So opnaðist ein gluggi í Tinghúsinum. Eftir ólavsøkurøðuna boðaði løgmaður frá, at val verður týsdagin 1. september. Taktiskt ella ikki, nú er í hvussu er ein møguleiki, at vit sleppa úr teirri naggtódn, sum hevur verið í føroyskum politikki. Hvør grípur møguleikan, verður avdúkað komandi dagarnar, nú gróður og grønska sæst millum donsku fløggini á ólavsøku í Havn.
Um tað er góða gjarið í løgmansrøðuni, sum er orsøkin, er óvist, men vælhildnu havarnir í gomlu Havnini spretta í grønsku.
Við Tinghúsvegin eru nøkur av vakrastu húsum og havum í Havn. Í Sloans húsum, sum eru nevnd eftir skotska trúboðaranum, sum kom higar fyri 150 árum síðani, var hetta sjáldsama veggjaprýði at síggja á ólavsøku.
Í Sparikassagarðinum við teim mongu nøvnunum, er G-lykilin frammi, Tað er sum í Pálmahavanum, tá Ove Olsen stjórnar Havnar Hornorkesturi, ið spælir summartónar.
Á Skálatrøð standa børnini á rað við tómum fløskum, sum tey selja fyri kontantan pening. Ruddiligt og effektivt.
Oddfríður bjóðar inn í Steinprent, har rundferðini Licentia Poetica steðgar á eina løtu.
Tey eru komin av Háskúlanum í Hornabø, har fyrstu tveir upplesarnir, Vónbjørt Vang og Haldur Suni Johansen, lósu egnar yrkingar. Nú eru tað Sissal Kampmann og ein vælupplagdur Carl Jóhan Jensen, sum brúkti dagsins politisku støðu, nú løgmaður hevði skrivað út nýval, sum inspiratión at lesa stuttlig og stevføst skjaldur.
So er opið hús í flestu heimum í Havn, har bæði turt og vátt er at fáa til kræsnar ólavsøkugómar. Her er ein brellbiti við kjøtið norðan úr Kollinum fremst fyri.
Hesi bæði fittu í føroyskum klæðum, Hanus og Marjun, vóru millum gestirnar í Tórsbyrgi. Takk fyri góða vitjan.
Og eftir góðan nátturða fara vit øll oman á Vaglið at syngja í felag eins og undanfarin ár. Forsangarin var góður og sangúrvalið tað sama góða sum fyrr. Men so skotrast ein langvaksin unglingi úr Suðuroy upp at mær. Heldur enn at gleðast um fólksins ogn í livandi sangi, fór hann at repetera allar teir vinstrasinnaðu bloggar, eg hevði skrivað um pápa hansara, og var klárur at sláast, ti eg forfylgdi honum, pápanum, og annars yvirhøvur ikki dugdi at skriva. Eg beit ikki á og eftir nakrar sangir rýmdi hann at sjikanera onnur sangglað fólk á Vaglinum, nú val varð útskrivað og sangbók Føroya fólks stendur at bresta. Gott, at hvør fuglur sleppur at syngja við egnum nevi. Í hvussu er einaferð um árið. Uttan at brúka nevar. Góða nátt!