Í kvøld varð skipað fyri kaffi og upplesturi úr nýkomnu yrkingasøvnunum hjá Heðini M. Klein (f.1950), Afturljóð og Tala tú eisini. Upplesturin var í Orkulonini, sum bleiv felagshús, tá teir báðir rísastóru gomlu ketlarnir frá 1976 vórðu skiftir út við ein pinkulítlan nýggjan. Henda tekniska útskifting elvdi til meir enn ein fermetur av plássi fyri hvørt av teim 36 húsum í Tórsbyrgi, har Heðin býr í nummar átta. Ein góð íløga til felags trivnað.
Afturljóð er eitt breitt úrval av yrkingum eftir Heðin Klein frá teimum farnu 45 árunum. - Yrkjarin gjørdi sum nítjan ára gamal hol í sjógv við savninum Væmingar og vaggandi gjálv, og líka síðani hevur hann gjørt vart við seg innan føroyskan skaldskap við sínum gløggu og sermerktu yrkingum, sigur forlagið Mentunargrunnur Studentafelagsins. - Afturljóð vísir, at tað bæði er ein samanhangandi tóni, eitt málsligt og skaldsligt nærlagni og mennandi fjølbroytni frá tí fyrsta til tað seinasta savnið.
Tala tú eisini er heitið á nýggja savninum, har Heðin tulkar og týður Paul Celan (1920-70) úr týskum. Celan telist millum merkisverdastu yrkjarar í tjúgindu øld, og Heðin hevur áður givið yrkingar hjá honum út á føroyskum. Tala tú eisini er eitt spennandi úrval við einum eftirmæli, har Heðin greiðir frá lívinum hjá yrkjaranum, hansara skaldskapi og nemur við spurningin at flyta týskt mál yvir í føroyskt.
- Við týðingunum hjá Heðini Klein hava vit fingið heimsbókmentir á hægsta støði á føroyskum, sigur Mentunargrunnur Studentafelagsins. Bárður Jákupsson gjørdi permuna eins og í øllum hinum søvnunum.
TAÐ ORÐIÐ 3
Gev mær tað bratta
og beinvaksna orðið
gev mær glerpípuna í gjónni og tindin
tornini og spírið
sum raðar
upp í hæddirnar
gev mær drangin og stakkin
sum dagar móti luftini
forbergið og trøllkonufingur
mastrina og askin
og gloym hvørki vatn- ella eldgosið
meina mær ikki heldur
eldsúluna ella skýstólpan
at lýsa fyri fótinum
á degi
sum nátt
Og tað krókuta
krøkta
tað kúluta og hvokna
gev mær trøini í Føroyum
ta vindgosnu greinina
har hvirlurnar koma rangar
klivplantuna
gev mær tarmarnar og vilini
gev mær snúðurin í dansinum
sum brýtur ringin og brýtur hann aftur
gev mær fløkjustampin
í skúri og skalla
streymkrakið og íðuna
gev mær skiftistreymin
gev mær dráttin í alinum
sum dregur á bæði
gev mær aldurnar sum ganga upp í ættina
gev mær útsúgin í brotinum
gev mær tað
gev mær tað orðið
24.10.14. H.
TAÐ ORÐIÐ 4
Gev mær tað breiða
og breiðkandi orðið
har øll eru farin 'á bátadekkið'
sum 'í góðum veðri' 'í plantasjuni'
og hvør fuglur syngur við sínum nevi
gev mær tað breiða úrvalið
tað generøsa marglætishornið
gev mær hitt tiltikna brúdleypið
har øll bygdin er boðin og komin
gev mær felagssangin
gev mær tað breiða smílið
tað stóra súsið (og sussið!)
har altíð er pláss
fyri einum (orði) afturat
gev mær lendarnar breiðu
tað opna og fevnandi fangið
gev mær tað góðvarna orðið
hvørs lodd nemur aldrin við botnin
gev mær bygdarveitsluna
har skonkt verður sterkt úr peglaglasi
gev mær mjølið í krukkuni
sum aldrin verður uppi
gev mær tað
gev mær tað orðið
Og gev mær tað smala
tað smalkandi orðið
lat meg fáa tað
sera
tað einsýna
gev mær tað úrmælta
(veri tað snjalt ella avmælt)
tað einstaka
einskilda
og við ongan skylt
sum siglir sín egna sjógv
lær meg at ganga ta smalkandi rókina
áðrenn hon gongur burtur um bringan
lat meg ganga eingisrókina aftur
lær meg at sissast
í tí tepra og treingjandi skotinum
millum hjallarnar
gev mær eisini orðið: 'tann-smali-vegurin'
gev mær tað staka
tað hendinga
fjal mær ikki heldur tað úrsýnda
lat meg njóta tað avbjóðandi
orðið
gev mær tað kræsna
tað krevjandi
tað einnevnda orðið
tað orðið
sum blómar í øllum veðri
gev mær tað
gev mær tað orðið
01.11.14. H.
Hann gjørdi sum ungur í spurnarkappingum í útvarpinum vart við sín stóra kunnleika til føroyskar bókmentir og hevur eisini seinni víst, at hann er vællisin. Heðin hevur við hesum savni givið út sjey søvn av egnum yrkingum og fleiri bøkur við týðingum. Tað er eyðkent fyri ein stóran part av yrkingunum eftir Heðin Klein, at tað kann vera torført at treingja niður ígjøgnum yvirtromina, og tú hevur kensluna av at glíða eftir henni. Men hevur tú tol og kagar nærri, tá letur ein ríkur og fjølbroyttur heimur seg upp fyri lesaranum. Ein heimur, sum verður lýstur við einum ferili av speisemi, at hann ikki skal gerast ov álvarssamur.