Skip to main content

Posts

Greenland Eyes í Norðurlandahúsinum

Undir heitinum Greenland Eyes bjóðar Norðurlandahúsið til trettan púra ókeypis filmsýningar í komandi døgum. Byrjað verður sunnudagin 5. oktober kl 17:00 við fyrsta altjóða spælifilminum, sum er gjørdur í Grønlandi, "Nuummioq" (Otto Rosing 2009 95 min). Virðislønti filmurin “Inuk” (Mike Magidson 2010 90 min) verður sýndur týskvøldið. Leikstjórin er til staðar og fer at svara spurningum eftir sýningina. Úr skránni kann eisini nevnast heimildarfilmurin “Arfernat” (Bundgaard og Svinkløv 2014 77 min), sum verður sýndur mánakvøldið. Eisini hesin filmur hevur fingið sera góð ummæli, har hann hevur verið vístur. Leikstjórarnir eru til staðar mánakvøldið og fara at svara spurningum. Frá mánadag til mikudag eru sýningar kl 19:00 og kl 21:00. Hósdagin er ein sýning kl 17:00. Ókeypis atgongd er til allar filmar.

DRESS í Steinprenti í morgin

Í morgin fríggjadagin 3. oktober kl 17:00 letur upp ein forkunnug framsýning í Steinprenti við listaverkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Hóast ungur listamaður, hevur hann longu gjørt um seg, fyrst í Mullers Pakkhúsi við Kolonibox í 2009, síðani í Keypmannahavn, har hann nú býr, og í Malmø, har hann hevur nomið sær myndlistarliga útbúgving. Framsýningin í Steinprenti, ið ber heitið DRESS, er merkt av einum í føroyskum listahøpi óvanligum atliti til tilfar, ið verður brúkt til verkini, og samstundis er tilfarið kanska ikki tað, vit vanliga sambinda við list. Dømi um tilfar, sum Jóhan Martini Christiansen dámar væl, er papp, ið hann sær ein serligan vakurleika í. Listamaðurin er eisini áhugaður í poesi, antin tað snýr seg um okkurt hann finnur í blómubukettini hjá Mrs Dalloway , ella í leysum setningum og orðum, sum hann t.d. ber eyga við á einum pappkassa. Tað snýr seg um eitt áhugavert knýti millum tað ítøkiliga og óítøkiliga á framsýningini, sum eisini inniheldur videolist, gips

Stór søga, men eingin møtti

Í kvøld var eg í Havnar Bio og hugdi eftir nýggja danska heimildarfilminum Ekstra Bladet: Uden for citat (Mikala Krogh 2014). Ein elskuligur filmur um heilt vanlig fólk, sum elska sítt fak, hóast øll vón er úti og verri enn tað. Trúføst heilt niður í grøvina. Tá eg keypti billet ein tíma undan sýning, otaði áskoðaratalið seg upp á fimm fólk. Tá filmurin byrjaði, eftir nakrar ótolandi føroyskar lýsingar við vánaligum ljóði og ongum lýsingarligum fokusi, hóast evnið var at keypa føroyskt, varð áskoðaratalið tvífaldað. Tíggju føroyingar. Í intima myrkrinum kundi eg telja ein úr Kringvarpinum, ein úr Miðlahúsinum og ongan frá endurreistu Dimmu, sum vildu síggja hugtakandi kærleikssøguna um fría orðið í fríum falli á heimligum lørifti. Og tað er ikki so løgið. Eingin biografur í landindinum brúkar eitt oyra til marknaðarføring av filmi. Tí møtir eingin at síggja nakað so fantastiskt sum heimildarfilm á bjørtum stórlørifti við besta ljóði. Elendiga føroyska lýsingin um at keypa før

Rithøvundafelag Føroya í Sirkus

Leygarkvøldið kl 21:00 skipar Rithøvundafelagið fyri upplestrarkvøldi í Sirkus í Havn. - Tá nýggja nevndin í Rithøvundafelagnum tók við í vár, gjørdu vit beinanvegin av, at vit vildu taka táttin við upplestrarkvøldum í Sirkus upp aftur, sigur Sámal Soll, formaður. - Síðani apríl hava vit havt upplestrarkvøld næstan hvønn mánað og hetta er sjeynda upplestrarkvøldið í hesum skeiði. Upplesarar leygarkvøldið eru Jóanes Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergur Rasmusen. - Hóast Oddfríður lesur í Steinprenti omanfyri, hevur Rithøvundafelagið skipað fyri fleiri slíkum tiltøkum í Sirkus fyrr, bæði við upplestri og tónleiki, men hesi tiltøk vóru ikki reglulig. Tá vóru upplestrarkvøldini mikukvøld, men vit hava valt at flyta tey til leygarkvøld, og tað tykist at vera ein góð avgerð, sigur Sámal Soll. Niðanfyri sæst Knút Háberg Eysturstein við plátuspælaran í Sirkus. Sirkus læt upp fyri jól í 2009. Tá avmyndaði eg eigaran, Sunnevu Háberg Eysturstein, medeigaran, Jóel Briem, o

Peter Madsen vitjar aftur

Vinjetttekningarnar og heilsaninar omanfyri eru frá Peter Madsen  (f. 1958), tá hann vitjaði Filmsfelagið at sýna nýggja teknifilmin Valhalla  (1986) á filmstevnu í Norðurlandahúsinum dagarnar 28. mars til 3. apríl í 1987. 28 ár seinni vitjaði hann aftur í sama húsi. At tekna og siga frá varð heitið á skeiðnum, masterclass og workshop, við danska teknaranum Peter Madsen, sum Inger Smærup Sørensen skipaði fyri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Tað er í sambandi við heystframsýningina Gisp! , sum Norðurlandahúsið í trimum umførum er vertur fyri. Gisp! vil við hesum varpa ljós á brot úr teknirøðum í ymsum listagreinum. At tekna og siga frá er byrjanin, har Peter Madsen, sum teknaði Valhalla (Interpresse 1979 og Carlsen Comics frá 1991), ið varð gjørd til film í 1986, og sum Árni Dahl samstundis týddi og gav út á føroyskum á forlagnum Fannir frá 1987 til 89, tók móti vaksnum virkandi teknarum. Her síggjast Peter og Rannvá Mortensen. Komandi skeið fara at venda sær

Ja, tað er ein felags uppgáva

Ferðaráðið hevur gjørt nýggjan ferðafólkafilm, sum vit verða biðin um at deila á netinum hósdagin klokkan trettan. Tað geri eg fegin, tí hetta er júst ein felags amboðskassi hjá okkum speidaraføroyingum, eisini okkum, sum bara ganga á sløttum og ikki herja á fjøllini hvørja fríløtu. Tað geri eg fegin og púra fyri einki. Tjóðarbygging er eitt alment felagsmál og spesifikt mítt hjartamál.  Men nú almenna ferðavirksemið bleiv privat og eksploderaði í peningajáttan, er tað spell, at tað ikki lupu einar hundrað krónur av til rættlestur. Eitt av fyrstu orðunum er natúrligvís Føroyar . Okkara brand. Okkara aktiv. Okkara felags ogn. Eitt fleirtalsorð, sum upplesarin og teksturin ikki veit av er fleirtalsorð, hóast tað verður sagt í øllum orðabókum, sum eisini slepst til púra ókeypis á netinum, til dømis www.obg.fo. Sagt verður í vetrarstuttfilminum fyri áttahundraðtúsund krónur, ið er sama upphædd, sum allur spælifilmurin LUDO kostaði, at: “Føroyar hevur brúk fyri tínari hjálp”. Ja, tað h

Forboðsføroyar á Ting

Frá morgunstundini hevði Útvarpið ikki færri enn tvey forboðsuppskot á skránni. Fyrst at nokta føroyingum at viðmerkja greinar á ymsu portalunum, tí onkur kendi onkran í onkrum føri, og síðan at forbjóða lærarum at møta næmingum á Facebook, tí onkur kundi kløkkast av illavorðnum orðum aftaná skúlatíð. Og í ovurmorgin leggur Tjóðveldi fram forboð í Tinginum móti fremmandafólki, sum koma higar og ætla at fremja ólógligt virksemi. Tað er ein avbjóðing við sjáldsama tungari próvbyrðu. Pallborðsfundur hjá sama flokkinum, har vit aftur verða mint á veikar miðlar, er sama kvøld. Orsøkin til tinguppskotið er sjálvandi Sea Shepherd , sum er ein evarska lítil partur av tí ørvitisheimi, sum vit sjálvi eru partar av hvønn dag, innan- og uttannets, eins og Roberto Romano, ið slær alt upp í glens. Í meðan gongur snakkið og serfrøðingar sleppa at lufta ivasomum meiningum í sokallaðu veiku miðlunum, meðan útvarpsvertirnir kunnu seta seg afturá, fáa frið eina løtu og lata lurtarar viðmerkja uttan að

Cohen fyllir húsið

Í dag hoyrdi eg besta disckjockey, eg minnist meg hava hoyrt á føroyskum. Tað var Hanus Kamban (f. 1942), sum vendi plátum hjá Leonard Cohen, sum henda dag fylti 80. Tað gjørdi Hanus fyri 200 fólkum í nýggju høllini í Norðurlandahúsinum. Feiri sluppu ikki inn, og máttu so nakkalong til hús. Hóast eg havi vent nógvum plátum í Útvarpinum og dyrkað rocklyrikk síðani einaferð í miðdeildini í Fólkaskúlanum, so fór eg niðan í Norðurlandahúsið við teirri miskunsomu ætlan, at hála áhoyraratalið upp á eitt tveysiffrað tal ella so. Ikki hevði eg hægri tankar um áhugan fyri rocklyrikki í almenna rúminum. Tí varð eg púra paff, tá hvør stólur varð tikin og Hanus byrjaði uppá slagið fimm og endaði akkurát sum hann segði, 55 minuttir seinni. Strammi ytri formurin og fría innihaldið, gekk í dag upp í eina hægri lýsandi eind, har vit vóru í Bíbliuni, hjá Honnuh Arent, Christiani Matras og Aldous Huxley. Og meðan tónleikurin baðaði rúmið og Hanus stóð afturá og fekk sær eitt glas av vatni og skoðaði