Skip to main content

Vælkomin til Havnar!


Súsanna Sondum samskipar skránna fyri Mentanarnáttina í Havn. Skráin er rúgvusmikil og byrjar longu frá morgunstundini. Súsanna er avmyndað á Vaglinum frammanfyri arbeiðsplássinum, ið er Kunningarstovan, sum er í somu hølum sum Gamli Bókahandil. Mentanarnáttin, eisini nevnd lítla ólavsøka, hevur verið fyriskipað síðani 2001. Sum sæst, stavar sólin so beint á Súsonnu og alla Havnina í dag, at tað er ivasamt um sólin hevur nakra megi aðrastaðni.


Eitt av afturvendandi myndaevnunum í miðbýnum í Havn er kioskin hjá Astu, í Tinghúsgarðinum undir Telefonstøðini, har løgtingið nú heldur til. Í morgunsólini hevur hon rímiligvís ikki latið upp enn, men reyða bókatræið, helst hitt vakrasta í Havn, og grøna ahorntræið, eru eins spennandi fyri tað. Fyrr var kioskin innast í gamla kommunskúlagarði, við Posthúsið, har tey seinni fóru at selja pylsur og parkera bilar og nú skeinkja kaffi fyri Clinton og selja fish & chips til verkamannin. Og tá fólk góvust at senda brøv við frímerki, bleiv Posthúsið til Snarskivu hjá Kommununi. Soleiðis broytist so mangt. Men ikki kioskin hjá Astu. Hóast flutt nakrar metrar, yvir um parkeringsplássið, so er kioskin hin sama. Og um kvøldarnar kanst tú uppliva at Asta biðjur um hjálp at seta tungu brettini upp fyri kioskvindeyguni. Sigst, at vinstriformaðurin Lars Løkke Rasmussen, hevur útint hesa sjáldsamu tænastu meðan hann var forsætisráðharri. Av sonnum ein býarmynd, sum kanska sæst út á dagin. Selfie-myndin niðanfyri er fýra ára gomul. Asta var 18, tá hon fór at arbeiða í kioskini, sum pápi hennara bygdi inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin í 1935.


Kunningarstovan, Visit Tórshavn, sigur at spurningar um Mentanarnáttina 2014 verða svaraðir við at venda sær til Visit Tórshavn á tlf. 30 24 25.