Hetta er lyklasenan í danska filminum Jagten. Susse Wold spælir barnagarðsleiðarin Grethe, ið tosar við gentuna Klaru, sum hevur funnið uppá eina søgu um arbeiðsleysa læraran Lucas, ið hevur sonin Marcus, og júst hevur fingið arbeiði í barnagarðinum, tí skúlin í bygdini er lagdur niður. Lucas er granni og besti vinur hennara í tøttu donsku bygdini. Í Havnar Bio er steðgur mitt í filminum, so fólk kunnu leska sær á við onkrum úr kioskini. Í steðginum vóru fleiri sannførd um, at konufólk mugu ikki arbeiða á barnagørðum. Í hvussu er ikki, um tær ganga í langari ullatroyggju við snurlutum mynsturi og bundnum belti um miðjuna og tutla hjálparleyst í krókunum. So stórur er teirra umsorganarsvíkur í hesum filmi, sum byggir á veruliga søgu. Umsorganarsvíkur, frá kvinnuligum starvsfeløgum mótvegis einasta manninum á arbeiðsplássinum, er kjarnin í hesum filmi. So tað stendur eftir í. Happing, go home. Var eg kvinna og arbeiddi í barnagarði, hevði eg ikki vágað mær aftur til arbeiðis við tað fyrsta, so skakandi er søgan. Hesar kvinnur mugu í viðgerð. Fyri tveimum árum síðani var læknin Vibeke Manniche ein av donsku serfrøðingunum, sum skrivaðu Barnets Reform fyri myndugleikarnar, so børn, ið komu illa fyri, kundu loftast. Mektiga Manniche er hin fyrsta og higartil einasta at kolldøma filmin og sigur í pressuni, at Vinterberg gongur ørindi fyri pedofilar menn. Gud forbarmi seg fyri kargan sosialan førleika. Men kanska er tað patriarkala skipanin, ið skapar hesar kvinnur og føðir teirra nevrosur millum mús og menn, frá villdýrafelagsskapinum, har teir skjóta í skógini, umvegis djevulska Brúksuhandlaran, stórlimaða slaktaran og fámæltu løgregluna, til kirkjuna, har høvuðspersónurin verður settur á dyr undir jólaguðstænastuni, tí nú vil hann sláast við besta vinin, meðan prestur talar um Jesusbarnið og børnini syngja um Betlehem og barnagarðsleiðarin stjórnar á altarinum. Hetta eru sterkar sakir, ið ikki eru fyri sartar sálir í betra borgarskapinum. Thomas Vinterberg er aftur á hædd við Festen og einum dismi av Submarino eisini. Ivaleyst besti norðurlendski filmur, sum til ber at síggja á okkara leiðum. Far og hygg, sigi eg bara. At enda verður tú skotin í honum, filminum Jagten.