Skip to main content

Posts

Rudding í ruddiligum býlingi

Líggjas og Bjarnvarður í góðum lag undir reyða vegginum. Eftir góðan morgunmat í Orkulonini, og við Rót & Rútmu í oyranum, varð ruddað í Tórsbyrgi í morgun. Umhvørvisvika er í Havn, so fimm myndir skuldu finnast at senda inn til kappingina um ein umhvørvispakka til Eigarafelagið. Sigrún og Anna lúka og rudda í horninum undir brekkuni niðanfyri Lágargarð. Umhvørvisligi strategibólkurin hevur toppfund og setur út í kortið. Jana leggur Martini og Bjarnvarði lag á. Aftanfyri sæst hundurin hjá Martin. Álvur og Jónfríð rudda og sópa í túninum, meðan teirra hundur er klárur at spæla við bóltinum. Gutti er farin at fáa sær ein guv meðan trillibørin bíðar. Eyðun og eg tosa um danskar røddir í Útvarpinum. Tosið gongur sjáldsama væl meðan vit lúka illgresi fram við múrinum í Tórsbyrgi. Og pesjan á bønum letur ikki við seg koma, hvussu vit so skræða okkum um ríkisrættarligu støðuna og public service. And The Grass Won't Pay No Mind. Graslíki er lagt m

5 dagar við tí besta av norðurlendska sjónleikapallinum

Leikarafelag Føroya: Í døgunum 24. – 28. mai fáa føroyingar eitt serstakt høvi at uppliva tað allarbesta av norðurlendskum sjónleiki, tá 16 viðurkendir og virðisløntir leikir av pallum í Reykjavík, Stockholm, Oslo, Helsinki, Keypmannahavn og aðrastaðni í Evropa verða sýndir í Føroyum. Sjónleikafestivalurin, DAGARNIR 2016, ella Nordic Performing Arts Days, er størsta sjónleikatiltak sum higartil hevur verið í Føroyum. Heili 100 leikarar og leiklistafólk úr 16 leikbólkum framføra 21 sýningar á 11 pallum teir 5 dagarnar, festivalurin varir. Skráin er sera fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin við øllum frá finskum splattaraporno, svenskum klovnasorgarleiki, Álendskum sjómannaleiki, heimasýningum av Eitt dukkuheim til enduruppseting av væl umtóktu føroysku leikunum Jørðin er eitrað og Veitsluni . DAGARNIR 2016 eru sostatt ein forkunnugur møguleiki at ogna sær bæði klassiskar, frekar, stuttligar, syrgiligar og óvæntaðar sjónleikaupplivingar. Orðaleyst s

Eingin danskari í Evropa

Í góðveðrinum henda vælsignaða fríggjadag trettanda mai, eru næstan allir føroyskir miðlar samdir um eitt: eingin danskari verður við í evropeisku sangkappingini Eurovision Song Contest. Føroyska tíðindarenslið hevur einaferð med alla staðfest bundinskapin at Danmark. Tí er tað stuttligt, at uppáhaldið hjá starvsfelagnum Róa, sum eg elski at endurgeva, uppáhaldið altso, nú verður endurgivið av Honnu Jensen í Sosialinum, sum eisini, og tað av røttum, kann skjóta eftir Kringvarpinum. Ná, men í dag er veðrið so gott, at eg tími ikki at øsa meg meir um danska bundinskapin hjá føroyskum miðlafólki. Dagsins danskari er nú eitt føroyskt miðlafaktum.

Fyrsti sláttur í Tórsbyrgi

So er fyrsti sláttur í Tórsbyrgi. Eins og undanfarin ár, er tað Gutti, ið slær bøin við nýggju Hondamaskinuni. Og tá hon ljóðar um býlingin, er várið byrjað og summar í hondum. Er onkur, ið ivast, so er at koma útum og kenna angan av nýsligna grasinum, ið er millum bláu luftina og reyðu trillibøruna. Í ár skrivað vit 11. mai, sum er ein vika innan slátturin í fjør. Men fyrrárið varð sligið longu 19. apríl. Flestu ár hevur fyrsta grasið í Tórsbyrgi verið sligið uppá dagin 29. apríl, okkurt árið eina viku seinni, men ongantíð so seint, sum í fjør. - Kanska er tað El Niño, sum spælir okkum eitt puss í ár, sigur Gutti og tømir trillibøruna.

