Skip to main content

Um at verða hálaður niður á jørðina


Teldutala

Eftir Dag og Viku má eg sanna, at vit hava í hvussu er tveir almennar Trump’ar í politiska rúminum, Jørgen Niclasen og Henrik Old. Makan til innantómt buldur og vrøvl fyri veðragjólingum á bygd, skal man leita leingi eftir og tað í mongum londum. Men ikki her hjá okkum. Uttan bumm og bremsu, stilla teir frívilliga upp til verbala steining í almannavarpinum. Serliga um nakað so margháttligt sum munnligar avtalur. Tað er sum í gomlu paktini, at síggja Móses við skrivaðu talvunum, sum bert fá dugdu at lesa. Tá kunnu nógv tølast.

Men í Norðlýsinum skrivar Helgi Abrahamsen fyri vist, at Hanus Hansen kennir seg misnýttan av Jan Lamhauge í almannavarpinum. Ein annar Hanus, og bróðurin Zakaris, vilja flyta ein undirsjóvartunnil, sum skal binda enn fleiri bygdir saman, annars búgva vit ikki í einum rættarsamfelag, siga teir.

Við góðum økisstuðli er sunnasta og best saltaða stjórastarv á bygd lýst leyst í loyndum, so tað kann verða í lovaða sosialdemokratiska landinum, Suðuroy, tí tað er besta bygdamenningin, sum til er. Havi fyrr sagt, at tá Pink Floyd koma, so hevði verið gott, um teir eisini steðgaðu á Bursatanga og mintu okkum á When Pigs Fly.

Størsta kjakforum í Føroyum, tá vit ikki rokna homofobia uppí, Føroysk rættstaving, spyr í dag, um skóleysur veruliga er farið at merkja tað sama sum berføttur, og LGBT er farið at sitera Moses Hansen og Johny Noer, sum siga, at kristin eru ímóti homohjúnalagi. Eitt er undirlívið hjá øðrum, serliga teimum, ið ikki eru sum vit, men omansjóvar er verri enn í undirlívinum. Lív kann hvørki mannast ella sigla - um hon so bjóðar sær til fyri einki.

Hóast framtíðin er í Vági og tíðin er flutt fram, kenni eg meg aftur í fortíðini. Heilt nágreiniliga í 1973, tá tjóðin vaskaði bil og lurtaði eftir Welcome Home í kvøðuljómunum fyri teim borgarligu sunnudagar og teim siglandi mikudagar. Og tað er nokkso fjálgt, at kenna seg aftur í moldini í føroysku fortíðini, tá man hevur verið omaná og hildið feriu úti í verðini. Gott at verða hálaður niður á jørðina. Vælkomin heim, hann sjálvur!