Í dag hoyrdi eg besta disckjockey, eg minnist meg hava hoyrt á føroyskum. Tað var Hanus Kamban (f. 1942), sum vendi plátum hjá Leonard Cohen, sum henda dag fylti 80. Tað gjørdi Hanus fyri 200 fólkum í nýggju høllini í Norðurlandahúsinum. Feiri sluppu ikki inn, og máttu so nakkalong til hús. Hóast eg havi vent nógvum plátum í Útvarpinum og dyrkað rocklyrikk síðani einaferð í miðdeildini í Fólkaskúlanum, so fór eg niðan í Norðurlandahúsið við teirri miskunsomu ætlan, at hála áhoyraratalið upp á eitt tveysiffrað tal ella so. Ikki hevði eg hægri tankar um áhugan fyri rocklyrikki í almenna rúminum. Tí varð eg púra paff, tá hvør stólur varð tikin og Hanus byrjaði uppá slagið fimm og endaði akkurát sum hann segði, 55 minuttir seinni. Strammi ytri formurin og fría innihaldið, gekk í dag upp í eina hægri lýsandi eind, har vit vóru í Bíbliuni, hjá Honnuh Arent, Christiani Matras og Aldous Huxley. Og meðan tónleikurin baðaði rúmið og Hanus stóð afturá og fekk sær eitt glas av vatni og skoðaði út yvir fjøldina, kom eg í tankar um at vera diskjockey og hvussu fólk sjálvi fata og útinna henda týdningarmikla, men altíð undirmetta vinnuveg at venda plátum í almenna rúminum. At handfara vinyl og lyrikk og knýta eina plátu saman við eini aðrari og duga at lyfta einstøku kompositiónina fram úr myrkrinum og út um senukantin til lurtaran har úti í teim smáu stovunum kring landið, tað er einki annað enn gandur. At ganda fram eitt huglag, sum leggur seg upp at aktuella evninum og einki tekur av ella leggur afturat, men bara er evnið, samantvunnið úr materiuni, ríkað og sent við gandastavi út um hválvið. Aldri áður havi eg upplivað eina sovorna undirtøku, har fólk sótu sum á nálum og hoyrdu ein 70 ára gamlan disckjockey heiðra ein 80 ára gamlan yrkjara og sangara hinumegin á klótuni, sum annan vegin er munkur og hin vegin kvinnudárari, sum var tað ein útvarpssending, bara á staðnum, mitt millum fólk úr kjøti og blóði, uttan sendara. Hetta var gott. Sum aldri áður varð rocklyrikkur gjørdur nærverandi og settur fram í eitt virðiligt ljós. Takk fyri tað. Og á degnum gav Hanus út Alexandra leaving - skapanarsøgan hjá eini yrking eftir Leonard Cohen og á Spotify kann eg í dag lurta eftir Popular Problems við nýggju nýggjum sangum hjá tíðarleysa Cohen. Heystið er komið og millum gráu knokkarnar og heimabundnu troyggjurnar má eg sanna at tað er veldutt. You got me singing the hallelujah song like my pardon's in the mail!