Skip to main content

Posts

Hvussu eitur München á føroyskum?

Í dag spurdi ein, hvussu München eitur á føroyskum. Eftir øllum sólarmerkjum eitur týski býurin einki annað enn júst München á føroyskum, eins og á øllum norðurlendskum málum, íroknað íslendskum, finskum og sámiskum. Men ikki á enskum, sum sæst omanfyri, og so slettis ikki á fleiri øðrum málum. Stuttligasti formur, eg havi varnast, er italskur. Bara nakrar hundrað kilometur suður úr München kalla tey býin Monaco di Baviera.   So er spurningurin, hvussu skúlabørn í Milano munnu finna fram til München, tá staðurin eitur so løgið navn sum Monaco di Baviera. Tann spurningin lata vit standa ósvaraðan, tí eingin myndugleiki kennir til, at hetta er ein trupulleiki. Og nú vit spæla okkum vit býarnøvnum á fremmandum málum, so er her er ein stuttlig roynd: Hevur tú stundir og áhuga, so er at Googla eitt tilvildarligt býarnavn og skriva wiki afturat. Les so uppslagið á Wikipedia og hygg í breddan til vinstru. Har er sami býur á øllum teim málum, sum eru virkin á Wikipedia, onkuntíð

Til lukku!

Næmingarnir hjá Sakaris Stórá í filmsundirvisingini í Felagsskúlanum á Oyrarbakka handaðu honum í dag eina fitta blómuheilsan. Omanfyri síggjast sjey av teim trettan næmingunum millum pultin og talvuna. Á kortinum, sum Sigrun Gunnarsdóttir handaði, høvdu tey øll skrivað undir hesa heilsan: Góði Sakaris, Hjartaliga tillukku við Grand Prix heiðurslønini Generation 14plus fyri filmin "Vetrarmorgun" í Berlin. Sera, sera flott! Sjálvt ein ferð uppá 1000 míl byrjar við einum feti (Lao Tse). Vit ynskja tær eina bjarta framtíð. Gud signi teg.

Tá fólkaræði riggar!

"Hetta er fólkaræði í funksjón," hugsaði eg í gjár um nátturátíð. Tøkk fái fyrst beinleiðis Tingvarpið , síðani meistarligi Jan Lamhauge í Degi & Viku og síðani frítt florerandi viðmerkingar frá navnsnevndum føroyingum á netinum um, at landstýrismaðurin við mentamálum umboðaði betong og at hann hevði verið til sandblásingar á Læraraskúlanum. Ein almenn perlurekkja, sum hvør á sín hátt lýsir áhugapartarnar í hesum evarska lítla, men uppblásta kjaki um stavrað , sum uppskotsstillarin at enda avdúkaði, hevði til endamáls at banna atlasinum hjá Námi. Fyrst upplivdu vit fyri opnum skýggja í Tingvarpinum tríggjar mytomanar, sum liva í teirra egna søguliga mýrulendi á tingi, Kára P. Højgaard, Hendrik Old og Bjarna Djurholm. Teir hava eins og øll onnur á tingi eitt gildugt mandat. Men hesir tríggir løgtingslimir tosa ikki bara beint í kamera hjá Tingvarpinum, men eisini beint ímóti betrivitandi. Teirra tos fer fram, uttan at nøkur redaksjonell hond ella ætlan er í samskif

Eyðun, Amariel og Kári 10 ár eftir Bommfabrikkina

Fríggjadagin  21. februar letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kára Svensson upp í Galerie Focus í Lambagerði í Havn. Orsøkin er, at árini 1992 til 2004 høvdu teir tríggir ateliér á hvør sínari hædd í gomlu Bommfabrikkini hjá Restorff mitt í Fransabrekkuni í Havn. Bommfabrikkin var tá fyri langari tíð síðani niðurløgd. - Nú eru tað sostatt tíggju ár síðani teir høvdu ateliér har, og hesi árini hava teir fleiri ferð tosað um eina felags framsýning, sigur Marianna Norðoy í tíðindaskrivi frá Galerie Focus. Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin, er opin til 6. mars. Opið er týsdag til fríggjadag kl 15:00-18:00 og leygardag kl 16:00-18:00, og annars eftir avtalu.

