Formur og litir floyma úr opinum, tá eg lati vetrartungu dyrnar upp í Stephansenshúsi á Kongabrúnni í Havn. Gulir og reyðir, abstraktir og sterkir. Formur og litir, sum skapa myndir. Tríni innar og perspektivið skjýtist, hvat er fremst, hvat er aftast. Fólk í málningum, fólk í ljósi, fólk á gólvi. Ljósið er baðað í litum, sum eg tríni inn í. Er tað eitt eygað, ella eri eg eitt eygað. Hansina stillar ljósið og fólk ganga framvið, skifta orð, inn og út av málningunum. Sum eitt ekkó úr Sankta Frans filminum í Havnar Bio í 1972, skrivar Tóroddur Poulsen í myndaskránni um tey bæði, systir mána og bróðir sól: mánin át eina sitrón og fór upp sólin át eina appilsin og fór níður (Tóroddur Poulsen) Í myndaskránni skrivar Inger Smærup Sørensen: Á einum lørifti myndast ein djúpt appilsingulur flati, eitt hvítt ovalkent skap, eitt myrkaviolett amorf runt skap og eitt ljóst turkis ógreiniligt, skínandi skap. Fýra myndalutir, hvørs viðurskifti við hvønn annan eru ógreinan