Skip to main content

Posts

Livandi sendingar

Kári Sólstein avmyndaði teir báðar vertirnar, Høgna Djurhuus og Una Leitistein Hansen, sum við tveimum Jack Daniels sendu beinleiðis úr studio 5 í Útvarpinum í dag Hoyr tekstin lisnan her Í morgun varð fólksins rødd, Also , at hoyra í nýggjum hami. Roynt varð at senda beinleiðis, eins og sendingin higartil hevur lagt upp til - beinleiðis prát saman við lurtarum, innan klassisku leygarmorgunsendingina Rót & Rútmu , sum vælfyrireikað altíð er í eygnahædd við lurtaran. Ikki tí, Also hevur í sínum uppleggi lætst at vera beinleiðis og óklipt. Tað er náttúran og styrkin í hesum formati, slagi av sendingum, at tær eru í beinleiðis sambandi við lurtaran in real time , her og nú. Í morgun hepnaðist væl at rætta upp á henda miss ella skeivleika í sendingini, at fáa prógvaða lurtarakontakt, ið styrkir um sendingina og kanska krevur eitt vet meir at vertinum og innbodnu gestunum, at teir ikki fjanta ov nógv og blíva ov populistiskir. Tað er ábyrgdin hjá vertinum at byrgja upp f

Í skotskum mjørka og amerikanskum kava

Hoyr tekstin lisnan her Í gjárkvøldið sá eg Shakespearefilmin Macbeth í nýggjari uppseting hjá avstralska Justin Kurzel. Fullur av orðum, sum meistarliga gleppa leikarum av munni, og bora seg inn í skotskar fjallamyndir, meðan tokan dregur fyri og stingur døkka sinnið, sum skorpiónir, blendað av makt. Fullur biografsalur. Fantastiskt. Fyri minni enn hálvtómum sali sá eg í kvøld ótolandi orðastreymin hjá Tarantino í nýggja kovboyfilminum The Hateful Eight . Orð og aftur orð, og innilæstar uppsetingar, meðan tað kavar uttanfyri. Orð og aftur orð. Ein søga so tunn, at tú ynskir at Tarantino fór at gera orðaleysar filmar, tí myndirnar og fokuseringarnar eru so endaleyst vakrar, at orðini bara órógva. Og so hin kuli tónleikurin, sum hann altíð finnur, hin føddi plátuvendarin Tarantino. Men einki er tað uttan pastisjur og sipingar til aðrar filmar. Tim Roth er hin mest komiski, sum førir okkum beint í føvningin á bretsku Monty Python , so eru vit í krimigátuni Ten Little Niggers , so

With God On Their Trigger Happy Side...

Hoyr tekstin lisnan her Amerikanski forsetin Obama turkar tár, tá hann í dag tosaði um oyðandi byrsur og vápn í samfelagnum, og um at herða amerikansku vápnalóggávuna . Tað er ikki sæð fyrr. Tí vápn eru ein religión í USA. Frá barnsbeini verður trúttað niður í teg, at tað stendur í øðrum grundlógarískoyti , the second amendment , at amerikanarin hevur rætt at bera vápn. Myndin niðanfyri er úr Texas á ársins fyrsta degi, har børn og vaksin fegnaðust um nývunna rættin at bera enn fleiri vápn á enn lagaligari hátt. Í hesum tíðum, har summi síggja, uppliva og boða frá ágangi frá morgni til myrkurs, tvíhalda tey um, at tað er serliga neyðugt júst nú at dubba seg og síni við nýggjastu og munadyggastu vápnum. Tað halda tey flestu, serliga religiøs, hvít og konservativ, har í landinum. Samstundis fata vit føroyingar hin nýggja heimin sum Guds gávu til frælsi og framburð, ikki minst tá íverksetarin skal smíða sær eydnuna góða. USA er ímyndin av frælsi. Í hvussu er, tá vit koyra á t

