Í dag spurdi ein, hvussu München eitur á føroyskum. Eftir øllum sólarmerkjum eitur týski býurin einki annað enn júst München á føroyskum, eins og á øllum
norðurlendskum málum, íroknað íslendskum, finskum og sámiskum. Men ikki á enskum, sum sæst omanfyri, og so slettis ikki á fleiri øðrum málum. Stuttligasti formur, eg havi varnast, er italskur. Bara nakrar hundrað kilometur suður úr München kalla tey býin Monaco di Baviera.
So er spurningurin, hvussu skúlabørn í Milano munnu finna fram til München, tá staðurin eitur so løgið navn sum Monaco di Baviera. Tann spurningin lata vit standa ósvaraðan, tí eingin myndugleiki kennir til, at hetta er ein trupulleiki. Og nú vit spæla okkum vit býarnøvnum á fremmandum málum, so er her er ein stuttlig roynd: Hevur tú stundir og áhuga, so er at Googla eitt
tilvildarligt býarnavn og skriva wiki afturat. Les so uppslagið á Wikipedia og hygg í breddan til
vinstru. Har er sami býur á øllum teim málum, sum eru virkin á Wikipedia, onkuntíð eisini á føroyskum. Plagi
onkuntíð at brúka nýnorskt sum mest ekstrema formin á okkara leiðum, men tað kann skifta, sum í
hesum italska føri omanfyri. Annars siga bókaforløg, ið gera atlas, at bara landanøvn og
ikki býarnøvn verða umsett, tá tílíkar bøkur verða givnar út á øllum heimsins málum.
Umframt landanøvn eru tað bara geografisk fyribrigdi, t.e. fjøll, vøtn, høv o.s.fr., ið verða umsett til tað málið, sum nú einaferð verður arbeitt í, men
bara tá hesi geografisku fyribrigdi fara um eitt landamark. Dømi um hetta er Meksikoflógvi, ið á sponskum eitur Golfo de México og á enskum Gulf of Mexico.
Hetta við at navngeva landafrøðilig nøvn og fyribrigdi annarleiðis, enn í viðkomandi landi, rópa tey klóku exonym. Til dømis eru China og Germany ensk exonym fyri Zhongguo og Deutschland, sum á okkara máli kallast Kina og Týskland. Á Wikipedia er ein enskur listi, sum vísur eitt úrval av landafrøðiligum nøvnum, soleiðis sum tey, ið tosa enskt, hava valt at brúka, til dømis býurin Cologne, sum á týskum eitur Köln. At broytingar eru og altíð fara at verða, tá umræður heimsins mongu landafrøðiligu viðurskifti í einum heimi, sum er alt annað enn statiskur, er hesin feski íslendski tekstur dømi um:
Frá Chile eru íslendingar nú farnir at skriva Síle. Í Íslandi siga og skriva tey eisini Gvæjana fyri Suðuramerikanska landið Guyana. Og so má eg reklamera eitt sindur fyri okkara føroysku Wikipedia. Har er frítt fyri at skriva um München á føroyskum:
Tað er bara í felag at vit skapa og laga okkara mál til praktiska
nýtslu. Eisini við hini føroysku Wikipedia.