Skip to main content

Til lukku!


Næmingarnir hjá Sakaris Stórá í filmsundirvisingini í Felagsskúlanum á Oyrarbakka handaðu honum í dag eina fitta blómuheilsan. Omanfyri síggjast sjey av teim trettan næmingunum millum pultin og talvuna. Á kortinum, sum Sigrun Gunnarsdóttir handaði, høvdu tey øll skrivað undir hesa heilsan:
Góði Sakaris, Hjartaliga tillukku við Grand Prix heiðurslønini Generation 14plus fyri filmin "Vetrarmorgun" í Berlin. Sera, sera flott! Sjálvt ein ferð uppá 1000 míl byrjar við einum feti (Lao Tse). Vit ynskja tær eina bjarta framtíð. Gud signi teg.