91 virðislønir til 15 íslendskar filmar í 2015

Endasenan í filminum Hrútar (Rams) 2015 var eitt sjáldsama gott ár hjá íslendskum filmi og íslendskum filmsfólkum úti í heimi. Ásgrímur Sverrisson, sum rekur óheftu films- og sjónvarpssíðuna Klapptré , hevur í dag roknað seg fram til, at undanfarna ár hava 15 íslendskir filmar fingið ikki færri enn 91 altjóða virðislønir. Tað er ikki hent fyrr, sigur hann og leggur dent á, at talið er næstan tríggjar ferðir hægri enn fyrrárið. Sigurður Sigurjónsson og Theodór Júlíusson í filminum Hrútar (Rams) Í 2015 hendi tað óvanliga, at tríggir islendskir filmar, og ikki bara ein, gjørdu vart við seg á altjóða filmstevnum. Filmarnir eru Hrútar , sum vann 22 virðislønir, Fúsi , ið vann 13 virðislønir og Þrestir , sum vann 10 virðislønir. Gunnar Jónsson er Grímur í filminum Fúsi (Virgin Mountain) Atli Oskar Fjalarsson hevur høvuðsleiklutin í Þrestir (Sparrows) Rúnar Rúnarsson hevur leikstjórnað  Þrestir (Sparrows) Stuttfilmurin Hvalfjörður , sum kom í 2013

Gott nýggjár!

Anna og Eyðun gera klárt til nýggjárshaldið í hitamiðstøðini í Tórsbyrgi. Á borðinum eru kransakøkur og sjampanja, og ein snapsur til tey birgastu á midnátt. Innan vit koma so langt, fara vit út í hjallin eftir kjøti at koyra í pottin og gera súpan. Ikki er tað bráðvakurt í liti og skapi, men upp móti rimunum og grindalikkjunum hjá Hanusi og Hergeir, gerst obskøna tjógvið grafiskt interessant eitt gamlaárskvøld. Nú er ein tími eftir av árinum. Martin og Dánial, sum hava gjørt kyndlarnar, standa klárir í durinum, meðan eldurin sæst aftanfyri. So er klárt at taka ein kyndil í part og bera gamla árið á bálið. Aftanfyri hómast Lágargarður. Ein hálvur tími er eftir av árinum og øll fáa ein kyndil at bera. Dánial festir í og handar víðari. Gingið verður niðan eftir parkeringsplássinum, eftir fótbóltsvøllinum, sum er fyri endanum á Fútalágvegnum, og so eftir gøtuni, sum er runt um allan býlingin. Undir vegginum hjá Heðini og Maluni steðga vit á og syngja ein

Filmur í felag í 120 ár

120 ár við filmi í felag. Klikk á myndina omanfyri, og tú sært 120 ára filmssøguna í 4 minuttir. So langt eru vit komin á filmiska økinum. Heilt nágreiniliga mánadagin 28. desember í 2015 vóru 120 ár liðin síðani fronsku Lumière brøðurnir vístu film í París. Í felag og higartil uttan slit. Tá eitt tok sást á løriftinum henda dag í 1895, vórðu fólk so bangin, at tey lupu til viks og fjaldu seg millum stólarnar. Bløðini skrivaðu, at nú hevði seinasti fíggingin – deyðin – mist broddin. Nú kundi alt gerast livandi, og síggjast aftur og aftur. Nýggi miðilin, ið sameindi allar kendar listagreinar, var filmurin. Á trettanda, sum er sætta januar, fer Filmsfelagið at seta sjøtul á nýggja filmsárið 2016. Tað verður í Havnar Bio við 452 ára gamla filmshandritahøvundinum, sum enn er hin besti - Shakespeare. Filmsárið byrjar við tíðarleysa og tó spildurnýggja Macbeth hjá 41 ára gamla avstralska Justin Kurzel við 38 ára gamla Michael Fassbender í høvuðsleiklutinum. Í 2002 settu t

Savdi ella Saudi, arabia ella arábia?

Illa gongst at fáa almennar myndugleikar í pinkulingalandinum Føroyum at samstarva. Eitt er bókstavaraðið, ið gevur rúm fyri øllum ljóðum á føroyskum, annað er at fylgja teim einføldu ráðum, sum Málráðið við lóg hevur skotið upp, og sum sama lóg hevur álagt almennum stovnum í størst møguligan mun at fylgja og halda. Sagt verður í grein 5 stykki 2, at: Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðum Málráðsins.   Tað ger Kringvarpið ikki. Hví, veit eg ikki. Men tjekk. Tveir feilir í einum orði. Sindur pínligt, tá yvirskriftin er so feit, og at skeivt stavaða orðið kemur seks ferðir fyri, og - belivitornott - rættstavaða orðið kemur tríggjar ferðir fyri í sama teksti um sama evni í einasta almannamiðilinum við tveimum høvundum. Tað er ikki so ringt at finna orðalistan hjá Málráðnum. Hann hevur eitt uppskot um at stava Saudiarabia á føroyskum, og sigur eisini frá, at har búgva saudiarabisk fólk, eisini kallað saudiarabar við langum a og ongum á. Er tað so