Skip to main content

Besti norðurlendski filmur


Tað er sjónleikarin Benedikt Erlingsson (f.1969), omanfyri til høgru, sum við Hross í oss á fyrsta sinni hevur skrivað og leikstjórnað film í fullari longd. Navnframi leikstjórin Friðrik Thór Fridriksson, omanfyri til vinstru, hevur framleitt og leikarar eru Charlotte Bøving, ið er kona Benedikts, og Ingvar E. Sigurðsson.

Trý fólk úr hvørjum av teim fimm Norðurlondum, ið hava limaskap í Norðurlandaráðnum, hava gjørt av, at hetta er besti filmur í Norðurlondum.

17. september var Benedikt sjálvur í Norðurlandahúsinum og vísti filmin fyri mest sum øllum reiðfólkum í landinum. Í tí sambandi varð sagt soleiðis um filmin:
Hross í oss verður í Íslandi lýstur sum “grimm sveitarómantík”, ið snýr seg um menniskjað í rossinum og rossið í menniskjanum, tá ið kærleiki, sex, ross og deyði verða tvunnin saman við hondføstum avleiðingum. Í ljóði og leiki spælir rossafilmurin uppá bæði tølt og tango. Leikstjórin sigur, at filmurin er eitt felags avrik, ið byggir á sjálvt evnið, staðin, objektið, leikararnar, tíðina og hendingina, sum savnar øll: at reka rossini saman. Nýggi íslendski rossafilmurin, sum var íslendska Oscaruppskotið í fjør, hevur verið sýndur og fagnaður kring allan heim, og var fyrsti filmur á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck í fjør.
Á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum verður sagt soleiðis um grundgevingina hjá dómsnevndini, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið:
Om heste og mænd er en forbløffende original film med rødder i den lakoniske humor fra den islandske saga-tradition. Den handler om de stærke bånd mellem mennesket og naturen. I centrum for filmens indbyrdes forbundne fortællinger finder vi menneskets evige og nytteløse forsøg på at kontrollere naturen. Det kan ofte have katastrofale konsekvenser. Instruktøren viser en dyb forståelse for de primale kræfter i heste og mennesker, og brugen af dyrets blik som det centrale perspektiv i visningen af menneskets tragikomiske adfærd, giver Om heste og mænd en særpræget lyrisk atmosfære, men også en mørk og komisk stemning. Instruktøren Benedikt Erlingsson kombinerer et kraftfuldt visuelt sprog, klipning og musik på en måde som får filmen i sig selv til at virke som en naturkraft.”
Heimasíðan hjá Norðurlandaráðum upplýsir at í løtuni sita hesi fimtan i dómsnevndini:  Audur Ava Ólafsdóttir, Björn Ægir Nordfjord og Kristín Jóhannesdóttir, Ísland, Britt Sørensen, Kalle Løchen og Silje Riise Næss, Noreg, Eva Novrup Redvall, Jacob Wendt Jensen og Per Juul Carlsen, Danmark, Harri Römpötti, Jaana Puskala og Outi Heiskanen, Finnland, Jannike Åhlund, Jon Asp og Kristina Börjeson, Svøríki.

Myndina av Benedikt og Friðrik tók eg á filmstevnuni í Lübeck í fjør, har hesin filmurin var hin fyrsti, ið varð vístur. Til lukku!