Skip to main content

Posts

Ein glotti

So opnaðist ein gluggi í Tinghúsinum. Eftir ólavsøkurøðuna boðaði løgmaður frá, at val verður týsdagin 1. september. Taktiskt ella ikki, nú er í hvussu er ein møguleiki, at vit sleppa úr teirri naggtódn, sum hevur verið í føroyskum politikki. Hvør grípur møguleikan, verður avdúkað komandi dagarnar, nú gróður og grønska sæst millum donsku fløggini á ólavsøku í Havn. Um tað er góða gjarið í løgmansrøðuni, sum er orsøkin, er óvist, men vælhildnu havarnir í gomlu Havnini spretta í grønsku. Við Tinghúsvegin eru nøkur av vakrastu húsum og havum í Havn. Í Sloans húsum, sum eru nevnd eftir skotska trúboðaranum, sum kom higar fyri 150 árum síðani, var hetta sjáldsama veggjaprýði at síggja á ólavsøku. Í Sparikassagarðinum við teim mongu nøvnunum, er G-lykilin frammi, Tað er sum í Pálmahavanum, tá Ove Olsen stjórnar Havnar Hornorkesturi, ið spælir summartónar. Á Skálatrøð standa børnini á rað við tómum fløskum, sum tey selja fyri kontantan pening. Ruddiligt og effektivt.

Ólavsøkuaftan

Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, setti ólavsøkuna við eini góðari røðu , har hon viðgjørdi ymiskleika og fjølbroytni í samfelagnum. Tóra umboðar 4000 limir í 24 feløgum, sum fevna um fýra ymsar bólkar av brekum. Í hesum ljósi var hugvekjandi at hoyra Tóru siga, at menniskju eru ikki brek ella trupulleikar, men fram um alt eru tey menniskju við grundleggjandi tørvi á viðurkenning, kærleika og einum virðiligum plássi í samfelagnum. Orðavalið var so gott, at ikki bara limir í MBF og LGBT, men øll tey møttu á Vaglinum, kundu taka orðini til sin. Ein góð og savnandi summarøða.  Í Steinagøtu ger Birgit klárt framman fyri rullandi Pannukøkubúðini, ið hon rekur saman við Guðri. Tær báðar baka tær bestu pannukøkur á stevnum, festivalum og tiltøkum kring alt landið. Matthew Workman, sum hevur gjørt 250 podcasts úr Føroyum , er í gongugøtuni. Hann er í føroyskari húgvu og FSF blusu. Á Vaglinum er Poul Mohr enn stinnur á rossabaki. Niðaru myndina

Stór Pride í ólidnari Havn

Eiler á Pride er fremstur fyri í hvíta bilinum, sum koyrir oman Tórsgøtu framman fyri ársins skrúðgongu, sum taldi fleiri túsund. Í gulari troyggju sæst Oda Kjartansdóttir Strøm, ið so fyrimyndarliga leiddi fólkið gjøgnum býin. Human rights are my pride stóð á fremsta dregilinum í Pride-gonguni hjá LGBT, sum í ár var hin størsta nakrantíð, í hvussu er máld eftir Tórsgøtu, sum var fylt av fólki, áðrenn tey snaraðu út móti Skálatrøð. Byrjað varð í Gundadali, har hitað varð upp, og so fór gongan oman á Skálatrøð, har Marjun Bæk helt røðu og fleiri sungu og spældu tónleik á ókeypis útikonsert. Á sama stað hevði kommunan skipaði fyri barnativoli, sum kostaði ikki minni enn 250 krónur fyri barnið. Tað vóru barnafamiljur ikki fegnar um. Men Pride gongan var í góðum lag og gjørdi aldur í gøtuni. LGBT, sum skipar fyri árligu Pride skrúðgonguni, sigur, at hon er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til alla