Skip to main content

Rithøvundafelag Føroya í Sirkus


Leygarkvøldið kl 21:00 skipar Rithøvundafelagið fyri upplestrarkvøldi í Sirkus í Havn. - Tá nýggja nevndin í Rithøvundafelagnum tók við í vár, gjørdu vit beinanvegin av, at vit vildu taka táttin við upplestrarkvøldum í Sirkus upp aftur, sigur Sámal Soll, formaður. - Síðani apríl hava vit havt upplestrarkvøld næstan hvønn mánað og hetta er sjeynda upplestrarkvøldið í hesum skeiði. Upplesarar leygarkvøldið eru Jóanes Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergur Rasmusen.

- Hóast Oddfríður lesur í Steinprenti omanfyri, hevur Rithøvundafelagið skipað fyri fleiri slíkum tiltøkum í Sirkus fyrr, bæði við upplestri og tónleiki, men hesi tiltøk vóru ikki reglulig. Tá vóru upplestrarkvøldini mikukvøld, men vit hava valt at flyta tey til leygarkvøld, og tað tykist at vera ein góð avgerð, sigur Sámal Soll. Niðanfyri sæst Knút Háberg Eysturstein við plátuspælaran í Sirkus.


Sirkus læt upp fyri jól í 2009. Tá avmyndaði eg eigaran, Sunnevu Háberg Eysturstein, medeigaran, Jóel Briem, og virkandi borgarstjóran Boga Andreasen í litríku barrini.


 - Hetta er eitt gott høvi, ikki bert hjá okkara limum, men eisini hjá debutantum, at lesa sínar tekstir fyri áhoyrarum í einum hugnaligum og óhátíðarligum umhvørvi, sigur nývaldi formaðurin, sum tók við eftir eykaaðalfund 11. apríl í ár. Hinir nevndarlimirnir eru Marjun S. Kjelnæs, næstforkvinna, Janus á Húsagarði, kassameistari, Bergur Rasmussen, skrivari og Rói Patursson, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Gitte Klein og Helle Thede Johansen. 120 limir eru í Rithøvundafelagnum.

- Ætlanin er at skipa fyri upplestrarkvøldi aftur um einar tríggjar vikur og vit hava longu fingið tveir upplesarar til tað tiltakið. Vit í nevndini eru stak væl nøgd við samstarvið við Sirkus, men um áhugi og umstøður eru til tess, er eingin forðing fyri at hava upplestrarkvøld aðrastaðni í landinum eisini, sigur Sámal.

- Framyvir kundu vit hugsað okkum at tikið upplestrarnar upp, annaðhvørt bert ljóðupptøkur ella á video, sum so kann leggjast á heimasíðu okkara rit.fo ella til tiltøk, sum Rithøvundafelagið annars tekur lut í.