Í dag, fríggjadag 7. november kl 17-19, verður hátíðarhald í Felagsskúlanum á Oyrarbakka í sambandi við, at hetta skúlaár eru 40 ár liðin, síðani fyrsti realskúlaflokkur, omanfyri, tók prógv í 1974. Eg gekk í øðrum flokki, sum ein danskur ferðandi skúlafotografur avmyndaði árið eftir.
Fyrireikararnir siga, at byrjað verður klokkan 17 í dag. "Tá taka vit ímóti fyrrverandi og núverandi næmingum, øllum lærarum og starvsfólkum og fólki úr fyrisitingini gjøgnum árini, sum hetta 40 ára skeið hava starvast á og hava havt samband við felagsskúlan á Oyrarbakka.
Vit fara eisini at heita á tykkum, næmingar, lærarar og starvsfólk, at hava myndir frá skúlagongdini á Oyrarbakka við til hátíðarhaldið. Allar best er, um tit hava valt eina ella fleiri myndir, sum vit so sleppa at seta á veggin til minnis um tíðina. Sum kvøldið líður, vóna vit at fáa nógvar myndir á veggin, sum úr egnum sjónarhorni mynda skúlagongdina á Felagsskúlanum í 40 ár.
Vit hava eisini gjørt hesa vangamynd á Facebook, sum vit kalla Felagsskúlin 40 ár. Við tykkara loyvi vilja vit sleppa at skanna eina ella fleiri av teim myndum, sum verða settar á veggin. Tá myndin er skannað, verður hon sett á hesa vangamyndina, so allir næmingar á Oyrarbakka í 40 ár kunnu fylgja við, deila sínamillum og kanska finna aðrar myndir frá søguligu skúlagongdini at leggja afturat.
Umframt at halda 40 ára veitslu við einum drekkamunni og føðingardagskøku, vilja vit á henda hátt seta tykkara egna dám á lívið í Felagsskúlanum í 40 ár hetta fríggjakvøld, tá fleiri helst eru ávegis heim frá arbeiði. Umframt persónligu myndaframsýningina verða røður og tónleikur," verður sagt í almennu innbjóðingini.
Skráin fyri 40 ára hátíðarhaldið á Felagsskúlanum 7. november 2014 kl 17:00-19:00 er henda:
Felagssangur: nýgjørdur sangur til Felagsskúlan, sum Rúni Bjarkhamar yrkti
Hans Erland í Brekkunum, fyrsti skúlastjóri fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka, heldur røðu
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, heldur stutta røða
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, heldur stutta røðu
Næmingarnir Silja Johannesen og Tummas Larsen syngja og spæla
Jón Ingi Ejdesgaard, skúlastjóri fyri Felagsskúlan, heldur røðu
Sofus Poulsen, fyrrverandi næmingur, heldur røðu
Eiðis ljómfelag spælir
Hans Olivur Joensen spælir
Fyrireikararnir siga at enda, at "Vónandi vilja tit nýta og njóta henda hugnaliga møguleika at hitta gamlar og núverandi næmingar og lærarar og enduruppliva skúlagongdina við gomlum myndum!" Tiltakið endar umleið klokkan 19.