Skip to main content

KLOMBUR : ZVEN BALSLEV


Í morgin, fríggjadag 24. apríl kl 16:00, letur Zven Balslev (f.1977) upp fyrstu serframsýning í Steinprenti við 35 tekningum og grafiskum myndum. Framsýningin Klombur hongur uppi í tvær vikur. Í tíðindaskrivi sigur Steinprent soleiðis um stuttliga heitið á framsýningini:


- Eitt klombur er tann, sum ikki ger tað, sum gerast skal, á hegnigan, rættan ella vanligan hátt. Í skúlahøpi er klombrið kanska næmingurin, sum ongantíð fær meira enn helvtina við av undirvísingini. Zven Balslev er als ikki nakað klombur, men ein gávaður listamaður. Hesin listamaðurin er sjálvur útbúgvin á kunstakademinum, men hann hevur samhuga við og innlit í sjónarmiðið hjá klombrinum, outsidearanum, sum í staðin fyri at vera til staðar og lurta eftir læraranum, kanska heldur situr og dagdroymir í skúlastovuni. Sjórnarhornið hjá klombrinum gevur kanska ikki teir bestu karakterirnar, men tað er av sonnum listarliga gevandi - hetta kunnu áskoðararnir vissa seg um á teirri forkunnugu framsýningini í Steinprenti.

Teknihátturin hjá Zven Balslev er eitt sindur ráur og minnir um stílin í undirgrundsteknirøðum við surrealistiskum brá og einum rættiliga persónligum og eyðkendum myndamáli við hópin av smáum teknum og tilsipingum, sum eru afturvendandi í hansara myndaverð. Nakrar av grafisku myndunum eru gjørdar í Steinprenti, har Zven Balslev hevur havt arbeiðsuppihald hesa síðstu tíðina. Samstundis sum myndirnar hava ein fjálgan og skemtiligan dám, eru tær onkursvegna stórbýarkendar og coolar, t.d. herliga myndin av einum festivalvesi, sum aftur er dømi um tey heldur óvæntaði sjónarmiðini og myndevnini, sum Zven Balslev finnur uppá. Øll eru hjartaliga vælkomin til ferniseringina.

Kinna Poulsen