Í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld hitti eg Brian Cottam, Jane Cloete og Dan Delaney, ið eru trý av níggju fólkum, sum vitja her og eru knýtt at bretsku lýsingastovuni Redwood . Lýsingastovan, ið heldur til mitt í London, hevur hópin av stórum kundum, teirra millum Land Rover, sum í hesum føri er ordragevandi kundi. Tey trý komu higar fríggjadagin og hini seks løgdust afturat í dag. Hóast tey arbeiða fyri ymsar fyritøkur, eisini free lance, er felagsnevnarin Land Rover, sum hvørt ár gevur út stóra lívstílsblaðið Onelife . Umframt snøggu pappírsútgávuna gera tey eisini talgildar útgávur til iPad og aðra tøkni við filmi og reportasjum frá eksotiskum londum, nú eisini Føroyum. Søgan niðanfyri er úr Wales. Lýsingastovan Redwood sigur, at við árliga tíðarritinum, skapa tey søgur um og fyri fólk, ið eiga ein Land Rover: 'developing brand stories that build customer relationships' . Útgávan Onelife, sum hevur vunnið fleiri virðislønir, sýnir nýggjastu modell og finnur ósagd