spælifilmslongd. Tveir teir síðstu hava longu verið vístir í Havnar Bio og 4. apríl vísa tey Kon-Tiki . Fleiri aðrir áhugaverdir filmar hava verið í heimliga biografinum, og fleiri eru ávegis, fyrst og fremst Lincoln hjá stóra amerikanska filmpedagoginum Steven Spielberg, sum í tólv førum er skotin upp, og sum eg vænti fær fleiri enn ein Oscar. Og so er tað  Django Unchained hjá harðskapsestetikaranum Quentin Tarantino, sum í fimm førum er skotin upp, men sum eg giti ongan Oscar fær í ár,

Í bestu harutíð

Í bestu harutíð fekk eg høvi at taka myndir av Thomas Vinterberg og børnum á tokstøðini í Lübeck. Har hevði Thomas, sum er danskur leikstjóri, akkurát vunnið virðisløn fyri nýggja filmin Jagten . Meir um tað seinni. Nú harutíðin er av, er kunngjørt nýtt áhugafelag fyri føroysk marknaðarfólk. Spennandi og viðkomandi við tílíkum felag í hesum døgum, nú prædikumenn hava avdúkað Helviti á jørð, beint nú, og við Bíbliuni sum ferðaleiðara - og verða meldaðir. Tað var ikki gamalt. Heldur ikki var tað gamalt at menn arbeiddu í barnagarði og einsamallir skiftu blæu. Tí skulu vit hava barnaváttan, reina revsiváttan og gjøgnumskygdar rútar allastaðni, har potentiellir harumenn eru í barnagarðinum. Einki er sum fyrr, hvørki patrónir ella bíbilsk náði. - Hetta er komið út á eina grensu, har talan er um kriminalisering av fakfólki, sigur skilagóða forkvinnan í Pedagogfelagnum í Útvarpinum í dag. Men hví er hetta kjak komið til Føroya? Og hvat er kjølfestið? Er nakað veruligt dømi beint nú u