Skip to main content

Safety First


Um eg fari á Facebook og leiti eftir Safety Status, so fái eg bara eina røð av tónleikabrotum við Status Quo, sum spæla Safety Dance. Men var eg í Nepal í dag og tendraði teldu ella telefon og fór á Facebook, so hevði ein skipan fari í gongd, sum segði at eg burdi sagt fólki frá, at eg hevði tað gott, tí talgildu sporin avdúka, at eg eri í jarðskjálvtaraktum øki, har fleiri eru deyð. - Dagfør tína støðu, tí umheimurin vil vita, hvussu tú hevur tað. Tað hevur Facebook sagt síðani í oktober í fjør, tá funkan Safety Status fór í gongd í tílíkum økjum. Eg eri paff, at makt- og peningastýrda tøknin kann vísa eitt menniskjansligt andlit og tæna okkum brúkarum. Bara tæna og gloyma, at øll tøkni og alt samskifti er ein pengamaskina fyri ráðaríkar nevndargreðingar í øllum heiminum. Í hvussu er eina løtu. Kanska er vón fyri kunningar- og vitanarsamfelagnum kortini. Hetta var so eitt boð, Safety Status. Tó, dugi ikki at koma í tankar um nakra aðra funku, sum tænir okkum brúkarum á sama støði. Veitst tú? Kanska sigur tú frá, har tú ert...