Skip to main content

Posts

Vælkomin til Havnar!

Súsanna Sondum samskipar skránna fyri Mentanarnáttina í Havn. Skráin er rúgvusmikil og byrjar longu frá morgunstundini. Súsanna er avmyndað á Vaglinum frammanfyri arbeiðsplássinum, ið er Kunningarstovan, sum er í somu hølum sum Gamli Bókahandil. Mentanarnáttin, eisini nevnd lítla ólavsøka, hevur verið fyriskipað síðani 2001. Sum sæst, stavar sólin so beint á Súsonnu og alla Havnina í dag, at tað er ivasamt um sólin hevur nakra megi aðrastaðni. Eitt av afturvendandi myndaevnunum í miðbýnum í Havn er kioskin hjá Astu, í Tinghúsgarðinum undir Telefonstøðini, har løgtingið nú heldur til. Í morgunsólini hevur hon rímiligvís ikki latið upp enn, men reyða bókatræið, helst hitt vakrasta í Havn, og grøna ahorntræið, eru eins spennandi fyri tað. Fyrr var kioskin innast í gamla kommunskúlagarði, við Posthúsið, har tey seinni fóru at selja pylsur og parkera bilar og nú skeinkja kaffi fyri Clinton og selja fish & chips til verkamannin. Og tá fólk góvust at senda brøv við frímerki, bleiv

Summarið kom við Infinity

Í morgun kom ferðamannaskipið Celebrety Infinity , sum er skrásett í Valetta á Malta, á Havnina við fleiri enn 2000 ferðafólkum á tólv dekkum. Manningin á skipinum, sum er bygt i Fraklandi í 2001, telur túsund. Fyrstu sumrarnar sigldi skipið í Alaska og um vetrarnar millum Kili, Argentina, Panama og Uruguai. Síðani i fjør hevur skipið siglt í Noregi og Bretlandi og vár og heyst siglur tað aftur í Suðuramerika. Celebrity Infinity , sum er 294 metrar langt, er millum størstu ferðamannaskip, sum koma á Havnina í summar, sigur Útvarpið. Ferðafólkini eru bretsk, amerikansk, kanadisk og úr Hong Kong. Guðrun Haustein, sum í 1953 svam í Sundalagnum, tá norðmenn tóku upp filmin Selkvinnen , var ferðaleiðari í reyðum jakka úti á Reyni. Á niðaru myndini sæst hon sum selkie , kópakona, á norsku filmsplakatini við Drangunum í Drangasundi og Tindhólmi aftanfyri. Í dag sást Celebrity Infinity  um meginpartin av býnum og var í mangar mátar ein mátistokkur, sum til dømis tá ein rasari

Havnin livir

Heima í Havn er ein søguligur bannari, frá tíðini innan Kolumbus fann Amerika, settur á veggin í Gongini, har upplýst verður um Barbara Fish House. Orsøkin er at fyrsta fríggjadag í juni livnar øll Havnin, tí tá er Mentanarnátt  og høvið verður at støkka inn í Baianstovu og fáa ein forsmakk av nýggja matstovukonseptinum, sum  Gist og Vist hjá Hotel Føroyum fer at læta upp á hesum stað i summar. Ikki tí, síðani 2001, tá fyrstu ferð varð lýst fyri náttini, hava livandi tiltøk verið frá morgunstundini og allan dagin. Kortið omanfyri er frá 1865 og verður rópt blikkinsláarakortið eftir Johan Carl Poulsen, koparsmiði, sum teknaði. - Barbara Fish House er ein nýggj fiskamatstova, sum letur upp í seinnu helvt av juni, har borðreitt verður við spennandi fiskarættum úr føroyskum rávørum. Ein kokkur úr Galisia hevur verið her og inspiserað, og ein kokkur frá Barbaru hevur verið í Galisia, haðani matskráin er inspirerað, sigur Eirikur Lindenskov við BirkBlogg. - Tað var ongantíð

Søren Ulrik Thomsen lesur í Havn

Tað er eingin loyna, at Søren Ulrik Thomsen, omanfyri, er ein av mínum livandi yndisyrkjarum. Henrik Nordbrandt er ein annar, og Tove Ditlevsen og Michael Strunge tvey onnur, um vit skulu halda okkum til danska málið og prentið. Tey bæði seinnu eru deyð og hinir báðir so spillivandi, og í dag er hin fyrstnevndi í Havn og lesur. Omanfyri havi eg avmyndað hann millum listaverkini hjá Hanna Bjartalíð, sum eru í Steinprenti í hesum døgum. Í gjárkvøldið prátaði Kim Simonsen við Søren Ulrik á Býrabókasavninum og í dag varð framløga og høvið at fáa tvær nýggjar bøkur signeraðar. Søren Ulrik Thomsen vitjar her saman við grafiska listamanninum Claus Carstensen, omanfyri, í sambandi við  Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie,  sum eru bøkur, ið teir báðir hava gjørt, og vórðu lagdar fram í Steinprenti í dag. - Góðskan følist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum,

Gev mær eina lilla kúgv!

