Skip to main content

Lítla ólavsøkuaftan


Lítla ólavsøkuaftan byrjar við at Camilla Bårnes, í sprøklutum kjóla til vinstru, og Maria, í gulum og ljósareyðum til høgru, bjóða bindiklubbanum í Tórsbyrgi til brunch. Camilla hevur arbeitt sum lækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum og Maria sum sjúkrasystir. Eftir eitt ár í Føroyum flyta tær báðar aftur til Danmarkar.


Grønskan ger um seg og Gutti hevur aftur sligið bøin, so nú er klárt at halda ólavsøku.


Marglitti dagurin er málaður í ælabogalitum. Tað syrgir LGBT felagsskapurin fyri, heilt úr Gundadali og oman á Skálatrøð, har ein riðil, kanska meir enn 5000 fólk, hava valt at fylgja gonguni gjøgnum allan býin.


Eru veittrandi fløggini lívsjáttandi, so eru børnini við marglittu súkklubátum ikki minni lívsjáttandi.


Gongan kemur á Skálatrøð við bilum fremst fyri. - Høvuðsendamálið við Faroe Pride-degnum er at trýsta politisku skipanina at samtykkja hjúnabandslóg, ið eisini fevnir samkynd, sigur Eiler Fagraklett við Kringvarpið.



Av pallinum eru talur og tónleikur av besta slag, ikki minst Heiðrik á Heygum, sum syngur fyri í The Dietrichs, ið hann lýsir sum eitt tónlistarligt Queer-projekt, ið tulkar kvinnuligar sangarar í 20'unum og 60'unum, so sum tær sungu í ekstravagantum hotel lounges og roykfyltum ballrooms. Ein stílfullur croonari, ikki bara í sangi, men eisini í performance.


Og so ein spákitúr í skotunum í Havnini. Har, á Húsabrúgv, eru eini nýggj hús, hvít við reyðum strípum. Men hov, tað er sendibilurin hjá Kringvarpinum, sum hevur gjørt innrás í ólavsøkutúnið.


Túnið millum gomlu húsinum kring Gongina er vorðið meir livandi enn nakrantíð í nýggjari tíð.


Orsøkin er vaksandi matstovuyrki og ikki minst kappingin um at ganda úr fiski, sum í hesum føri havtasku í Áarstovu.


So er bara kaberettin í einum fulsettum Sjónleikarhúsi eftir á dagsskránni. Vit fáa plass á siðubalkong og her er osandi heitt. Vit minnast Paula og góðar filmar í fyrndini. Men allar besta hetta kvøldið er góða lagið á áskoðarunum. Øllum somlum. Hóast kabarettin er ein rúgva av leiklutum eru teir bara tveir á pallinum, Bárður Persson og Jákup Dahl. Ein Ólavsøkukaba-duo ella Ólavsøkukaba-duett, sum teir siga. Millum leiklutirnar var AB'arin, japanska kvinnan hjá Paul Watson, bygdamaðurin í Havn og so teir báðir kring kaféborðið. Bestir vóru teir í poetiska endasanginum, har Bárður sang og Jákup spældi klaver. Men áskoðarin var so fegin um sjálvt tað minsta av palli, at hetta snúði seg mest um løtuna saman við øllum hinum í heita og livandi Sjónleikarhusinum.


Eftir ein marglittan dag dróg saman aftur, og Norðlysið sigldi eftir Nólsoyarfirði við forvitnum ferðafólkum út í gráu náttina. Nú byrjar ólavsøkan 2014.