Skip to main content

Minnismyndir


Onkuntíð er spennandi at vita, hvussu nær tú kanst sleppa at taka myndir av eini stjørnu. Henda myndin av Glen Campbell er tikin í Hammersmith í London í 2006 við einum Panasonic lummamakera. Nú er hann 78, demensraktur, og sigur farvæl við sanginum I'm Not Gonna Miss You, ið samstundis er ein nemandi frágreiðing um Alzheimer.

Ofta er bannað at taka myndir tá konsertir eru. Bert innskrivaðir fotografar sleppa at taka myndir fyri ávís bløð, og bert tá konsertin byrjar. So skulu teir út. Tí er freistandi hjá fjepparum at finna markið, og royna at taka myndir allíkavæl, uttan at verða blakaður út. Einaferðina stóð eg bara fáar metrar frá Paul McCartney og sang kór til Let it Be. Tað var stórt. Men einki kamera varð at goyma løtuna. Kendi meg sum tann, ið misti heimsins størsta laks. Men ráð eru fyri tí. Í Viborg latst eg tosa í fartelefon og gekk mær heilt upp til pallin. Nonsjalant setti eg Sony telefonina á kantin og við honum sum undirlagi, tók eg myndina av Hank Marvin. Óbetalilig í mínum savni. Tað var meðan Shadows høvdu teirra Farwell Tour, eins og Glen Campbell. Kanska sigur tað eitt sindur un aldurin eisini. Í báðum førum varð eg rikin burtur við hóttan um at verða settur á dyr. Men filmin kundu tey so ikki krevja rullaðan út úr kameranum. Talgilda staðfestingin varð goymd á eini flís í cyberspace...