Skip to main content

Posts

Í Filmslandi

Tað er grátt, tá vit sleppa donsku strondini. Umframt at vera grátt, er tað eisini slætt, tá týska strondin tekur yvir. Troystarleyst slættgrátt. Kanska er tað akt í gamla Sjónleikarhúsinum, og eftir at hava sæð Deyðan í Venezia , hevur Pauli sett skeivan spola á, so nú byrjar Ferðin til Kythera . Men lukturin av karryketsjupp og lastbiladekkum, og so gamla mosaikktalvan, ríva meg úr filmsdreymi og sannførir meg skjótt, at vit eru umborð á Deutschland. Við tokstøðina í Lübeck stendur Hannes, sum er í læru hjá Mercedes. Hann bíðar eins og aðrir í svørtum týskum bilum eftir gestum til filmstevnuna í Hansabýnum Seti meg aftan, tí framman situr ein stillur maður. Í tøgn hava vit koyrt saman í toki í fýra tímar. Veit ikki hvør hann er. Tveir dagar seinni, tá eg síggi hann tosa við Hugin Eide, uppdagi eg, at hann var í Føroyum í januar í 2009. Sum ferðandi rithøvundur vildi hann læra at kenna hetta sjáldsama fólk, sum var tað einasta í allari verðini, ið stuðlaði íslendingu

At skriva er at liva

At skriva er at liva. Tað mann H. C. Andersen hava vitað, tá hann var á ferð, heima og úti, men altíð við penni og pappíri. At skriva er at liva. Og vilt tú læra at skriva, so er einki sum - at skriva. Einki annað. Einaferð var eg á einum frálíkum skriviskeiði hjá Oddfríði Marna Rasmussen á Háskulanum. Hugvekjandi og altíð hvessandi. Útvarpið hevur eisini latið skrivaða orðið hjá lurtarum koma til sín rætt, til dømis tá fyrsta Listastevnan varð hildin og útvarpað í 2001 og eisini givin út í bók Mjørki í heilum . Nú hevur Útvarpið lukkutíð aftur sett lurtaraskriving á skránna. 650 eru orðini og lærarin, Rakel Helmsdal, gevur evnið so hvørt. Frálíkt. Men tað tekur tíð at skriva, og einaferð segði Marianna Debes Dahl, at einasti, sum ikki fekk løn í føroyskari bókagerð, var upphavsfólkið sjálvt, rithøvunduri, ella rithøvundan, sum onkur hevur sagt. Men tað stendur kortini ikki á at fáa fólk at skriva til upplestur í útvarpinum, skilst, og tað beint til lurtaran. Nógvar søgur koma inn

Besti norðurlendski filmur

Tað er sjónleikarin Benedikt Erlingsson (f.1969), omanfyri til høgru, sum við Hross í oss á fyrsta sinni hevur skrivað og leikstjórnað film í fullari longd. Navnframi leikstjórin Friðrik Thór Fridriksson, omanfyri til vinstru, hevur framleitt og leikarar eru Charlotte Bøving, ið er kona Benedikts, og Ingvar E. Sigurðsson. Trý fólk úr hvørjum av teim fimm Norðurlondum, ið hava limaskap í Norðurlandaráðnum, hava gjørt av, at hetta er besti filmur í Norðurlondum. 17. september var Benedikt sjálvur í Norðurlandahúsinum og vísti filmin fyri mest sum øllum reiðfólkum í landinum. Í tí sambandi varð sagt soleiðis um filmin: Hross í oss verður í Íslandi lýstur sum “grimm sveitarómantík”, ið snýr seg um menniskjað í rossinum og rossið í menniskjanum, tá ið kærleiki, sex, ross og deyði verða tvunnin saman við hondføstum avleiðingum. Í ljóði og leiki spælir rossafilmurin uppá bæði tølt og tango. Leikstjórin sigur, at filmurin er eitt felags avrik, ið byggir á sjálvt evnið, staðin, objek

