Skip to main content

Posts

Slowsól

Summar er sparitíð. Sjálvt spariperur, ið einki brúka, nýtast ikki at verða tendraðar á okkara leiðum. NRK, sum vit síggja á tveimum rásum í okkara býlingi, vísa slowtv við hurtigrutuni , minutt fyri minutt. Hevði tað verið installasjónslist við kurateraðari superrealismu, so hevði eg skilt tað. Men nei. Í morgun vísa báðar rásirnar upptøkur úr Egersund við óforpliktandi práti í summarsól afturvið harmoniku. Og so grína tey býtt og skútan skúmar longur fram á leið. Nordahl Grieg er ikki umborð. Stavnhaldið er ein havn onkustaðni fyri framman, men málið fyri siglandi norska almannamiðilin er einki. Í hvussu er ikki hjá mær at síggja. Sjálvstýrarin er settur til, akkurát sum hjá okkum og hjá DR um summarið. Feriuavloysarar hava Sommeråbent og skipa Ferðalið , sum tosar óforpliktandi snakk við bøndur á bygd um seyðar og lívið fyrr enn nú. Uttan nærveru. Tað kann jú blíva forpliktandi og beinleiðis óbehagiligt at nema við nútíðina. Summar er ikki bara góða gamla agurkutíðin. Nú er ta

Once in a Blue Moon

Í nátt er fullmáni, full sól, av tí bláa slagnum, Blue Moon , sum Connee Boswell og onnur hava sungið um heilt síðan millumkrígsárini. Henda dag og hesa nátt skal ein ansa sær, siga søgurnar. Once in a Blue Moon kann merkja sjáldsamt hepni, men eisini tað beint øvugta. Men hetta við bláa mánanum er kanska ein misskiljing, ið stavar frá amerikanskum bóndum, sum 1932-1957 prentaðu ein álmanakka, Main Farmer’s Almanac. Har varð mánin fyrstu ferð lýstur sum bláur. Longu í 1934 høvdu Richard Rodgers og Lorenz Hart skrivað sangin Blue Moon fyri filmsfelagið MGM. Hann varð royndur í ymsum filmum, íalt sjey higar til dags, og eftir eina romantiska umskriving fór ein útvarpsstøð at brúka hann sum eyðkennislag í 1935. Billy Eckstine og Mel Tormé sungu báðir um bláa mánan í 1949, og í 1961 bleiv hann kendur um allan heim við The Marcels. Bæði Sinatra og Elvis hava sungið um Blue Moon og eitt brot var við í sangleikinum Grease . Í dag er hann millum kendastu standards í øllum tónleikasjan

Ein glotti

So opnaðist ein gluggi í Tinghúsinum. Eftir ólavsøkurøðuna boðaði løgmaður frá, at val verður týsdagin 1. september. Taktiskt ella ikki, nú er í hvussu er ein møguleiki, at vit sleppa úr teirri naggtódn, sum hevur verið í føroyskum politikki. Hvør grípur møguleikan, verður avdúkað komandi dagarnar, nú gróður og grønska sæst millum donsku fløggini á ólavsøku í Havn. Um tað er góða gjarið í løgmansrøðuni, sum er orsøkin, er óvist, men vælhildnu havarnir í gomlu Havnini spretta í grønsku. Við Tinghúsvegin eru nøkur av vakrastu húsum og havum í Havn. Í Sloans húsum, sum eru nevnd eftir skotska trúboðaranum, sum kom higar fyri 150 árum síðani, var hetta sjáldsama veggjaprýði at síggja á ólavsøku. Í Sparikassagarðinum við teim mongu nøvnunum, er G-lykilin frammi, Tað er sum í Pálmahavanum, tá Ove Olsen stjórnar Havnar Hornorkesturi, ið spælir summartónar. Á Skálatrøð standa børnini á rað við tómum fløskum, sum tey selja fyri kontantan pening. Ruddiligt og effektivt.

Ólavsøkuaftan

Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, setti ólavsøkuna við eini góðari røðu , har hon viðgjørdi ymiskleika og fjølbroytni í samfelagnum. Tóra umboðar 4000 limir í 24 feløgum, sum fevna um fýra ymsar bólkar av brekum. Í hesum ljósi var hugvekjandi at hoyra Tóru siga, at menniskju eru ikki brek ella trupulleikar, men fram um alt eru tey menniskju við grundleggjandi tørvi á viðurkenning, kærleika og einum virðiligum plássi í samfelagnum. Orðavalið var so gott, at ikki bara limir í MBF og LGBT, men øll tey møttu á Vaglinum, kundu taka orðini til sin. Ein góð og savnandi summarøða.  Í Steinagøtu ger Birgit klárt framman fyri rullandi Pannukøkubúðini, ið hon rekur saman við Guðri. Tær báðar baka tær bestu pannukøkur á stevnum, festivalum og tiltøkum kring alt landið. Matthew Workman, sum hevur gjørt 250 podcasts úr Føroyum , er í gongugøtuni. Hann er í føroyskari húgvu og FSF blusu. Á Vaglinum er Poul Mohr enn stinnur á rossabaki. Niðaru myndina

Stór Pride í ólidnari Havn

Eiler á Pride er fremstur fyri í hvíta bilinum, sum koyrir oman Tórsgøtu framman fyri ársins skrúðgongu, sum taldi fleiri túsund. Í gulari troyggju sæst Oda Kjartansdóttir Strøm, ið so fyrimyndarliga leiddi fólkið gjøgnum býin. Human rights are my pride stóð á fremsta dregilinum í Pride-gonguni hjá LGBT, sum í ár var hin størsta nakrantíð, í hvussu er máld eftir Tórsgøtu, sum var fylt av fólki, áðrenn tey snaraðu út móti Skálatrøð. Byrjað varð í Gundadali, har hitað varð upp, og so fór gongan oman á Skálatrøð, har Marjun Bæk helt røðu og fleiri sungu og spældu tónleik á ókeypis útikonsert. Á sama stað hevði kommunan skipaði fyri barnativoli, sum kostaði ikki minni enn 250 krónur fyri barnið. Tað vóru barnafamiljur ikki fegnar um. Men Pride gongan var í góðum lag og gjørdi aldur í gøtuni. LGBT, sum skipar fyri árligu Pride skrúðgonguni, sigur, at hon er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til alla