Skip to main content

Søren Ulrik Thomsen lesur í Havn


Tað er eingin loyna, at Søren Ulrik Thomsen, omanfyri, er ein av mínum livandi yndisyrkjarum. Henrik Nordbrandt er ein annar, og Tove Ditlevsen og Michael Strunge tvey onnur, um vit skulu halda okkum til danska málið og prentið. Tey bæði seinnu eru deyð og hinir báðir so spillivandi, og í dag er hin fyrstnevndi í Havn og lesur. Omanfyri havi eg avmyndað hann millum listaverkini hjá Hanna Bjartalíð, sum eru í Steinprenti í hesum døgum. Í gjárkvøldið prátaði Kim Simonsen við Søren Ulrik á Býrabókasavninum og í dag varð framløga og høvið at fáa tvær nýggjar bøkur signeraðar.




Søren Ulrik Thomsen vitjar her saman við grafiska listamanninum Claus Carstensen, omanfyri, í sambandi við Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie, sum eru bøkur, ið teir báðir hava gjørt, og vórðu lagdar fram í Steinprenti í dag. - Góðskan følist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum, sum má sigast at liva upp til innihaldsligu dygdina, verður sagt í tíðindaskrivinum. Tað eru Føroyaprent og Steinprent, sum í felag hava prentað bøkurnar. Her síggjast Kinna Poulsen og Jon Hestoy frammafyri øllum prentunum hjá Claus Carstensen á svarta vegginum aftanfyri. Umframt heavy rock og Slipknot, var eitt kjakevni, um svart-hvíta andlitsmyndin ovast er Pól F ella Saddam Hussain.


Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri sínar yrkingar. Tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðaryrkjara, so nógvar bøkur hann selur. Her lesur hann úr nýggjastu útgávuni, sum er heildarsavnið Samlede Thomsen (Gyldendal 2014), sum er alt, ið skrivað er síðani 1981. Leggið til merkis yrkjarapredikantin mitt fyri og báðar samkomulimirnar aftanfyri og teirra eygnabráð, sum er niður í gólvið. Bæði yvir og undir myndini kundi verið skrivað Sela! sum var tað í Tro, Haab og Trolddom, so inniliga gandakend var løtan undir orðum og fingrakeipum Thomsens.


Og so vóru stundir at ganga heim í svalliga lotinum, sum enn ikki er summar, og steðga for fyrst har yvir við pylsuvognin hjá Boggu, sum nú eitir hjá Emiliu, og keypa ein handverkarahotdog við øllum, meðan nýggjasta graffitti hjá Búgva kann lesast í vindeygakarminum: Tíðarrensl - Timex.


Rætt hevur hann. Tíðin tekur øll. Timextíðin er nú. Og heilt har úti við Strond, uttanfyri Stóragarð, spæla lombini meðan tvær kajakkir rógva framvið Válgaravík í bláligu skýmingini.