Skip to main content

Posts

Bumbuflogfarið í Thule í 1968

Mikukvøldið klokkan 20 sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin Idealisten  (Christian Rosendahl 2015) í Havnar Bio. Peter Plaugborg, ið hevur høvuðsleiklutin sum journalisturin Poul Brink, verður mettur sum ein av fremstu leikarum í donskum filmi, fyrst og fremst í  Submarino  (Thomas Vinterberg 2010). Í nýggja danska filminum, sum er um hendingar í Thule í 1968, tá eitt amerikanskt B52 bumbuflogfar datt niður, er hann idealistiski og gravandi journalisturin, Poul Brink, sum andaðist bara 49 ára gamal í 2002. Í 1997 fekk hann Cavling-virðislønina fyri bókina Thule sagen - Løgnens Univers, sum kom út sama ár. Poul Brink sæst niðanfyri. Her er samrøða frá 1998, har Kurt Strand tosar við Poul Brink (1953-2002) um hendingarnar í Grønlandi í 1968, eftir at Brink hevði fingið Cavling-virðislønina. John Kjærbo Eystan Á fer at introdusera filmin Idealisten í Havnar Bio. John, sum siglur í Grønlandi, hevur arbeitt á staðnum, har amerikanska B52 bumbuflogfarið datt niður, møtt fó

Tvey lomb í morgun!

Yviri við Strond er bóndin so fegin um tey bæði lombini, sum komu í morgun, at hann avmyndar tey í føvninginum á konuni. Gleðin um nýkomnu lombini er stór, eisini á grannatrøðni. Har eru lombini tvær vikur eldri og síggjast í øllum litum, nú sólin kom fram, eftir at kavi legðist í morgun. Nýfikin fara tey marglittu lombini um til sjóvarmálan og smakka alt, ið liggur frammi á bønum og oman. Smáfuglar og gásarungar fylgja við í lívsins gongd, nú hann várar og veðrið skiftir yvir ymislitta bønum, teig fyri teig, har yviri við Strond. Hóast sólin er frammi, so sæst hóttandi kavin í skugganum. Ein trolari skiftir manning úti á fjørðinum, hann dregur á luftina og í nýggja gráa ljósinum vil ein braneggjaður veðrur verða avmyndaður við vegjaðaran. Haldi, eg havi sæð hann á einum frímerki, handan veðrin, sleiktan og sendan um allan heim. Gæsnar flúgva í ivaveðrinum, sum tá sólarmyrkingin var. Tær hava heilt vist innbygdan gps'ara. Úti við Bukk

Safety First

Um eg fari á Facebook og leiti eftir Safety Status , so fái eg bara eina røð av tónleikabrotum við Status Quo, sum spæla Safety Dance . Men var eg í Nepal í dag og tendraði teldu ella telefon og fór á Facebook, so hevði ein skipan fari í gongd, sum segði at eg burdi sagt fólki frá, at eg hevði tað gott, tí talgildu sporin avdúka, at eg eri í jarðskjálvtaraktum øki, har fleiri eru deyð. - Dagfør tína støðu, tí umheimurin vil vita, hvussu tú hevur tað. Tað hevur Facebook sagt síðani í oktober í fjør, tá funkan Safety Status fór í gongd í tílíkum økjum. Eg eri paff, at makt- og peningastýrda tøknin kann vísa eitt menniskjansligt andlit og tæna okkum brúkarum. Bara tæna og gloyma, at øll tøkni og alt samskifti er ein pengamaskina fyri ráðaríkar nevndargreðingar í øllum heiminum. Í hvussu er eina løtu. Kanska er vón fyri kunningar- og vitanarsamfelagnum kortini. Hetta var so eitt boð, Safety Status. Tó, dugi ikki at koma í tankar um nakra aðra funku, sum tænir okkum brúkarum á sama støð

Fúsi vinnur tríggjar altjóða virðislønir

Íslendski filmurin Fúsi (Dagur Kári Pétursson 2015) gjørdi seg av álvara galdandi á Tribeca filmstevnuni hjá Robert De Niro og teimum í New York í gjár, har hann varð sýndur undir navninum Virgin Mountain. Íslendski filmurin, sum er um hin bulmikla Fúsa, vann tríggjar av týdningarmestu virðislønunum í kappingini World Narrative Competition í New York: besti spælifilmur, besta handrit og besti mannligi høvuðsleikari, sum er Gunnar Jónsson. Millum stjørnurnar í Tribeca dómsnevndini í ár sótu Whoopi Goldberg og Dylan McDermott. Tey søgdu við altjóða filmspressuna, at íslendski filmurin um Fúsa vann teirra hjørtu í einum samspæli millum skemt og samkenslu. Á yvirflatuni er filmurin ein egin kærleikssøga, sum tó eisini nemur við evni sum happing, sálarsjúku og einsemi, og at enda ’sigur mannsandans og þýðingu ástarinnar’, sum íslendsku bløðini skriva í dag. Í Tribeca-skránni verður filmurin lýstur soleiðis: Fúsi is a mammoth of a man who at 43-years-old is still living at home

Høgni rular aftur

So er Høgni aftur á flogi við eini klummu, sum livir upp til tær allar bestu, eg minnist. Sum so ofta eru tað viðurskiftini millum okkum í smáu Føroyum og so Hundraðlandið , Danmark, har alt er hundrað ferðir betur og størri enn vit. Eisini tá vit byggja uppihaldstrappur fyri øll, sum hava uppihaldsloyvi, og halda tær upp móti Odessa , har verðins størsta kulissa varð bygd og skapti søgu á filmi, púra innantóm. Bravo, Høgni! Var tað ikki fyri tær og góðum ritstjórum og livandi pennum, so var heimligi blaðdeyðin langt síðina sum kettan - í durinum deyð! Gott vikuskifti!

KLOMBUR : ZVEN BALSLEV

Í morgin, fríggjadag 24. apríl kl 16:00, letur Zven Balslev (f.1977) upp fyrstu serframsýning í Steinprenti við 35 tekningum og grafiskum myndum. Framsýningin Klombur hongur uppi í tvær vikur. Í tíðindaskrivi sigur Steinprent soleiðis um stuttliga heitið á framsýningini: - Eitt klombur er tann, sum ikki ger tað, sum gerast skal, á hegnigan, rættan ella vanligan hátt. Í skúlahøpi er klombrið kanska næmingurin, sum ongantíð fær meira enn helvtina við av undirvísingini. Zven Balslev er als ikki nakað klombur, men ein gávaður listamaður. Hesin listamaðurin er sjálvur útbúgvin á kunstakademinum, men hann hevur samhuga við og innlit í sjónarmiðið hjá klombrinum, outsidearanum, sum í staðin fyri at vera til staðar og lurta eftir læraranum, kanska heldur situr og dagdroymir í skúlastovuni. Sjórnarhornið hjá klombrinum gevur kanska ikki teir bestu karakterirnar, men tað er av sonnum listarliga gevandi - hetta kunnu áskoðararnir vissa seg um á teirri forkunnugu framsýningini í Steinpren

Vit kunnu hjálpa tær

Í kvøld vísti DR2 ein amerikanskan heimildarfilm um amerikansku sektina Scientology Going Clear: Scientology and the Prison of Belief (Alex Gibney 2015). Innihaldsliga úrslitið var lítið flatterandi fyri sektina og fekk meg at hugsa um eina hending fyri skjótt 38 árum síðani, sum kundu havt broytt mítt lív, eins og almannavarpið kundi havt broytt lívið hjá Kára, tá ein spákona slapp at lesa í lógvanum hjá honum í morgun. Tað var ein heitur dagur í juni í 1977. Eg gekk oman eftir Strøjnum, fót fyri fót, hugdi eftir plátum í handilsgluggunum, filmsplakatum í Grand og longur niðri, har tey vístu Ai no korida, og eftir fremmandum avísum í Jorcks Passage. Tá verði eg steðgaður av einum ljóstpurlutum fjarsmílandi manni í sandalum. Soleiðis minnist eg hann. Við skriviblokki framm fyri seg spyr hann, um eg havi stundir at svara nøkrum spurningum. - Jú, hetta er fyrsti summarferiudagur, so eg havi alla tíð í verðini, sigi eg pura óforheraður, stingi høgru hond í lumman og set

Isabella gjøgnum múrin

Í morgun komu boð á Facebook frá svensku Christinu Glaeser, sum umboðar svenskar rútmiskar tónleikarar, ið hon vil hava út í Norðurlond at syngja. Tað var acapellabólkurin The Real Group, sum var her á Listastevnu í Norðurlandahúsinum, ið skapti sambandið okkara millum. Christina fylgir væl við, serliga á svenska jazzøkinum, sum altíð hevur staðið sterkt og gjørt seg galdandi úti í heimi, millum annað við Monicu Zetterlund, sum nýliga varð lýst í filminum Monica Z (Per Fly 2013). Men í morgun galt tað 27 ára gomlu Isabella Lundgren , omanfyri, ið hevur Peter Asplund sum mentor. Christina umboðar tey bæði, og nú eru øll tekin í sól og mána um, at unga Isabella Lundgren er nýggja stjørnan í svenskum jazzi. Hesi sannleiksorð skrivar nordisturin Christina í meylinum morgun: Isabella och även Peter Asplund vill ut och spela i hela Norden nu och jag känner att det är dags att öppna dörrarna igen så det blir korsdrag mellan länderna. På 70-talet var alla artister ute i hela Norden och n

Altjóða plátudagur

Leygardagin var altjóða grammofonplátudagur, Record Store Day . Við Ringvegin, uttanfyri Norðurlandahúsið, stóðu vindharpur, sum Velbastaðar skúli hevur gjørt. Varð ættin til vildar, so hoyrdist sangur úr træðrum og lutum, eisini grammofonplátunum, sum vóru spentar upp á eina standmynd. Plátan við grønum merki í miðjuni er Kukk-kukk valsurin, The Cuckoo Waltz , við amerikanska urguleikaranum Ken Griffin. Upprunaliga var tað svenski trompet majorurin J. Emanuel Jonasson, sum skrivaði Gökvalsen  í 1913. Men við sunnudagskvøðuljómunum gjørdi Útvarpið Ken Griffin versjónina kenda. Klikk á slóðina , og tað er sunnudagur og nývaskaðir bilar í allari verðini. Sami Kukk-kukk valsur varð eisini spældur, tá borgarligar frúur við uppsettum hári skuldu hava Philicorda urgu í húsið. Hon fekst frá Marstein á Áarvegnum Havn. Umframt plátuna við Kukk-kukk valsinum, hava børnini í Velbastaðar skúla eisini brúkt eina plátu hjá Jard Samuelson til vindharpuna við Ringvegin. Soleiðis finnur alt sit