Sunnudagur á Syðradalsvegnum

Einki er sum Syðradalsvegurin. Har er útsýni ikki bara út á Koltur og til Vágar, men eisini vestur í hav og upp í loft, har ljósið livir, brýtur sær veg gjøgnum skýggj og rakar sjógvin, havspegilin, og kastar so alt upp í loft av nýggjum. Og so kemur eitt stroyggj, ið dregur fyri og eitt lot, sum turkar alt burtur til nýggjan leik á vágni. Hóast eg einki tjaldur sá, so sá eg nógvan seyð og nógvar gæs. Seyðurin heldir seg til vegin og kennir bilar, motorljóð og lit, allarhelst tí at bóndin fóðrar úr bilinum. Seyðurin er sannførdur um, at eg eri ikki bóndin í bóndabilinum. Tað sært tú í andlitsmyndini omanfyri. Eftir at hava poserað við Kolturi í baksýni eina løtu, kemur rætti fóðurbilurin. Seyðurin tyrpist um trogið og hin morreyði til høgru, niðanfyri, letur renna á bøin. Og yvir øllum er luftin blá. Eisini ein sunnudag á Syðradalsvegnum í februar.

Vártekn

Kanska var tað eitt tekin um vár, eitt vártekn, at proof prentið av Føroyakortinum í dag kom fram eftir tíggju døgum við kurérposti úr London. Um eina viku, leygardagin 22. februar, er 150 ára dagur Jakob Jakobsens  (1864-1918) og dagin fyri er móðurmálsdagur í øllum heiminum. Klassisku portrettmyndina við signaturi tók fotografurin Hilmar Crone (1854-1923) í fotohandlinum Pacht & Crone í Admiralgade 28 í Keypmannahavn. Eins og Pacht & Crone hoyra saman, so hoyra mál og lond saman í allari verðini. Málstrev og landakort ikki minni. Enn eitt vártekn er at lesa Árna Dahl, sum júst hevur fingið Heiðursgávu Landsins . Omanfyri er hann avmyndaður framman fyri Føroya Skúlabókagrunni á Lützenstrøð í Havn, tá hann bleiv stýrisformaður í grunninum í januar 2006. Í nýkomnu bókini Brøv frá Jákupi Jakobsen, doktara  (Fannir 2014) endurgevur Árni úr brævaskifti millum Jákup Jakobsen og systrina Sigrið. Evnið í brøvunum er Generalstaben , sum varð farin at gera Føroyakort og rím

Eitt lív fyri c og cíni

Er eitt lív uttan c og allar hinar stavir í lívsins politiska abc? Tað eru nógv, ið halda, at tað er alt um at gera at sleppa at skriva c. Serliga revolusjónsromantikarar, sum fyri se savnast undir frælsismerkinum C. Teir, haldi allir eru menn, kunnu ikki liva við at Cuba eisini kann stavast Kuba og siga tað sama. Teir, C-menninir, vilja eisini hava børnini at súkkla í skúla við klemmu í brókini á einum cykil. Ja, einum cykil. Tað søddu teir gomle, siga teir, C-menninir. Men í morgunsólini í heimsins besta landi rendi eg meg í eina bók hjá einum øðrum gomlum skilamanni, sum saktans kundi liva við C uttan at tað skar í eyguni og á nakran hátt forðaði fyri leiting í telefonbókini. Tað stóð ikki á at finna Zakarias Wang, Eiden Müller og Petur F. Christiansen. Bæði á gøtuni og í telefonini. Internetsvælsignilsið var enn ikki lýst yvir hesa samkomu í Havnarfyrndini. Og líta vit enn longur aftur í Havnardýrdina, so var kirkjutornið hatursobjektið og ítøkiligi cymbolikkurin uppá emancipasj

Vetrarmorgun vann í Berlin!

Til lukku til tykkum øll í Berlin, sum vunnu altjóða Grand Prix virðislønina í Generation 14plus skránni fyri besta stuttfilmin 2014 - Vetrarmorgun!  Her er alt at lesa um Generation skránna Altjóða dómsnevndin skrivar soleiðis á týsku heimasíðuni: Spezialpreis der Internationalen Jury von Generation 14plus für den besten Kurzfilm , im Wert von € 2.500, gestiftet von der Bundeszentrale für Politische Bildung:  Vetrarmorgun von Sakaris Stórá: In einer kleinen, isolierten Inselgemeinschaft im nördlichen Atlantik erheben sich zwei Mädchen gegen das Unheil der Stigmatisierung. Für seine ehrliche und bittere Darstellung der Beziehungen zwischen diesen beiden besten Freundinnen verleiht die Jury den Spezialpreis für den besten Kurzfilm an Vetrarmorgun von Sakaris Stórá. Paula Danielsen tók myndina av leikstjóra og teimum báðum høvuðsleikarunum við vinningunum í Berlin. Og her er mynd av heiðursskjalinum, har altjóða dómsnevndin skrivar Grand Prix: