Framsókn er enn einsamalt í oddinum at definera grafiska valstríðið, nú løgtingsval verður týsdagin 1. september, tað er um góðar tvær vikur. Tað sæst á heimasíðuni hjá flokkinum og við vegjaðaran kring alt landið. Framtíðin er appilsingul, í hvussu er um tú velur F fyri Framsókn. Tó so, hin andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, hevur gjørt talmerkt prent í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Tróndur Patursson hevur gjørt reyðu grundina, og so hevur Carl Johan Jensen skrivað skaldaborin orð og setningar omaná. Við hond, og í elstu prenttøkni, sum til er á okkara leiðum, steinprenti. Minnist meg ikki hava sæð ein politiskan flokk, sum so beinleiðis og ítøkiligani knýtir politiskt samband við listina. Og tað riggar heilt væl á vegginum, eisini. Væl frágingin og funktionell valpropaganda í talmerktum sølueintøkum hjá lista E. Hin fremsti í bókstavaraðnum, listi A, sum mikið hóskiligani kallar seg A-liðið , hevur eins effektiva propagandatænastu, við góðum grafikki á øllum pallum, og hinir b