Skip to main content

Myndatrot


Flestu okkara, sum liva so langt norðuri, kenna hesa ársins tíð til vitamintrot. Tí lata vit okkum lættliga freista av sólferðum til Mallorka ella Vesturindia. Eitt annað slag av troti gekk upp fyri mær fríggjadagin, tá eg blaðaði gjøgnum Dimmalætting, Føroya elstu avís og hin einasta, ið kemur fimm ferðir um vikuna. Eg fann ikki eina einastu pressumynd, ikki eina, sum var tikin til útgávuna henda dag. Privatmyndir, savnsmyndir og myndir, sum eru keyptar frá Shutterstock. Kendi eitt pínandi myndatrot í øllum kroppinum og fór at hugsa um plátuhúsan hjá Frank Zappa, omanfyri, har hann leitar til tað mest einfalda, tá øll symbol eru tømd. Sum lakoniska heitið sigur, so er báturin ov seinur at bjarga druknandi heksina. Meistarin Zappa prikar myndamentanina, ið, so hvørt sum tøknin mennist, tekur eitt fastari og fastari kvørkratak um alt menniskjansligt samskifti og allar galdandi útsagnir, til vit endaliga eru bumbaði aftur til steinøldina og spakuliga kunnu byggja alt uppaftur. Tí í fyrstani var myndin. Einki orð kom til, uttan vit í tilvitskuni fyrstu høvdu eina mynd av orðinum. Tí var myndin fyrst.


Tað er við sorgblídni at eg blaði gjøgnum dagsins Dimmu, har myndlistarligir undangongumenn sum Alan Brockie og Kalmar Lindenskov arbeiddu, og har sum Thomas Johannessen í áttatiárunum legði føroyskar lunnar undir hugtakið pressumynd. Meðan skrivandi journalistar í dag ganga við iPhone og taka myndir, soleiðis hissini, er tað greitt at pressumyndirnar longu eru sendar í gloymskunnar hav. Til dømis hevur ársins besta grein eina so vánaliga clip art mynd, at nú kunnu vit av røttum vænta at pinnamenn verða settir ovast á breddan.


Eg vil skjóta upp at Dimma letur upp fyri tí stóra og virðismikla myndasavni, sum Thomas Johannesen skapti í áttatiárunum, og ger eina almenna myndaframsýning. Tað er í tøkum tíma. Tí yrkið pressufoto er um at gleppa okkum av hondum. Og so skal eg heilsa, at Thomas er í dag sjónvarpsvertur og framleiðari á Fjord TV í Frederiksværk, sum sæst á ómælandi myndini niðanfyri. Tað er bara at trýsta á play.