Skip to main content

Posts

Lítla ólavsøkuaftan

Lítla ólavsøkuaftan byrjar við at Camilla Bårnes, í sprøklutum kjóla til vinstru, og Maria, í gulum og ljósareyðum til høgru, bjóða bindiklubbanum í Tórsbyrgi til brunch. Camilla hevur arbeitt sum lækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum og Maria sum sjúkrasystir. Eftir eitt ár í Føroyum flyta tær báðar aftur til Danmarkar. Grønskan ger um seg og Gutti hevur aftur sligið bøin, so nú er klárt at halda ólavsøku. Marglitti dagurin er málaður í ælabogalitum. Tað syrgir LGBT felagsskapurin fyri, heilt úr Gundadali og oman á Skálatrøð, har ein riðil, kanska meir enn 5000 fólk, hava valt at fylgja gonguni gjøgnum allan býin. Eru veittrandi fløggini lívsjáttandi, so eru børnini við marglittu súkklubátum ikki minni lívsjáttandi. Gongan kemur á Skálatrøð við bilum fremst fyri. - Høvuðsendamálið við Faroe Pride-degnum er at trýsta politisku skipanina at samtykkja hjúnabandslóg, ið eisini fevnir samkynd, sigur Eiler Fagraklett við Kringvarpið. Av pallinum eru

Havnin ger klárt til ólavsøku

Tað er fríggjakvøld og Havnin ger klárt til ólavsøku, sum verður mánadagin og týsdagin. Í mjørkanum á Skálatrøð lossar Heiðrikur Christiansen eina grøna endurnýtslubingju, har tú kanst fáa pening í hondina fyri tómar fløskurar. Eitt er fløskur, annað er taskur. Í Dómkirkjuna, sum sæst aftanfyri, slepst ikki inn við tasku. Í Steinprenti skeinkja Fríða og Jan ein kaffimunn afturvið grønari kaku, sum tekur seg væl út við Hanna Bjartalíð og Tróndi Paturssyni í baksýni. Ólavsøkuframsýningin í Steinprenti er komin á veggin og klipp úr ummælum og greinum um virksemið í Steinprenti er lagt fram. Kanska er tað fyrst slavni ólavsøkumjørkin og síðani almenna fríggjadagskenslan, sum ger, at í kvøld dámar mær best at síggja svart-hvítu prentini, hóast reytt og blátt fevna meginpartin av rúminum. Fyrst er tað Morten Skovmand og síðani Tróndur Patursson. Uttanfyri liggja bátarnir. Um teir so aldri loysa frá landi, eru teir aktivir medspælarar í dandandi litverkinum á Vestaru

Grafikkur frá níggju til átta!

Limabræv frá Steinbrá: Góði felagslimur í Steinbrá. Á ólavsøku er Steinprent opið frá klokkan níggju á morgni til átta á kvøld. Báðar dagarnar,  tað er ólavsøkuaftan 28. juli og ólavsøkudag 29. juli, er ólavsøkuframsýningin opin í Steinprenti á Skálatrøð frá kl. 09:00 – 20:00, har hesi listafólk sýna fram: Tóroddur Poulsen Tróndur Patursson Poul Janus Ipsen Fríða Matras Brekku Morten Skovmand John Kørner Torbjørn Olsen Marius Olsen Jonas Hvid Søndergaard Anker Mortensen PernilleKløvedal Helweg Prent, sum eru gjørd í Steinprenti, eru eisini við á ólavsøkuframsýningini, sum letur upp í Listasavninum ólavsøkuaftan 28. juli kl 15:00. Teirra millum eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Claus Carstensen, ið hava tulkað sangir av plátuni Vendetta hjá bólkinum 200 í gulum og svørtum, eins og upprunaligi húsin, so sum sæst omanfyri. Steinbrá er áhugafelag, ið stuðlar Steinprenti. Vit eru í løtuni 175 limir. Vit takka fyri tygara stuðul, men loyva okkum at min

Enn sum áður

Enn sum áður er grátt í Havn fyri ólavsøku. Her er útsýnið yvir fjørðin í morgun. Grátt út yvir grátt í allar ættir frá morgunstundini. Turt, men út á dagin slavið. "Enn sum áður fevnir tjóðarhátíð okkara um tveir sannar høgtíðsdagar, har maður fer av húsi til Havnar at hitta familju, vinir og kenningar," sigur borgarstjórin í rúgvusmiklu ólavsøkuskránni hjá Tórshavnar kommunu, sum eisini fevnir um hevdbundna felagssangin, sum er akkurát sum í fjør og undanfarin ár. Aldargamal siður verður nevndur, og framhaldandi sigur hin fevnandi og skilagóði høvuðsstaðar-borgarsjórin, at "Enn sum áður eru yngri og eldri siðir sjálvur mergurin í tjóðarhátíðini, tí okkum dámar væl at halda hesar dagar, sum vit plaga at halda teir. Men tíðin flytur seg eisini, og so hvørt sum yngri ættarlið koma til, broytast tey ynski og krøv, ið liggja sum lunnar undir tí, ólavsøkan hevur at bjóða sínum gestum. Tíðir koma og fara og siðir skifta, og hin góða ólavsøkan er og verður altíð bæði s