Eg eigi eina gamla LP plátu, har Helen Reddy syngur How Can I Be Shure in a World That’s Constantly Changing . Men plátuspælarin er á ovastalofti og spælir onki. Tí í dag eru plátuspælarar bara í stovuni, um teir eru eitt sjáldsamt møbilstykki. Alt hevur sína tíð og stígur ikki úr rossaspori, uttan tað er remarkable og skilir seg úr mongdini á heiðini. Og í meir enn tíggju ár hevur amerikanski Seth Godin (f.1960), við bókarúgvuni til høgru, ynskt sær eina lilla kúgv, a purple cow , eins og skemtarin Gelett Burgess (1866-1951) gjørdi í sama landi longu í 1895. Henda skjótt 120 ára gamla ramsa, sum var tað bera vrevl, gjørdist kend og legði støðið undir tíðarritið The Lark , sum Burgess ritstjórnaði og skrivaði í tvey ár, ofta undir fleiri dulnevnum. Tá var bókin fremsti mentanarberi og hin hittinorðaði Burgess fann skjótt uppá the blurb , ið er sølufremjandi teksturin, sum aldri er longri enn tolið er stutt og perman loyvir. Helst hevur Burgess verið hin

Málspøl til tey 6 ára gomlu

Í Námi í dag løgdu Annika Høj, lærari og lesivegleiðari, og Sonlis H. Joensen, námsfrøðingur, fram nýggja tilfarið Málspøl – leikur og læra , har dentur verður lagdur á mál og lesimenning hjá teimum 6 ára gomlu. Nám stendur fyri útgávuni. Tað er í gjøgnum spæl at børnini mennast málsliga, og læra bókstavir og ljóð, og soleiðis ganga fyrstu stigini inn í ein nýggjan heim, lesiheimin, har nógv nýtt og spennandi bíðar teimum. Arbeiðið við málsliga medvitinum er grundarlagið undir málspølunum, sum byggja á eina granskingarverkætlan á Bornholm. Anette Lønnegaard, talupedagogur, og Jørgen Frost, cand. pæd. psyk., hava gjørt tilfarið, og Ingvar Lundberg, professari, hevur skrivað inngangin. Undir framløguni varð greitt frá um grundsjón og bygnað í tilfarinum, og ítøkilig dømi vórðu víst úr verkliga partinum, sum Annika hevur týtt og tillagað. Málspølini eru skipað í seks partar, ið fevna um lurtispøl, rím og ramsur, setningar og orð, stavilsi, forljóð og ljóðeindir. Tilfarið

Í kjalarvørri víkinganna

Við Nólsoyarbygd og vindmylluni í baksýni, sigldi norska ferjan Fram hjá Hurtigruten framvið køksvindeyganum í kvøld. Ferjan er bygd í Italia í 2007 og tekur 318 ferðafólk. Meðan ferjan sigldi niðan eftir Nólsoyarfirði, sigldi Heykur úr Runavík oman gjøgnum fjørðin. Ferjan siglur í kjalarvørri víkinganna, sum sagt verður í lýsingini. Ferðin, sum varir í 13 dagar, byrjaði í Bergen 13. mai og kostar úr 25.000 fyri hvønn í tvímanskamari og upp i 73.000 norskar krónur fyri ein ferðaseðil í einmanskamari. Ferðin verður lýst soleiðis: "Bli med Hurtigruten på vårreisen hvor vi utforsker farvannene vikingene seilte i for over 1000 år siden. Vi legger fra kai i Bergen og krysser Nordsjøen. På turen seiler vi i praksis hele Skottlands kyst med spennende anløp i så vel Leith, som Kirkwall og whiskeybyen Oban. Du får oppleve de skjønne Ørknøyene, Hebridene og Shetland, før vi setter kursen mot Færøyene og siste anløp Reykjavik på sagaøya Island." Manningin skrivar egnan blo

Søren Ulrik Thomsen og Claus Cartensen vitja

Týskvøldið 27. mai kl 19:30 fer Søren Ulrik Thomsen at lesa upp á Býarbókasavninum í Havn og tosa við Kim Simonsen um skaldskap. Orsøkin er, at dagin eftir, mikudagin 28. mai kl 16:00-18:00 sýnir Steinprent fram tvær bøkur í eini nýggjari røð við upprunagrafiskum steinprentum, Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie . Tekstirnir eru eftir Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, niðanfyri, hevur gjørt listarligu grafisku prentini í bókunum. Søren Ulrik Thomsen er føddur í Kalundborg í 1956 og kom fram við yrkingasavninum City Slang í 1981, tá so nógv spennandi hendi í donskum skaldskapi og rokktónleiki á móðurmálinum, at danska Móðurmálslærarafelagið, Dansklærerforeningin, mátti grípa í egnan barm og geva út Vinyllyrik (1984). Søren Ulrik er ein av teim heilt fáu donskum yrkjarum, sum í nýggjari tíð hava fínkað, fagurgjørt, yrkingina og lyft yrkingasøvn fram í ljósið og ikki minst um handilsdiskarnar. Nýggjasta útgávan, Rystet spejl (2011), man vera m