Kappingin um Gylta Pálman byrjað

Teldutala Í dag byrjar á 69. sinni ein av kendastu filmstevnunum í øllum heiminum. Tað er í suðurfranska Miðjarðarhavsbýnum Cannes, at kappast verður um Palme d’Or , Gylta Pálman. Síðan 1962 hevur eisini verið boðið til La Semaine de la Critique , Ummælaraviku, og síðan 1969 til Quinzaine des Réalisateurs , Fjúrtan dagar fyri leikstjórar. Í 1978 varð stevnan økt við kappingarskránni Un Certain Regard . Tað var í hesi kapping at íslendski veðrafilmurin Hrútar vann í fjør. Formaður í Pálmadómsnevndini í ár er avstralski George Miller, sum í fjør var frammi við Mad Max: Fury Road . Ein rættuliga óvæntaður filmur, fyri ikki at siga buldrandi telduspæl, frá einum 71 ára gomlum leikstjóra. Hinir Pálmadómsnevndarlimirnir eru ungarski leikstjórin László Nemes, ið gørdi holocaustfilmin Sonur Saul , sum Filmsfelagið sýndi í Havnar Bio 2. mars, franski leikstjórin Arnaud Desplechin, amerikanska Kirsten Dunst, italska Valeria Golino, danski Mads Mikkelsen og 80 ára gamli kanadiski Donald

Dimma á netinum

Teldutala Eftir húsagangin og seinastu útgávuna fríggjadagin 13. september í 2013, sum sæst niðanfyri, hevur Dimmalætting í seinastuni livað eina stillisliga tilveru við einari pappírsútgávu um vikuna. Nú fæst Dimma fyri einki í talgildum skapi - við netredaktøri! Tað er einki annað enn fantastiskt! Mótvegis øðrum netbornum miðlum, er útsjóndin løtt, ljós og greið. Í berum ovfarakæti eru heimligir netmiðlar blivnir kaotiskir at lesa. Ein portalur roynir seg við villingarsomum lesarakjaki mitt millum blinkstrandi greinar. Áðrenn tú veitst av, kanst tú lesa okkurt niðrandi og háðandi, sum føroyskum lesarum dáma so væl at skriva, millum deyðsboð og ólukkur, hóast tilfarið einki hevur við hvørt annað at gera. Tí er tað helst eitt natúrligt tíðarkrav, ið ikki krevur ta stóru Galluppkanningina, at fólk vilja aftur til hina einfaldu og óblinkstrandi avísina. Avbjóðingin verður so at halda reina sniðið, so tað framhaldandi verður greitt og einfalt at lesa Dimmu á netinum. Tí hett

Leygardagsmyndir úr Havn

Teldutala Leygardagin 7. mai er veðrið av tí fagrasta í Havn. Í Bringsnagøtu verða mest sum øll tey søguligu húsini umvæld. Tá tú ert komin niðan á, og Bringsnagøta hellir undan, daga stóru og vælhildnu húsini fram, sum verða kallað Arnes Minde. Tey eru útvið 200 ára gomul og nú hevur Havnar kirkja yvirtikið húsini frá Tórshavnar kommunu. Her hevur nýliga verið kommunal dagrøkt, einaferð helt Skansastova til her, og løgreglan og tveir klivar hava verið her. Klokkan er 10 og svarti vøruvognurin hjá blómubúðini stendur ófrættakendur við opnari hurð í Dómkirkjutúninum. Stavirnir eru gyltir og siga Akkuleya. Seinastu heilsanir ein góðveðursdag. Um fýra tímar fari eg sjálvur at sita á loftinum at minnast Hjartan, sum prestur sigur at navnið varð skrivað í kirkjubókina. Summarið í 1986 lærdi hann meg at skriva og goyma á teldu, tá Word Perfect 5,1 var fremsta amboð í Tinganesi. Ein rustaður tangi, ið er komin undan kommunalu moldini á Bryggjubakka, matchar so frálíkt við ljósi

Hevði bóndin eisini sagt Bornholm?

Í morgun kundi Útvarpið siga okkum um ein eld í Alberta í Kanada, sum herjaði á einum økið, ið var á stødd við Bornholm. Ikki nakra aðra geografiska eind í allari verðini, bara Bornholm sum námsfrøðiligt amboð at læra okkum fatan av Norðuramerikanskari stødd hinumegin Atlantshav. Interessant. Guvide, hvat Patursson hevði sagt um dagsins samanbering í Útvarpinum. Tí í dag eru 150 ár síðan hann varð føddur, bóndin Jóannes Patursson í Kirkjubø. Tí var tað stundvíst hepni, at Sjónvarpið eydnaðist at seta eina sending um hann á skránna longu í gjárkvøldið. Samanlagt ein fín sending við góðum samrøðum, hóast eg ikki fekk familjusambandið hjá øllum við. Mátti eisini venja meg við, at sendingin varð so nógv bundin at vertinum og frásøgumanninum, Høgna Reistrup, sum hevði skrivað og lagt alt til rættis, meðan hann gekk inn og út úr sendingini. Men tað hepnaðist stak væl og stóð eftir sum eitt gott dømi um, at til ber at gera eina einfalda sending um eitt stórt evni, sæð úr sjó