Teldutala Alda Joensen, sum starvast í Mentamálaráðnum, tók samrøðumyndina í Nýggjustovu hóskvøldið. Við rót í Námi eru vit fleiri, sum hesa vikuna hava rakt við virkin listafólk í høvuðsstaðnum. Hóskvøldið var Nám við í Móðurmálsdegnum, sum nú er vorðin afturvendandi tiltak. Í ár hevði Málráðið skotið upp, at ung og filmur skuldu verða evnið á Móðurmálsdegnum og skeiðnum, sum byrjar á Háskúlanum í heyst. Hóskvøldið bjóðaði Eirikur Lindenskov innar í hugnaligu Nýggjustovu, har Hammershaimb livdi, og matstovan Ræst nú fer at halda til í Føroya fremsta gastronomiska vakstrarøki. Formaðurin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen, beyð vælkomin og Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, setti tiltakið. Síðan hugleiddi Pætur M. Dahl um film og arbeiðið hjá Klippfisk, Sissal G. Magnussen og Birita Adela Davidsen sungu, og Hans Pauli Tórgarð spældi gittar. Síðan slapp eg sjálvur at práta við tey bæði Marjuna Syderbø Kjelnæs, rithøvunda, og Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, ið samstarva um