Tá tú kemur inn í avgreiðsluna í Arbeiðsloysisskipanini, ALS, við Tinghúsvegin í Havn, sært tú eitt litfagurt uppslag á gráa vegginum til høgru. - Tað er hin aktuelli rithøvundurin og virðislønarmóttakarin, Tóroddur Poulsen, sum hevur skrivað eitt ørindi til tey arbeiðsleysu á veggin, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari, væl nøgdur. Tá orðini, veggurin og útsýnið eru sodnað við diskin, má eg sanna, at hetta er eitt framúr dømi um list, sum verður brúkt í gerandisdegnum, har tú minst væntar at síggja hana. Og samstundis eitt listarligt avrik, sum júst tí ger serligan mun. So vøkur orð væntaði eg ikki lesa her. Takk fyri!