Enn sum áður er grátt í Havn fyri ólavsøku. Her er útsýnið yvir fjørðin í morgun. Grátt út yvir grátt í allar ættir frá morgunstundini. Turt, men út á dagin slavið.
"Enn sum áður fevnir tjóðarhátíð okkara um tveir sannar høgtíðsdagar, har maður fer av húsi til Havnar at hitta familju, vinir og kenningar," sigur borgarstjórin í rúgvusmiklu ólavsøkuskránni hjá Tórshavnar kommunu, sum eisini fevnir um hevdbundna felagssangin, sum er akkurát sum í fjør og undanfarin ár. Aldargamal siður verður nevndur, og framhaldandi sigur hin fevnandi og skilagóði høvuðsstaðar-borgarsjórin, at "Enn sum áður eru yngri og eldri siðir sjálvur mergurin í tjóðarhátíðini, tí okkum dámar væl at halda hesar dagar, sum vit plaga at halda teir. Men tíðin flytur seg eisini, og so hvørt sum yngri ættarlið koma til, broytast tey ynski og krøv, ið liggja sum lunnar undir tí, ólavsøkan hevur at bjóða sínum gestum. Tíðir koma og fara og siðir skifta, og hin góða ólavsøkan er og verður altíð bæði siðbundin og nútímans."
Sum sligið er upp á hvønn pela i Havn: "Vælkomin til Havnar á ólavsøku" - her er nýmalað, sum kundu vit væntað drotningavitjan!
Og drotningavitjan hava vit eisini upplivað í høvuðsstaðnum hesa vikuna, tá Sonja drotning av Noregi, sum er 77 ára gomul og útbúgvin listfrøðingur, vitjaði tvær ferðir í Steinprenti.
Í mai fekk Svend-Allan Sørensen (f.1975) H.M. Dronning Sonjas kunstnerstipend, sum er 400.000 norskar krónur og helst størsta listavirðisløn á okkara leiðum. Virðislønin verður latin pappírslist annaðhvørt ár. Virðisløntu prentini hjá Svend-Allan eru gjørd í Steinprenti, sum verður opið á ólavsøku frá klokkan 9 til 22. Her er heilsanin, sum Sonja drotning av Noregi skrivaði í bókina, eftir at hava keypt list hjá Svend-Allan og Tróndi Paturssyni í Steinprenti og goldið og váttað við egnum kongaligum gjaldskorti.
Her fáa Bárður Jákupsson og Svend-Allan Sørensen sær ein bita við borðið í Steinprenti í november 2012, innan prentað verður.
Og so fer Svend-Allan at arbeiða í verkstaðnum í Steinprenti. Hann er útbúgvin á Det Fynske Kunstakademi í 2002 og undir heitinum Country og koncept vórðu lidnu listaverkini sýnd fram á Asger Jorn savninum í Silkeborg frá 16. juni til 15. september 2013. Mitt í Havn leiddi hann meg inn í eina spennandi hugtaks- og myndaverð afturvið tosi um felliknívar, byrsur og veiði.
Og ímeðan fríðka ídnir kommunumenn býin við kantsteinum, asfalti og gonguteigum, sum her á vegamótinum Hoyvíksvegur og Jónas Broncksgøta, sum er kallað upp eftir akkurát tí Jónasi, sum grundaði New Yorkbýarpartin Bronx, ið er fyrsti partur í The Bronx Tales, tað er so vist og sætt.
Á tølandi og ræðandi reklamuvegginum í R.C. Effersøesgøtu, sum einki hevur við R.C.Felagið á Velbastaðhálsi at gera, rulla SIRI og KRIS um kapp í slavna summarhitanum. Í mjørka skal nógv til at fáa mannfólk at skoða og skilja. Og í hesum døgum er onkur, ið pástendur, at eg síggi teg betur í myrkri. Spyrst, so livst.
Á Hoyvíkstjørn eru feðgar farnir útatrógva í gummubáti millum svamblandi dunnur og skvettandi likkur.
Við Hálsatjørn er so bankatjúkt, at tað neyvan sæst at geva seyði.
Og á Skálatrøð mugu bilar víkja fyri sirkus- og handilsteltum hjá kommununi. Í teltinum er kaffistova, matarsøla og hoppiland til tey smæstu.
Meðan tey smæstu gleða seg til hoppiland á Skálatrøð, kunnu tey vaksnu gleða seg til ólavsøkuframsýningina, sum letur upp í Listaskálanum ólavsøkuaftan klokkan 15 við einum revolterandi orkesturi, sum her er avmyndað í Skansabrekkuni.
Og út á dagin er sýnið nakað frægari úr Skansabrekkuni og inn yvir Havnina, sum enn rullar inn og út úr slavna summarmjørkanum.
Útlendsk skip og bátar set lita á gráu Havnina av Bursatanga og inn i móti Havnará, sum er løgd undir bretti, Røðubretti, við Kongabrúnna. Sjálvt í tí gráa er Havnin litrík.