Skip to main content

Filmur í felag í 120 ár


120 ár við filmi í felag. Klikk á myndina omanfyri, og tú sært 120 ára filmssøguna í 4 minuttir. So langt eru vit komin á filmiska økinum. Heilt nágreiniliga mánadagin 28. desember í 2015 vóru 120 ár liðin síðani fronsku Lumière brøðurnir vístu film í París. Í felag og higartil uttan slit. Tá eitt tok sást á løriftinum henda dag í 1895, vórðu fólk so bangin, at tey lupu til viks og fjaldu seg millum stólarnar. Bløðini skrivaðu, at nú hevði seinasti fíggingin – deyðin – mist broddin. Nú kundi alt gerast livandi, og síggjast aftur og aftur. Nýggi miðilin, ið sameindi allar kendar listagreinar, var filmurin.


Á trettanda, sum er sætta januar, fer Filmsfelagið at seta sjøtul á nýggja filmsárið 2016. Tað verður í Havnar Bio við 452 ára gamla filmshandritahøvundinum, sum enn er hin besti - Shakespeare. Filmsárið byrjar við tíðarleysa og tó spildurnýggja Macbeth hjá 41 ára gamla avstralska Justin Kurzel við 38 ára gamla Michael Fassbender í høvuðsleiklutinum.


Í 2002 settu tey Macbeth upp á Tjóðpallinum við Hans Tórgarð í høvuðsleiklutinum. Júst tí fer Hans at innleiða fyrstu sýning í Filmsfelagnum í nýggja árinum. Tað var litavski Cezaris, ið leikstjórnaði, og landsmaðurin Narbutas gjørdi búnar, pallmynd og tekningina á plakatini og í skránni. Jenny C. Petersen var fyrisitari og Anders Kippersrup verkætlanarleiðari í føroysku, íslendsku, svensku og litavsku framleiðsluni. Tvey ár undan hevði Axel Tórgarð týtt Macbeth, sum Stiðin gav út á føroyskum.


Shakespeare-leikurin er fyltur við poetiskum og politiskum sitatum. Hevur tú eitt yndissitat úr Macbeth kanst tú seta tað inn niðanfyri. Her er eitt sitat, sum mær dámar: - Vil lagnan hava meg til kong, hon krýnir uttan mína hjálp.


Við tvítýðuga enska heitinum Land of Mine og danska heitinum Under Sandet, fer Filmsfelagið at vísa sjáldsama sterka filmin um tíðina beint eftir kríggið, sum eingin søgugranskari enn hevur nomið við. Sigast kann, at filmurin varpar nýtt og ófrættakent ljós á fyrigevandi og friðarelskandi danska leiklutin eftir kríggið.


Ole Wich fer at introdusera danska filmin um blaðungu týsku krígsfangarnar, sum undir einum harðrendum dana verða settir at rudda minur á vesturjútsku sandastrondini beint eftir krígslok í 1945. Sonur Ole, Peter Storm Wich, er ljóðlærlingur, sound trainee, í filminum.


Ein annar sonur er ungarski Sonur Saul, sum enn er á listanum at vinna Oscarvirðisløn sum besti útlendski filmur. Eftir at íslendski Veðrar varð tikin av listanum fyri jól, eru tveir norðurlendskir filmar eftir. Teir eru danski Eitt Kriggj og finski Fiktarin. Tveir góðir filmar, hin fyrri eitt gott kjakupplegg um krígg í okkara tíð, og hin seinni ein sonn søga úr Estlandi, sum minnir nógv um Sound of Music, har Sovjettsamveldið fær sama leiklut sum Nasitýskland, og tí helst fer at tala til eina breiða amerikanska dómsnevnd. Tann 14. januar verður kunngjørt hvørjir fimm útlendskir filmar eru eftir í kappingini, sum verður avgjørd 28. februar. Longu mikukvøldið 2. mars kann Filmsfelagið bjóða til felags filmsuppliving við holocaustfilminum Sonur Saul. Mín starvsfelagi í Námi, Sólva Jónsdóttir, sum hevur verið í Jerusalem, og síðani hevur skipað fyri læraraskeiðum um Holocaust, fer at introdusera filmin. Vert er at gáa um, at 27. januar er altjóða dagur til minnis um Holocaust. Tí hevur Nám gjørt eina undirvísingarsíðu um hetta sama evni. 



Í desember vórðu evropeisku filmsvirðislønirnar, The European Film Awards, handaðar. Tær tríggjar høvuðsvirðislønirnar ársins filmur, ársins leikstjóri og ársins høvuðsleikari, endaðu allar á einum og sama stað - í filmininum Youth hjá italska Paolo Sorrentino. Og so fekk 82 ára gamli Michael Caine eisini eina serliga heiðursløn í ár. Aldrandi ungdómsfilmurin Youth verður sýndur fólki í øllum aldri á Filmsfelagsskránni í Havnar Bio í nýggja árinum. Her er ársins seinasta gleðismynd av gomlum monnum innan teir festa í rakettina og lova, at í nýggja árinum skulu teir fara oftari í biograf. Gott nýggjár!