Veðurlagsfundur á torginum

Í heimsins Sameindu Tjóðum (ST) eru deildir, ið arbeiða við veðurfrøði (WMO) og umhvørvi (UNEP) í øllum ST-limalondunum. Í 1988 stovnaðu hesar báðar deildir eina millumtjóða deild, The Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), sum við støði í aktuellari vitan hevur til endamáls, at lýsa tær umhvørvisligu og samfelagsbúskaparligu avleiðingar, ið veðurlagsbroytingar elva til. Hesi granskingarúrslit savnar IPCC og gevur tey út í einum jøvnum streymi, so politikarar kunnu brúka úrslit og nýggja vitan í dagliga arbeiðnum. Sjálvt er IPCC púra ópolitiskt. Í hesum døgum verður fimta høvuðsfrágreiðingin løgd fram í Keypmannahavn. Og var tað ikki fyri listamanninum, Ólafur Eliasson (f.1967), so hevði eg ikki ánilsi av hesum fundum, frágreiðingum og framløgum á Tivoli hotellinum. Saman við granskaranum Minik Rosing (f.1957) hevur Ólafur Eliasson funnið uppá eina ísklokku, Ice Watch , á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, har hvørt tal er eitt bráðnandi petti av grønlendska innla

Grót í skúlan!

Jarðfeingi lýsir í dag við tilboði til allar skúlar í landinum: Bíleggið føroysk grót- og steinsløg í einum snøggum skápi, sum altíð er klárt at taka fram, og sum eftir undirvísingina kann rullast uppá pláss aftur! Undir yvirskriftini: "Fá tilfar og íblástur at kveikja áhuga hjá børnum og ungum fyri Føroya jarðfrøði", verður upplýst um skápið, sum sæst omanfyri. Tað er Uni Árting, jarðfrøðingur í Jarðfeingi, sum vísir einu skuffuna fram. Uni og onnur hava javnan skeið fyri lærarum í Nám, har myndin er tikin. Í Námi er altíð eitt skáp til skjals, so lærarar og skúlafólk kunnu síggja tilfarið og hvussu hent og snøgt skápið er í undirvísingini. Í skápinum eru 7 skuffur, 36 grót- og steinsløg, skrivligt frálærutilfar, kort og leiðbeiningar, teldutøkt frálærutilfar og amboð at arbeiða við. Nærri upplýsingar um skápið fáast hjá Jarðfeingi og til ber at bílegga eitt skáp til skúlan hjá Námi.

Norðurlendsk Bókasavnsvika 2014

Norðurlendska bókasavnsvikan verður í døgunum 10. - 16. november 2014, tá trøll í Norðurlondum er evni. Eitt spennandi hefti við hugskotum er gjørt á norskum og svenskum. Hesar dagar fara fólk á bókasøvnum, skúlum, dagstovnum og deildum hjá norrønu feløgunum um øll Norðurlond og Baltalond við, at lesa upp úr somu norðurlendsku bókmentum samstundis. Bókasavnsvikan verður í ár hildin fyri átjandu ferð, og mánadagin 10. november verður tann stóri felags upplestrardagurin við trøllum á skránni. Upplesturin er í tveimum pørtum: “Sólarris”, sum er upplestur fyri børnum um morgunin, tá lisið verður úr hesum báðum bókum: Um kvøldið er “Skýmingarløtan”, sum er upplestur fyri vaksnum. Harafturat er ein bólkur, sum vendir sær til størri børn. At taka lut í Norðurlendsku bókasavnsvikuni er ókeypis. Her krevst bara áhugi. - Saman skapa vit eitt serstakt upplivilsi, tá ið norðurlendsku bókmentirnar verða gjørdar livandi, og fáa veruligar røddir í vetrarmyrkrinum, siga fyrireikar

Minnismyndir

Onkuntíð er spennandi at vita, hvussu nær tú kanst sleppa at taka myndir av eini stjørnu. Henda myndin av Glen Campbell er tikin í Hammersmith í London í 2006 við einum Panasonic lummamakera. Nú er hann 78, demensraktur, og sigur farvæl við sanginum  I'm Not Gonna Miss You , ið samstundis er ein nemandi frágreiðing um Alzheimer. Ofta er bannað at taka myndir tá konsertir eru. Bert innskrivaðir fotografar sleppa at taka myndir fyri ávís bløð, og bert tá konsertin byrjar. So skulu teir út. Tí er freistandi hjá fjepparum at finna markið, og royna at taka myndir allíkavæl, uttan at verða blakaður út. Einaferðina stóð eg bara fáar metrar frá Paul McCartney og sang kór til Let it Be . Tað var stórt. Men einki kamera varð at goyma løtuna. Kendi meg sum tann, ið misti heimsins størsta laks. Men ráð eru fyri tí. Í Viborg latst eg tosa í fartelefon og gekk mær heilt upp til pallin. Nonsjalant setti eg Sony telefonina á kantin og við honum sum undirlagi, tók eg myndina av Hank Marvin. Ób